Kris kannar títtleikan av kynsligum ágangi í Føroyum

Eisini á hesum økinum manglar okkum tøl, sigur Erlig Fles, sálarfrøðingur, sum er knýttur at felagsskapinum, Kris.
Tølini eru tó ein fyritreyt fyri, at vit til fulnar skilja, hvussu stórur trupulleikin er, og hvussu hann frægast kann loysast

Hetta er ein undankanning av títtleikanum. Seinni verður farið undir at gera eina kvalitativa kanning í Føroyum, sigur Erling Fles, sálarfrøðingur.

Eisini á hesum økinum manglar okkum tøl, sigur Erlig Fles, sálarfrøðingur, sum er knýttur at felagsskapinum, Kris.

Tølini eru tó ein fyritreyt fyri, at vit til fulnar skilja, hvussu stórur trupulleikin er, og hvussu hann frægast kann loysast.

Kris hevur tí lagt spurnarkanning á netið. Undirtøkan hevur higartil verið góð, men tey vóna, at enn fleiri fara at taka lut. Ikki minst mannfólk, sum tykjast vera heldur trek at svara.

Hetta er ein undankanning av títtleikanum. Seinni verður farið undir at gera eina kvalitativa kanning í Føroyum, sigur Erling Fles.

Leinki til kanningina finnur tú her.

Lurta her: https://kvf.fo/gmf?sid=154546

Títtleiki av kynsligum ágangi í Føroyum 

KRIS kannar í hesum døgum títtleikan av kynsligum ágangi í Føroyum.

Kynsligur ágangur er framvegis ein stór avbjóðing í okkara samfelagi. Tað vísa tølini av fyrispurningum til KRIS seinastu nógvu árini. Tað er eingin loyna, at kynsligur ágangur er ein partur av okkara samfelagi, men tíverri eru tað nokk fleiri, sum framvegis halda kynsligan ágang loyniligan. KRIS metir, at vit í Føroyum hava eitt høgt skuggatal, tá ið talan er um kynsligan ágang.

Tískil er KRIS farið í holtur við at gera eina kanning, sum skal fáa til høldar tøl í samband við kynsligan ágang í Føroyum.

Kanningin er dulnevnd og vónar KRIS, at tað kann vera við til, at vit fáa til vega álítandi tøl í samband við hesa avbjóðing.

Úrslitið av kanningini verður lagt fram seinni í ár, tá ið KRIS skipar fyri stórari ráðstevnu.

Kanningin er ætlað øllum føroyingum, sum eru 18 ár og eldri.

Hvat er kynsligur ágangur?

Kynsligur ágangur er, tá ið ein vaksin setur eitt barn ella ungan í eina støðu, har talan er um kynsligt innihald, har barnið/persónurin, ikki er førur fyri at geva samtykkið ella at skilja tað, sum hendir. Tað kann verða við myndum, orðum, nerting ella samlega.

Leinki til kanningina:   https://da.surveymonkey.com/r/ZS566HK

Flýggjaði inn í tónleikin


“..kanska onnur eisini kunnu fáa mót at koma út við tí. Tí her er hjálp at heinta”.

Stanley Samuelsen sigur frá um, tá hann sum lítil smádrongur varð kynsliga misnýttur, um at tað gingu meiri enn 40 ár áðrenn hann kom út við tí og hvørjar avleiðingar tað hevði fyri hann.

Góðu valevnir!


Tað verður nógv lovað og kjakast, nú tað stundar til val. Eg eri sera glað um, at vit hava so mong valevnir, sum brenna fyri øllum hesum ymisku økjunum og evnunum. Tað er av stórum týdningi, at vit eru eitt fjølbroytt samfelag við nógvum møguleikum – og ikki minst møguleikum til hjálp, tá ið skaðin ella kreppan ger um seg. Eg vil við hesum skrivi, bara minna á økið, sum snýr seg um kynsligan ágang. Kynsligi ágangurin er tíverri alt ov nógvur í Føroyum – enn tann dag í dag. Tó skal sigast – tíbetur eru fleiri batar á økinum, tá ið hugsað verður um hjálp til einstaklingar og familjur teirra. Men! Tíverri eru vit ikki komin á mál – og framvegis eru sera langt eftir á mál, tá ið talan er um fyribyrgandi og upplýsandi tiltøk.

KRIS hevur virkað síðani 2000 og hevur í hesum tíðarskeiði, veitt hjálp til bæði einstaklingar, familjur, stovnar, leiðarar, ítróttafeløg og aðrar felagsskapir. Í dag vita flestu føroyingar, hvat Kris er og eisini, hvat kynsligur ágangur er, men tíverri er langt á mál, har vit sum land kunnu siga, at vit megna at nøkta tørvin á hjálp og vegleiðing í samband við kynsligan ágang.

