Kynsligur ágangur & avvarðandi

Skeið til avvarðandi

Tá menniskju hava verið fyri kynsligum ágangi í barna- ella ungdómsárunum, vísa seinárinini seg ofta seinni í lívinum sum bæði sálarligir, likamligir og/ella sosialir trupulleikar.

Fyri summi kan tað gera, at tað verður torført hjá teimum at vera í tøttum sambondum og hava onnur nær at sær, antin/ella likamliga ella sálarliga.

Eingin upplivir ágangin á sama hátt – hvørki tann, sum hevur verið fyri áganginum ella tey avvarðandi. Serliga tí tað eru tey fægstu avvarðandi, sum hava royndir av tílikari støðu áður.

Men hvussu kann ein so vita, hvat er rættast at gera? Hvat hevur hin brúk fyri og hvat hevur ein sjálv/urbrúk fyri?

• Hvussu kanst tú hjálpa, men samstundis ansa eftir tær sjálvum?

• Hvussu kann tykkara samband ávirkast av seinárinum – tú, tín vinur, familjulimur, starvsfelagi.

• Hvussu bert tú teg at, stúranir og hugsanir um egnan leiklut í viðgerðini av seinárinum.

Skeiðið er skipað sum undirvísing, har tað er møguligt at seta spurningar og eisini kjakast.

Endamálið á skeiðnum er; at tú fær eitt forstáilsi av teimum avbjóðingum, sum vanliga eru knýttar at kynsligum ágangi. Á hendan hátt kanst tú betri fyrihalda teg til tann, sum hevur verið fyri kynsligum ágangi.

Vitjan úr Grønlandi

Tann 31. oktober fekk KRIS vitjan úr Grønlandi.

Tað vóru 3 kvinnur, sum arbeiða í Paarisa. Paarisa arbeiðir við fyribyrging innan sosiala og heilsufakliga økið og er ein partur av eind undir Socialstyrelsen.

KRIS hevur samstarv við Paarisa. Til dømis er filmurin um mørk umsettur til føroyskt í samband við undirvising til tey smærru børnini.

Filmurin kann síggjast á: https://www.youtube.com/watch?v=LmUmLDyrVMw…

Eftirmeting av ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum tann 5/10 -2023

Ein íløga í menniskju, er ein íløga í framtíðina.

“Tað hvørvur ikki av sær sjálvum”

Vit hjá KRIS eru sera fegin um og takksom fyri sera stóru undirtøkuna til ráðstevnuna. So at siga allir fakbólkar í Føroyum vóru umboðaðir – og tað vísir okkum, at tørvur er á fakligari áfylling innan júst hetta økið.

Sirið Stenberg, landstýriskvinna í almanna- og mentamálaráðnum, setti ráðstevnuna. Hon helt, at heitið “Tað hvørvur ikki av sær sjálvum” var eitt sera væl valt heiti. Grundgevingin fyri at vit valdu júst hetta heitið sum yvirskrift, er, at tað liggur ein tvíbýttur týdningur aftan fyri.

  • Fyri tað fyrsta: vit mugu tora at lýsa og seta orð á kynsligan ágang. Um vit ikki gera tað, hvørvur tað ikki at sær sjálvum.
  • Fyri tað næsta: vit vita, at ein stórur partur av teimum sum líða av seinaárinum av kynsligum ágangi, hava tørv á hjálp, tí seinárin hvørva ikki av sær sjálvum.

Tað krevur upplýsing, kunning og menniskjasliga og fíggjarliga orku at basa hesum stóra trupulleika – og vit loysa hann best í felag.

Sirið Stenberg nevndi grooming/lokking – hetta vita vit, at arbeitt verður við. SSP hevur havt og hevur framvegis sjóneykuna á grooming á netinum.

Grooming fer ikki bara fram á netinum. Hetta kann henda allastaðni, har børn og vaksin eru saman. Og tað hendir allastaðni. Eisini har børn eiga at kenna seg tryggast. Heima, hjá næstringum, vinum, í grannaløgum, samkomum, felagsskapum og so framvegis.

KRIS gleðist um, at uppskot er lagt fram til broyting í revsilógini um grooming, sum nú verður kriminaliserað í Føroyum!

Vit hjá KRIS eru samd um, at lógarbroytingar eru eitt sera týdningarmikið stig, men tað kann ikki standa einsamalt. Katrin Thorsvig Hansen høvuðsákæri nevndi, at longd av revsing ikki er fyribyrgjandi í sær sjálvum. KRIS heldur, at líka mikið hvønn dóm rætturin ásetur, so eigur altíð ein viðgerðardómur at fylgja við í ásetingini.

Nógv hevur verðið frammi um orðingar, sum t.d. samlega við barn og barnaporno. Hetta eiga vit at broyta. Samlega við barn er neyðtøka og eitt kynsligt brotsverk. Barnaporno er talgild kynslig brotsverk móti børnum. Og satt er, sum Sirið Stenberg nevndi í setanarrøðuni: Orð skapa eisini veruleika.

Tølini frá kanningini hjá KRIS um títtleikan av kynsligum ágangi í Føroyum, benda á at stórur tørvur er á hjáp til tey, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. Erlin Fles, sálarfrøðingur vísir í síni framløgu á útsøgn hjá Ask Elklit, professara í klinisk psykologi, sum sigur at .. seksuelle overgreb er Danmarks største folkesundhedsmæssige problem.

