Hví gongur so long tíð áðrenn sagt verður frá kynsligum ágang?

Í miðal ganga minst 17 ár frá tí at eitt barn hevur verið fyri kynsligum ágangi, til viðkomandi sigur frá. Hetta vísir ein kanning í psykologtidsskriftet.no
Orsøkin til hesa longu tilgerðartíð eru mangar og torgreiddar. Í hesi grein verður víst á grundir, sum ótti fyri at eingin fór at trúgva teimum, skuldarkensla, at tey høvdu skotra hendingina burtur, væntandi fatan og hugtakskarmar og at tey ikki vistu hvussu ella til hvønn tey skuldu venda sær.

Les alla greinina : Her

Betri deildin hjá B36 stuðlar KRIS

Eins og seinasta kappingarár gleðast vit um, at ítrótturin er við til at varpa ljós á bannhalgaða evnið, kynsligur ágangur.

Hetta kappingarárið hevur fótbóltsfelagið B36 valt at stuðla KRIS, við at besta lið teirra spæla við KRIS merkinum á ermuni.

KYNSLIGUR ÁGANGUR Á BREDDANUM – TÍÐINDASKRIV FRÁ KRIS

KRIS er ein hjálparfelagsskapur, sum hevur til endamáls geva tí kynsliga misnýtta vegleiðing og hjálp, og at upplýsa um kynsligan ágang. KRIS hjálpir og stuðlar ungum og vaksnum, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, og næstringum teirra.
KRIS upplýsir um kynsligan ágang og um fyribyrging ímóti kynsligum ágangi, og arbeiðir málrættað við at gera tey, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, før fyri at liva eitt vanligt lív og geva teimum vónina aftur um eina betri framtíð
Upplýsingarátak í Grønlandi
Vit gleðast um, at ST og hjálpar felagsskapurin fyri børn, Unicef, varpa ljós á og eru farin undir eitt upplýsingar átak í Grønlandi, har málið er at bróta tøgnina um kynsligan ágang og at læra fólk at síggja tekin um ágang og seta orð á ágangin
Stúran er um støddina av kynsligum ágangi og fyri umsorganarsvíki hjá grønlendskum børnum.Hetta varð staðfest í september í fjør, tá Grønland, Føroyar og Danmark vóru til próvhoyring í Barnaráðnum hjá ST í Genéve, um hvussu tað gongur við at tryggja børnum teirra rættindir.
Í oktober í fjør almannakunngjørdi ráðið eina røð av niðurstøðum og viðmælum um, hvussu rættindi hjá børnunum kunnu verða betri tryggjaði – bæði í Danmark, Føroyum og Grønlandi
Upplýsingarátak í Føroyum
KRIS hevur arbeitt við seinárinum innan kynsligan ágang síðan ár 2000, og er nógv hent hesi árini. Tað eru nógv, sum hava brotið tøgnina og sagt frá um hvussu tey hava fingið hjálp frá KRIS.
Umleið 150 menniskju, yvir 18 ár, venda sær til okkara um árið. Hetta eru menniskju, sum stríðast við seinárin av kynsliga áganginum, sum tey hava verið fyri sum børn.
Vit eiga at hugsað um avleiðingarnar av hesum øgiligu gerðum, sum børnini hava verið fyri. Hesin ágangurin fevnir ikki bara um tann, sum er misbrúktur, men breiðir seg sum ringar í vatninum í alla familjuna og alt nærumhvørvið.
KRIS, arbeiðir málrættað móti eini 0-hugsjón. Tí halda vit, at tað er sera umráðandi at gera átøk, har sjóneykan verður sett á tey vaksnu, sum hava við børn at gera – bæði foreldur, fakfólk og onnur. Í hesum sambandi kunnu vit siga frá, at KRIS er í holtur við at umseta og geva út upplýsandi tilfar, sum skal latast til stovnar, felagsskapir og onnur, sum arbeiða við børnum. Eisini er okkara ynski, at kunna koma á stovnar, skúlar, felagsskapir og undirvísa í tí truplu handfaringini, tá tað ræður um evnið kynsligur ágangur.
Í samráð við SMISO Hordaland, hava vit nomið okkum kunnleika og førleika til at undirvísa yrkisfólki í fyribyrging av kynsligum ágangi. http://smiso-hordaland.no
Grein 19 í Barnarættindasáttmálanum:
1. Luttakaralondini skulu seta í verk øll hóskandi lóggávulig, fyrisitingarlig, samfelagslig og útbúgvingarlig tiltøk til at verja barnið fyri øllum sløgum av kropsligum ella sálarligum ágangi, skaða ella misnýtslu, vanrøkt ella vanrøknari viðferð, harðskapi ella úrnýtslu, m.a. kynsligari misnýtslu, meðan foreldrini, verjin ella onnur hava barnið undir hond.
2. Slík verndartiltøk eiga í hóskandi mun at fevna um munagóðar leiðreglur, eins væl og um at búgva til virkisætlanir, sum kunnu veita tann neyðuga stuðulin til barnið og til teirra, sum hava barnið undir hond, sum til onnur sløg av fyribyrgingum og eyðmerkingum, fráboðanum, tilvísingum, kanningum, viðgerðum og framhaldsviðgerðum av tilburðum av harðskapi ímóti børnum, sum greitt er frá omanfyri og um neyðugt til rættarsókn.

