Eg bleiv kynsliga misbrúkt tá eg var 10-12 ár

Eg eiti Vibeka Tróndheim . Eg bleiv kynsliga misbrúkt tá eg var 10-12 ár. Eg visti ikki tá at tað ikki var mín feilur. Eg føldi skomm. Eg tordi ikki at siga tað fyri nøkrum.

Men nú dugi eg at síggja, hvussu væl krenkarin hevði planlagt alt.

Hettar hevur fylgt nógv í mínum lívið. Eg hevði einki sjálvsálit. Eg føldi meg skitna. Óverdiga. Eg lat bara øll traðka niður á meg. Eg royndi at goyma tað sum var hent.

Ár 2000 bleiv so lívið broytt. Eg hoyrdi um ein felagskap sum eitur Kris. Eg hugsaðu, at hettar má eg royna. Tað var so gott eg gjørdi tað. Eg tosaði fyrst við eina danska kvinnu og Gvøðbjørg West var hjásitari.

Eftir hetta fór eg í terapi hjá Gvøðbjørg og tað broytti mítt lív.

Gvøðbjørg skilti meg og mína støðu og hon hjálpti mær. Gjøgnum terapi hevur hon hjálpt mær soleiðis, at eg í dag havi betur sjálvsálit og klári at síggja meg sjálva í speglinum. Hon er ein kempa. Í dag havi eg eitt gott lív og tað er av ti hjálp eg fekk .

Hon er mín eingil .

Tíbetur hevur KRIS nú fingið nógv góð fólk afturat í arbeiði.. Tað er sera gott. Tí her í Føroyum hendur nógv meir enn tit kunnu ímynda tykkum. Tiverri.

// Vibeka Tróndheim

MÍN SØGA

Eg var júst komin aftur frá námsferð, tá mamma mín fortaldi mær at hon og pápi mín skuldu skiljast. Eg var áveg í skúla tá hon fortaldi mær tað, eg var bert 14 ár tá hetta hendi. Eg helt hetta var tað ringasta sum kundi henda, at míni foreldur skuldu skiljast.

Eg og beiggi mín, og mamma mín flutta inn til Fuglafirðar stutt aftaná at eg hevði fingið at vita hetta.
Eg helt at tað var kanska eitt sindur spennandi at byrja í nýggjum skúla og møta nýggjum fólkum, men eg var stadivekk í øðini av øllum, gekk og súrmúlaði fyri meg sjálvan og byrjaði at skeldast við mammu fyri tey minstu tingini.
Í byrjanini koyrdu vit bara ímillum, eg gekk í skúla í Runavík til jólar og síðan byrjaði eg í skúlanum í Fuglafirði aftaná nýttár.

Tað byrjaði at blíva ok ímillum meg og mammu aftur, men knappliga var ein nýggjur sjeikur har.. og eg bleiv beinaveg óð aftur, men tað vildi eg ikki vísa mammu. Eg var blíð, heilsaði uppá og fór so bara avstað aftur.

Eftur eina tíð var eg bara ok við øllum, vit blivu øll góð og eg lærdi meg sjálva at mamma mín hevði fingið sær ein nýggjan mann ella sjeik.

Eg helt hann var fittur, eg helt hann var eitt gott menniskja, tí hann gjørdi so nógv fyri mammu.
Eg væntaði aldrin at hetta fór at henda fyri meg.. Eg havi hoyrt um fleiri sum hava verið úti fyri tí, men helt aldrin at eg skuldi koma út fyri tí.

 

Hann snýkti seg inn í kamari um náttina, meðan mamma mín lá og svav. Eg svav altíð við hurðina opnari, tí eg eri bangin fyri myrkri, tað var ljós í gongini.
Onkur stillaði seg fyri ljósið í hurðini.. eg vaknaði, men var í ørviti, so eg hugsaði ikki meira enn at bara blunda aftur.
Men knappliga lá onkur á mær, lá tungt á mær, so eg ikki fekk flutt armarnar.. eg fataði ikki hvat hendi, eg var chokera, eg visti ikki hvussu eg skuldi reagera ella hvat eg skuldi gera!
Mussaði meg á kjálkan, á munnin, hann royndi at stinga tunguna í munnin á mær men eg helt munnin so fast aftur sum eg kundi, hann andaði hart í oyra hjá mær.
Hann føldi meg á bringuna, og fór so við hondini niður í trussunar. Hann vísti mær eina hýtu, og spurdi um vit skuldu, men eg risti bara við høvdinum og byrjaði at tára.. Eg havi aldrin haft eina so óbehagiliga nátt í mínum lívi!
Næsta dagin tá eg fór í skúla, spurdi eg tríggjar vinkonur, um tær ikki tímdu at sova hjá mær, men eg fortaldi ikki hvat var galið, eg segði ikki hvat var hent og at eg var bangin.
Tær svóvu hjá mær fleiri nætur, men tað var ikki altíð tær kundu.