Kynsligur ágangur er harumframt tíverri eitt tabuevni nógvastaðni. KRIS hevur øll hesi 22 árini, ið tað hevur virkað, verið ein virkin partur á økinum – bæði í samband við hjálp til tey, ið hava upplivað kynsligan ágang og seinastu árini eisini verið virkin á fyribyrgandi og upplýsandi økinum. Hetta er gjørt bæði við løntum og sjálvbodnum arbeiði. Vit kundu gjørt so nógv meiri – men tíverri eru pengar og ressursir ikki til tess. Tørvurin er her – er viljin at hjálpa eisini her?

KRIS hevur hesi seinastu 22 árini verið við til at:

  • hjálpt fólki út á arbeiðsmarknaðin aftur
  • hjálpt fólki at tosa meiri opið um kynsligan ágang
  • hjálpt fólki at fingið meiri kunning um kynsligan ágang
  • ført hagtøl í samband við kynsligan ágang
  • undirvíst á skúlum og stovnum kring landið
    Umframt alt hetta – hava vit eisini sett eina tilbúgving á stovn, sum er tøk alt samdøgrið, har bæði einstaklingar, familjur, leiðarar, stovnar, fyritøkur og frítíðarfelagskapir kunnu venda sær til, um støður í samband við kynsligan ágang eru ov truplar at handfara.

Vinarliga
Beinta M. Pedersen
forkvinna í KRIS

Tilbúgving í samband við kynsligan ágang

KRIS hevur sett í verk eina tilbúgving í samband við kynsligan ágang. KRIS hevur seinastu nógvu árini veitt ráðgeving og undirvísing til bæði almennar stovnar og eisini persónar og familjur teirra. Hesi seinastu árini hava vit upplivað, at tørvurin á eini tilbúgving er nógv vaksin – bæði til leiðarar, lærarar, námsfrøðingar og starvsfólk annars, familjur og eisini tey, ið arbeiða við børnum og ungum í frítíðartilboðum. Fyrstu liður í eini tilbúgving er altíð fyribyrgjandi arbeiði og upplýsing – og hava vit í fleiri ár arbeitt við hesum. Tað eru tó seinastu árini komnir alsamt fleiri fyrispurningar um hjálp til at handfara støður á ymiskum stovnum kring landið – og eisini í familjum. Vit hava tískil víðkað okkara tilbúgving til eisini at fevna um:

  • Kreppustøður
  • Ráðgeving til stjórar, leiðarar & starvsfólk
  • Ráðgeving til foreldur & familju
  • Ráðgeving í samband við íverksetan av eini tilbúgvingætlan á stovnum og fyritøkum
  • Undirvísing & upplýsing er framhaldandi ein partur av tilbúgvingini

Vit veita soleiðis ráðgeving til stjórar, leiðarar og starvsfólk, hvussu hesi kunnu handfara støður í samband við møguligan kynsligan ágang og har kynsligur ágangur er framdur. Vit veita ráðgeving, har stovnar ella fyritøkur ynskja at arbeiða við tilbúgvingarætlan og øðrum fyribyrgjandi tiltøkum. Vit veita eisini ráðgeving til foreldur og familjur teirra. Vit undirvísa og uppplýsa úti á skúlum, dagstovnum og  frítíðartilboðum. Harumframt eru vit eisini tøk til at ráðgeva og vegleiða, tá ið kreppustøður hava tikið seg upp í samband við kynsligan ágang.

Tilbúgvingin í samband við kynsligan ágang svarar alt samdøgrið á tel. 448181. Eisini ber til at senda fyrispurningar á info@kris.fo.

Altjóða dagur í samband við fyribyrging av harðskapi og kynsligum ágangi móti børnum.

Leygardagin 19. Nov, var altjóða dagur í samband við fyribyrging av harðskapi og kynsligum ágangi móti børnum.

KRIS heldur, at tað sum er mest umráðandi, fyri at kunna fyribyrgja ágangi er, at geva børnunum kunning. At vit upplýsa um kynsligan ágang og vitanina um, hvar tey kunnu fáa hjálp, um brúk er fyri tí.

Tað er lættari at fyribyrgja, um vit tora at tosa um hesi evnir

Sjálvhjálparbólkar

Sjálvhjálparbólkar fyri kvinnur byrja eftir heystfrítíðina

Hvar ? 

Í hølinum hjá KRIS á Toftum

Hvussu ofta ? 

12 ferðir

Hvussu leingi ? 

2 tímar

Hvønn eru bólkarnir til?

Sjálvhjálparbólkar til tey, ið ynskja at vera saman við øðrum, ið eisini hava upplivað kynsligan ágang.

Allir bólkarnir hava ein bólkaleiðara, ið hevur ábyrgd av bólkinum.

Tað eru í mesta lagi 6 persónar í hvørjum bólki.

Ynskir tú at melda teg til ella at vita meiri, skriva til info@kris.fo ella ring á tel. 44 81 81.