Meginmálið eigur at verða, at eingi børn, ung ella vaksin verða fyri kynsligum ágangi. Týdningurin av einum tíðliga fyribyrgjandi parti kann tí ikki metast ov høgt. Tað skal setast inn, áðrenn ágangurin yvirhøvur hendir.

Børn skulu hjálpast til at seta mørk, og tí skulu tey læra um rættindi, kenslur og mørk, eins og tey skulu fáa eina vitan um møguleikan at leita sær hjálp, um tey verða fyri kynsligum ágangi. Foreldrini hava sjálvandi høvuðsábyrgdina at tryggja børnunum ein tryggan uppvøkstur. Aðrir persónar sum hava vanligt samband við børnini í gerandisdegnum, kunnu eisini verða við til at tryggja, at børnini verða ílatin til at handfara spurningar um hesi evni. Ein væleydnaður partur til at fyribyrgja kynsligum ágangi er treytaður av, at tabuini á økininum verða niðurbrotin. Tí er neyðugt at gera upp við óttan fyri at nerta við evnið um kynsligan ágang á børn, og at orð verða sett á trupulleikarnar, soleiðis at børn og ung ikki eru bangin fyri at tosa opið um evnið. Hetta er ikki minst galdandi fyri persónar, sum í samband við teirra yrkisgrein uppliva ítøkiligar hendingar av kynsligum ágangi.

Í framløgunum hjá Ingrid Kristine Aspli, Mogens Christensen, Rasmus Hinrichs og Erling Fles, varð dentur lagdur á, at fakfólk sum arbeiða við børnum, ungum og vaksnum eiga at verða betri ílatin til at síggja tekin og atburð, sum kunnu benda á mistrivnað. KRIS hevur í rúma tíð bjóða undirvísing og kunning fram til fakfólk og onnur.

Undirvísingarumhvørvið á skúlum og øðrum útbúgvingarstøðum skal styrkja møguleikarnar hjá luttakarunum fyri menning og læring. KRIS mælir til, at skúlar og útbúgvingarstøð hava eina tilbúgving, sum stuðlar við at gerast varug við møguligar trupulleikar, og eina virkisætlan, um illgruni um ágang móti børnum tekur seg upp.

Undirvísing til fakfólk skal tryggja, at hesi fáa kunning til tey serligu viðurskifti, sum gera seg galdandi í samband við fyribyrgjan av kynsligum ágangi á børn og ung.

Sum KRIS saman við mongum øðrum, hevur víst á, er neyðugt við samstarvi. Á  pallborðkjakinum vísti Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum á, at arbeitt verður við at seta á stovn eina hot-line, har fólk kunnu venda sær til eitt høvuðs-telefonnummar og síðan verða hjálpt víðari harfrá. Tað hevði lætt um hjá teimum sum leita sær hjálp og ikki vita, hvønn tey skulu venda sær til. Sambært Djóna Nolsøe Joensen, verður hetta klárt um 2 – 3 mánaðar.

Arbeiði við at basa kynsligum ágangi eigur at verða eitt felagsátak. Johnny í Grótinum vísti á samfelagsliga og peningaliga kostnaðin. At tað er ein langtíðaríløga, sum loysir seg í longdini. Vit eiga ikki at verða bangin fyri at seta íløgur í menniskju.

Ein íløga í menniskju, er ein íløga í framtíðina.

Ráðstevna í Norðurlandahúsinum 04.10.23

Ráðstevnan skal geva íkast til upplýsing og orðaskifti um kynsligan ágang og seinárin av kynsligum ágangi. Tað gera vit við at bera fram og kjakast um vitan og gransking um ágang og ikki minst, hvussu vit basa hesum trupulleika.

Ráðstevnan vendir sær til sálarfrøðingar, læknar, heilsufrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsuhjálparar, námsfrøðingar, lærarar, ymisk feløg t.d. ítróttar- og skótafeløg, samkomur, kirkjur, eins og foreldur og aðrar umsorganarpersónar.

Keyp atgongur merki á:

https://www.nlh.fo/fo?event=9864/tad-hvoervur-ikki-av-saer-sjalvum

Aðalfundurin 2023

Á aðalfundinum, ið var leygardagin 1.april, ynskti Irena Eysturdal ikki at stilla uppaftur. Í hennara stað varð vald Bodil Simonsen.

Nevndin í KRIS 2023:

Beinta M Pedersen forkvinna 

Gvødbjørg West nevndarlimur

Maiken Eriksen nevndarlimur

Bodil L M Simonsen nevndarlimur

Beinta M Andreasen eykalimur

Winnie H Andreasen eykalimur

KRIS kannar kynsligan ágang

Um vit skulu basa trupulleikanum, hevur tað stóran týdning at kenna tølini. Tað sigur felagsskapurin KRIS, sum í hesum døgum kannar títtleikan av kynsligum ágangi í Føroyum.

Kanningin hjá KRIS hevur tvey endamál – at staðfesta títtleikan av kynsligum ágangi í Føroyum. Og í øðrum lagi, at vera grundarlag fyri nýggjari kanning, sum skal nágreina hjáárini hjá teimum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. 

Sí her: https://kvf.fo/netvarp/sv/2023/04/03/kris-kannar-kynsligan-agang