 

Hetta helt á fleiri nætur, at hann kom inn í kamari hjá mær, eg fekk aldrin flutt meg, eg fekk aldrin gjørt nakað. Men næsta dagin visti eg ikki hvat eg skuldi gera?

 

Eg byrjaði at skulka nógv og mínir karakterir fóru í botn.
Tá eg einaferð bestemmaði meg fyri ikki at fara í skúla tann dagin, tá eg vaknaði morgunin eftur, var hann eisini heima. Tíbetur var beiggi mín eisini heima, men tað hindraði honum ikki at prøva nakað ímeðan beiggi mín ikki sá.
Eg bleiv bangin og rýmdi inn á wc, men hann kom aftaná… klemmaði meg, mussaði meg, spurdi um eg ikki kom við eftur mammu til arbeiðs, eg svaraði bara at eg visti ikki.
Eg skundaði mær út úr wc’inum og inn í kamari hjá beiggja mínum og royndi at fortelja honum tað, men eg visti ikki hvussu, eg minnist ikki eingongd hvat eg segði við hann, men eg minnist at hann segði eg ikki skuldi fara við og eg skuldi halda meg vekk frá honum. Eg royndi at forklára honum, at hann kom allatíð aftaná mær.

Hann fór avstað nú, og bað meg koma við, eg hugdi bara uppá beiggja mín, hann segði at eg ikki skuldi, men hann bleiv við at júka meg við, so rópti beiggi mín, at eg skuldi seta meg aftanfyri.
Eg opnaði hurðina aftanfyri, men hann bað meg seta meg framman, eg frysti bara og gjørdi sum hann segði. Hann helt í lærinum hjá mær og kelaði meg allan vegin.
Tá ið við komu á arbeiðsplássi hjá mammu, skundaði eg mær afturum.

 

Eg kom í skúla einaferð og kláraði simpulthen ikki at halda tí inni meira, eg mátti fortelja onkrum tað! Eg fortaldi mín tættastu vinkonum sum eg hevði í skúlanum tað.
Tað var eitt lættilsi at fáa tað út!

 

Eg veit ikki hvar mamma mín var tann dagin, men eg sat í telduni í stovuni. Hann júkaði meg allatíð at koma í song við honum, at eg skuldi fáa pengar fyri tað, og hann bleiv við at vaksa beløbi.
Men eg segði nei, sløkti telduna og fór út.

 

Nakrar dagar aftaná at eg hevði fortalt vinkonunum tað, kom mamma upp um náttina og sá at hann ikki lá í songini. Hon hugdi runt í húsinum og sá at hann lá í songini hjá mær. Hon byrjaði at rópa og skrála og skelda, hann fór beinaveg út, mamma legði seg hjá mær og klemmaði meg vit grótu eina løtu og so ballaði hon meg og fór út aftur at skelda hann.

Næsta dagin fór eg heim til pápa mín at búgva, tað var eitt øgiligt rok tær næstu vikurnar.
Eg veit ikki hvat hendi við mammu míni, men hon bleiv so langt úti at hon ætlaði at fáa meg at taka dómin aftur, tíbetur hevði eg pápa mín.

Eg føldi í einum tíðarskeiði at mamma mín ikki vildi trúgva mær, og vinfólkini sum hann hevði, sum komu frá sama stað sum hann, søgdu at eg vildi tað eisini.

Hann fekk so revsing uppá eitt ár og tríggjar mánaðir.
Eg gekk til sálarfrøðing eina tíð, men eg var í einum stað, har eg føldi eg tímdi einki, tí eg helt at eg var tann einasta ið kundi hjálpa mær sjálvum.
Eg kontaktaði Kris einaferð tá eg føldi eg hevði brúk fyri hjálp, men eg fór aldrin til samtalu, so tað gekk umleið eitt ár áðrenn eg kontaktaði Kris aftur. Vinkonurnar bakkaðu meg upp, søgdu við meg at eg hevði brúk fyri hjálp, tær sóu at okkurt var galið, so eg gjørdi sum tær søgdu, men eg fór til læknan fyrst tí eg helt eg kanska hevði fingið eina depritión av onkrum slag, men tað kann eisini vera at eg hevði ella havi. Læknin kontaktaði so Kris fyri meg, og eg fór so til samtalu og eg eri so glað fyri at eg gjørdi tað. Eg veit ikki hvar eg hevði verið ídag um eg ikki hevði fingið hjálp, um eg ikki hevði haft vinkonurnar sum eg havi.