Kynsligur ágangur skal ongantíð góðtakast, og málið hjá okkum má vera, at í Føroyum skal eingin vera fyri kynsligum ágangi. Og fyri tey, sum hava verið fyri ágangi, eiga vit at gera alt, vit eru før fyri, til tess at bøta um árinini. Latið okkum sum land taka hetta álvarsmál upp. Latið okkum saman taka okkum betri av okkara børnum, ungu og vaksnu.

Kynsligur ágangur á talgildum miðlum

Hvussu tosa vit við børn og ung um kynsligan ágang á talgildum miðlum?
Red Barnet arbeiðir áhaldandi við at forða fyri harðskapi og kynsligum ágangi á børn og ung. Tá talan er um kynsligan ágang, er hetta eitt økið, ið er sera tabuiserað og ofta vita børn og ung ikki sjálvi at tað, tey hava upplivað, er kynsligur ágangur og at tað er bannað.
Seinastu tíðina hava vit somuleiðis hoyrt nógv um kynsligan ágang á talgildum miðlum og um spjaðan av nakinmyndum.
Vit, sum eru eru um børn og ung, foreldur ella yrkisfólk, eiga at tosa við børnini um, hvussu tey ferðast á alnótini og eiga at stuðla teimum í at siga frá, um tey uppliva slíkan ágang.
Red Barnet hevur skrivað nøkur góð ráð til vaksin um, hvussu vit kunnu hjálpa børnum og ungum.

Les meira á heimasíðuni hjá Red Barnet Her

Fyrningarfreist strikað í Danmark

Fyrningarfreistin fyri kynsligan ágang á børn og ung er nú strikað í Danmark.
Fólkatingið hevur samtykt eitt lógaruppskot frá Justitsministeriet um at strika fyrningarfreistina í málum um kynsligan ágang.

Lógin kemur í gildið 1.april 2018. Tó eru avmarkingar í lógini um mál, ið longu eru fyrnað.

Vísandi til §6, er lógin tó ikki galdandi fyri Føroyar og Grønland , men vónandi gongur ikki long tíð fyrr enn hetta eisini verður galdandi her heima.

Les meira á Justitsministeriets hjemmeside:  Her

Til lógaruppskot nr. L 31: Her

KRIS umboðað á temakvødinum 30.jan

Á triðja og seinasta temakvøldinum um pedofili, ið Bituff  skipaði fyri í Skótahúsinum við Løkin í Runavík tann 30.jan, tosaði Gvøðbjørg West frá KRIS um hvussu lívið kann vera eftir kynsligan ágang?

Hetta kvøldið tosaði eisini Turið Horn um, hvat tað ger við familjuna og um hvønn tørv ein hevur ,sum familja, eftir avdúking av kynsligari misnýtslu.
Sunrid Traðará frá løgregluni, segði eisini frá hvussu løgreglan arbeiðir við sakum um kynsligan ágang móti børnum.

Evnið hesaferð var : Vit mugu tora at tosa um viðgerðina, prosessina og tey avvarandi

Les meira um Bituff: Her

 

 

 

Jólaheilsan

Eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hava stuðlað okkum í hesum hendingaríka ári sum brátt er farið.
Árið 2017 hevur verið sera hendingarríkt hjá KRIS. Nógv er hent og nógv er eftir at gera. Vit takka fyri gott samstarv og fara vit við treysti undir nýggju uppgávurnar í komandi ári.

Gleðilig jól og gott nýggjár
Glædelig jul og godt nytår
God jul og godt nytt år

Loyndarmálið – teknifilmur til børn um góð og ring loyndarmál

SMISO Hordaland hevur, saman við Raindog Studio, og við stuðli frá Helsedirektoratet framleitt ein teknifilm til børn, um góð og ring loyndarmál. Filmurin eitur Loyndarmálið.
SMISO- Senter mot incest og seksuelle overgrep, er ein miðstøð fyri ung, kvinnur og menn, ið hava verið fyri kynsligum ágangi.
www.smiso-hordaland.no

Sí filmin Her