11. august 2020

Bloggur 2 – Beinta Gudmundsen, barndómur mín & kynsligur ágangur

Fyrst og fremst vil eg siga túsund takk fyri ógvuliga nógvar og góðar afturmeldingar viðvíkjandi mínum fyrsta «bloggi». Tað er rørandi at lesa og tað er fantastiskt, at undirtøkan er har, tí hevði eingin áhugi verið fyri at lesa, so hevði eg nokk heldur ikki skrivað. So takk fyri!

Fyrsti bloggurin var meira upplýsandi, um hvør eg eri og hvat eg ætli mær at skriva um tað næstu tíðina. Fekk tú ikki fyrsta bloggin við, so kann hann lesast her > https://kris.fo/2020/08/05/bloggur-1-beinta-gudmundsen/

Í fyrsta blogginum, kom eg eitt sindur inná mín barndóm, og tað verður so eisini fyrsta evnið, ið eg komi at skriva um. Ynskir tú at lesa eitt sindur meira um mína uppliving av barndóminum, so er bara at lesa víðari.

Barndómur mín og kynsligur ágangur.

Sum smágenta, dámdi mær væl at vera úti og spæla. Vit vóru fleiri børn í grannalagnum, sum ofta spældu saman. Vit keddu okkum aldrin, tí súkklaðu/rulluskoytaðu vit ikki runt, so kritaðu vit á vegin og spældu melda kríggj ella lakka sól. Tað var altíð líka stuttligt, og tá vit fingu boð um at koma heim, var eingin hugur til tess. Eg íðkaði bæði hondbólt og fótbólt. Eisini havi eg altíð dámað væl at vera kreativ. Eitt nú, málaði eg nógv sum yngri og hevur tað verið mín máti at flýggja frá dagligdegnum eina løtu.

Eg var ein sera aktiv genta við nógvum vinfólki og nógvum ítrivi. Eg var sum børn flest, tó við nøkrum  ávísum avbjóðingum, sum eg helt at eingin annar í verðini hevði.

Fyri at koma í gjøgnum hvønn dag, var eg noydd til at hugsa øðrvísi enn børn flest. Ístaðin fyri at hugsa, hvat vit fingu til døguðra, so vóru mínir tankar í einum heilt øðrum stað, har eg heldur gekk og stúrdi fyri nær hann aftur fór at gera seg inn á meg. Ein stúran, sum ikki hoyrur heima hjá einum smábarnið og tankar, sum gera, at ein brádliga skal taka vaksnar avgerðir.

Eg dugi ikki at siga nær kynsligur ágangurin byrjaði, tí at fyri mær er tað sum um at hann altíð hevur verið har. Tað var ikki ein dagur, har eg og hann vóru í sama rúmið, har ágangurin ikki fór fram. Tað hendi bæði, tá eg var og vitjaði tey og tá hann var og vitjaði okkum.

Nærum hvønn dag fóru beiggi mín og eg, heim til tey eftir skúlatíð, har vit fingu døguðra og pannukøkur omaná, tí babba var burtur helvtina av árinum og mamma arbeiddi. Okkum dámdi væl at blíva forkelaði hvønn dag, og blivu vit uppringd um hvat vit ynsktu okkum til døguðra. Eisini svóvu vit hjá teimum inn í millum, og jú eldri eg gjørdist, verri tímdi eg at sova har.

So tá politisturin spurdi meg í avhoyringini: «hvussu ofta hevur abbi tín gjørt seg inná teg?» og mítt svar var «30», so dugi eg í dag at síggja, at tað var ógvuliga órealistiskt skotið av mær. Men hvussu skal eitt 12 ára gamalt barn sita og gita seg fram til hvussu ofta tað hevur verið offur fyri kynsligum ágangi?

Sum eg nevndi í mínum fyrsta bloggi, so er tað ógvuliga lítið eg minnist frá mínum barndómi. Bæði góð og minni góð minnir eru horvin. Onkuntíð fái eg flashbacks frá hendingum, ið eg ikki havi minst til áður. Tó hevur tað hjálpt væl, at foreldur míni hava verið røsk at tikið nógvar myndir og filmsbrot av okkum, tá vit vóru lítil. Hetta hevur so eisini verið við til, at eg  minnist tær góðu løturnar.

Tað er nú heldur ikki soleiðis, at eg einki minnist frá mínum barndómi, tí hevði tað verið veruleikin, so hevði eg ikki kunnað blivið avhoyrd og forklára um støðuna sum hon var tá. Sakin er tó tann, at langt frá alt sum eg minnist í dag, kom við í avhoyringini, bert ein brøkpartur, og tað kann tykjast eitt sindur tungt at hugsa um, tá eg í dag veit, at eg kundi fortalt so nógv meira. Tað nyttar tó ikki, at sita og angra og vera ørg um nakað, ið man ikki hevði kunnað gjørt øðrvísi, tí eg fái ikki broytt hetta í dag. 

Eg minnist serliga væl, at eg sum barn altíð var ”sjúk”. Eg vaknaði um næturnar, fór inn til mammu og babba og segði, at eg hevði ilt í búkinum. Hetta passaði tó ikki. Eg hevði havt marruna og vaknaði av henni, og var so bangin, at eg leyp inn í kamarið hjá teimum. Hetta hendi ofta, og eg minnist, at mamma og babba hildu, at hetta bleiv í so stuttligt, tá eg gjørdist nóg gomul til at kunna sova sjálv um næturnar.

Tað er kanska eitt sindur løgið hjá tykkum at hugsa, at ein kann fortreingja sín barndóm so nógv, men hetta er veruleikin og allarhelst eisini avleiðingin av kynsliga áganginum. Í øllum førum fyri mítt viðkomandi.

Fyri at koma eitt sindur nærri inná hvussu mín barndómur var, so havi eg spurt mammu um hvat hon minnist, men hon hevur eisini fortrongt, men sigur, at hon ongantíð hevði ein misstanka um ágangin. Eg spældi sum hini børnini, og tað var ikki fyrr enn eg gjørdist eitt sindur størri, at eg byrjaði at siga frá, at eg ikki vildi til ommu og abba longur. Hetta eru tó hendingar, ið mamma hugsaði um, eftir at sannleikin kom fram og skilti betur støðuna tá. Tey sum foreldur, høvdu fult álit á okkara ommu og abba.

Hon sigur, at man sum foreldur ikki gongur og hugsar um, at hetta fer at henda fyri sítt barn, tí sum sagt, so hevur man fult álit á teimum, sum dagliga eru rundan um ein, og heldur man at hetta hevði viðkomandi aldrin funnið uppá.

Við vitanini og royndunum, sum hon hevur í dag, hevði hon heilt víst borið seg ørvísi at, tá eg byrjaði at geva tekin um, at eg ikki longur vildi vera hjá ommu og abba ella tá hon upplivdi aðrar hendingar, ið bendu á nakað, sum ikki ruggaði rætt.

Hóast evnið enn er tabusera, so eru foreldur betur upplýst í dag í mun til fyri 10 árum síðani – tíbetur.