/ Signhild Mikkelsen

EG EITI HALDA OG ERI 42 ÁR

Eg eiti Halda og eri 42 ár. Eg var ikki meira enn 7 ár, tá eg fyrstu ferð var kynsliga misbrúkt av einum manni í nærmastu familjuni. Hesin ágangur helt á, til eg var eini 12-13 ár. Tað seinasta eg minnist er, tá hann rópti aftaná mær: “Sig onki!”

Hesi orðini hava (for)fylgt mær líka síðan. “Sig onki!”

Í nógv ár vóru minnini um hesar hendingarnar burturi. Eg visti, at okkurt var hent, men ikki akkurát hvat. Og so dugdi eg slett ikki at seta rætta orðið á: INCEST.

Sjálvt um minnini vóru goymd fyri mínum viti, so mintist kroppurin. Míni barna- og ungdómsár vóru merkt av uppreistri og stríði. Søgdu foreldrini nei, so segði eg ja, og søgdu tey ja, so segði eg nei. Uttan mun til um eg var samd við teimum ella ikki. Eg gjørdi, akkurát sum eg hevði hug til sjálv. Ongin skuldi siga mær nakað, og ongin visti betri enn eg. Helt eg… Eg skuldi nokk klára meg sjálv. Eg helt, at eg kláraði at bera verðina á mínum herðum, tá eg bara 18 ára gomul stóð brúður, meðan eg bar elsta sonin undir belti.

Stutt fyri brúdleypið hendi nakað, sum broytti mítt lív. Minnini komu aftur. Eitt fyri og annað eftir. Komandi maður mín varð hann, sum fyrstur setti rætta orðið á hendingarnar í mínum barndómi. INCEST.

Hetta gjørdi ikki lívið lættari. Heldur tvørturímóti. Eg fór at forbinda ymiskt í gerandisdegnum við misbrúkið og fekk ilt við at gleðast um lívið.

Eisini merkti eg, tá sonurin kom, at eg dugdi illa at taka mínar egnu avgerðir honum viðvíkjandi og standa við tær. Tá merkti eg ordiliga, hvussu álvarsligt brot tað er á menniskjasálina, tá allar greinsurnar verða niður-traðkaðar og títt orð og vilji hevur onki at siga. “Ongin lurtaði eftir tínum (neyðar)rópið tá. Hví skulu tey lurta eftir tær nú? Hví skal tín vilji og títt ynski hava týdning nú? tá tað onki hevði at siga tá?” Hetta vóru spurningar, eg setti mær, og svarið var knúsandi… eitt menniskja uttan týdning…

MEN eg visti, at eg mátti gera okkurt við hetta. Eg mátti koma fyri meg. Eg mátti kempa. Fyri mín son mátti eg kempa. Ìgjøgnum HF og seinni Læraraskúlan royndi eg at finna onkran at tosa við um hetta, men eg dugdi ikki. Tordi ikki. Kundi ikki… Umskyldningarnir vóru nógvir.

Tá er tað, at eg hoyri um KRIS. Tað var við bivandi hjarta at ein risthent genta trýsti nummarið til KRIS á telefonina. Tí tað var tað, eg var. Ein genta innaní.

Gvøbjørg tók telefonina, og tá broyttist lívið aftur. Hon lurtaði. Hon var har. Hon sá meg, og hon trúði mær. Tað var tað, sum eg hevði verið allarbangnast fyri. At ongin fór at trúgva mær. Men hon trúði mær og hevði tíð til at lurta, tíð til at troysta, tíð til at lova mær at vera eg.

Spakuliga kom eg fyri meg. Kom uppí ein bólk við nøkrum fantastiskum kvinnum. Kempum, sum líka sum eg høvdu verið ígjøgnum Helviti og yvirlivað. Vit høvdu brúk fyri hvør aðrari. Í fyrstuni grótu vit saman, tá vit tosaðu um tað, sum var hent, og hvussu tað hevur litað lívið við døkkum litum. So við og við sum vit komu at kenna hvør aðra, lærdu vit eisini at leggja ljósar og lættar litir omaná teir døkku litirnar, soleiðis at livið hóast alt er vakurt, ljóst og lætt.

Av tí at eg fekk hjálp frá KRIS í tøkum tíma, eri eg nú før fyri at seta orð á egnar kenslur, meiningar og avgerðir og at halda fast við tað. Eg veit nú, at eg eri so ómetaliga dýrabær sum menniskja. Eg veit, at eg hevði onga skuld í tí, sum hendi tá. Eg var bara eitt barn, og hann skuldi vera tann vaksni.

Í dag eri eg ein av teimum kempunum, sum hava verið ígjøgnum Helviti og yvirlivað. Eg var 35 ár, tá eg fyrstu ferð sá eina vaksna kvinnu í speglinum. Takka verið tí arbeiði, sum KRIS hevur gjørt og ger í okkara landið, kann eg saman við øðrum kempum vera við til at hjálpa øðrum børnum ígjøgnum myrka og kalda holið í tilveruni, soleiðis at tey eisini kunnu ikki bara síggja ljósið men sleppa út í ljósið at njóta lívið aftur.

Jú, víst eru enn myrkar løtur. Løtur, har døkku minnini koma fram fyri meg, og tá kann lívið gerast tungt. Post traumatisk stress disorder er ikki at spæla við. Tað er álvarsligt, men við góðari hjálp frá menniskjum við hjartanum á røttum stað – við hjálp frá KRIS – ber til at gleðast um og liva lívið – på trods.

KOM Í GÓÐARI TÍÐ, IKKI BÍÐA OV LEINGI

Sárandi pínandi, kaos, helviti, myrkur, ja, alt var ein ræðulleiki, sá bara alt svart, eingin framgongd.

Hetta var áðrenn eg fekk hjálp frá Kris,  Eg bleiv biðin at søkja mær hjálp, men mítt Ego segði nei, hetta megni eg sjálv 🙁

Men við myrkri, dapri, skuldarkenslum, ringt lag, skeld hvønn dag, alt var kaos. Familjan var við at fara í knús av mær. 

Megnaði ikki mítt arbeiði til fulnar.

Tú mítt egna blóð, knústi meg niður til heljar, títt egna barn fór í knús av tær.

Eg bleiv misbrúkt av tær, eg tordi einki at siga øll árini, men royndi sum frægast at vera eitt glansibílat út at til, royndi at liva í tí sum var hent, tí eg dugdi ikki annað.

Eg bleiv misbrúkt frá eg var ung smágenta til eg var áleið 15 ár, tordi einki at siga.

Til endans orkaði eg ikki meira, eg fór fyri fáum árum síðan, at søkja mær hjálp hjá Kris, har fekk eg so tað hjálp, sum skuldi til, fyri at lyfta høvdið høgt 🙂

Men eg vil undirstrika, at jú fyrr ein fær hjálp, tess nógv betri er tað.

Eg havi seinárin av hesum, sum eg ikki sleppi undan, men kundi verið sloppin undan, um eg fekk mær hjálp sum skjótast.

Hjálp er at heinta, um ein kemur seint. 

Eg kenni meg sjálva nú, eg tori at standa upp fyri mær sjálvari, havi betri sjálvsálit og kenni meg elskaða.

Vælsigna menniskja, sum lesur hetta, kom í dag og fá tær hjálp, bíða ikki so leingi sum eg, tess betri tess frískari verður tú, 🙂

Eg havi fingið nógva hjálp og gangi í sjálvhjálparbólki hjá Kris, og vil so fegin at tú eisini kemur og fært hjálp, og kemur at kenna hitan av nærleika og kærleika hjá fagfólkunum her.

Nú livi eg ikki í tí sum er hent, men eg livi við tí sum er hent

Eg arbeiddi á skrivstovu í 15 ár, og fór síðan í farloyvi í eitt ár, síðan segði eg mítt starv upp, tí eg vildi royna nakað annað, eg megnaði ikki at sita á skrivstovu meira og tordi at taka eina avgerð. Nú arbeiði eg sum avloysari á einum eldrabýlið, og eg elski mítt starv, nú síggi eg, at eg kann geva kærleika til tey eldru, klemma tey, syngja fyri teimum og alt, eg elski tað bara..

Nú tori eg at standa upp fyri meg sjálvari við tøkk frá Kris

 / Joan Højgaard