6. august 2017

hey, eg eri ein genta á 13 ár (14 skjótt) og eg veit ikki orduliga hvat eg skal gera.
fyri eini 10 døgum síðani var eg úti við nøkrum vinkonum. vit foru so heim til eina. Klokkan varð so vorðin eitt sindur nógv so eg og tvær aðrar vinkonur fóru at ganga heim, tann eina búði beint við, og so vóru tað bara eg og ein onnur. Tá vit so gingu heim, møttu vit einum dreingi (ið vit kendu væl og var á sama aldri), hann kom so bara við okkum, so gingu vit trý til húsið har hin vinkonan búði, hon fór inn, og tað vóru bara vit einsamøll.
Eg bleiv ræðuliga bangin, eg føldi á mær at nú fór okkurt at henda. Hann spurdi meg nógvar fúlar spurningar, og so spurdi hann um eg ikki tímdi at fara aftan fyri eitt hús at gera okkurt, eg segði “nei, eg burdi fari heim nú, klokkan er nógv”, men hann tók meg avlikavæl aftanfyri húsið. Hann føldi uppá reyvuna og boppurnar, hann togaði buksurnar niður sjálvt um eg ikki vildi, og hann fingraði mær so, og hann spurdi um eg ikki vildi føla murtin hjá honum, eg segði nei og at eg ikki tímdi, men hann tók hondina hjá mær og koyrdi hana á murtin, eg royndi at toga hondina vekk men hann var sterkari enn eg.
Hann royndi at gera alt møguligt, og eg segði nei og royndi at fara eitt sindur aftur, men hann gjørdi tað avlikavæl. Og eg veit ikki orduliga hvat hendi, men tað var akkurát sum at eg hugsaði so langt, men avlíkavæl kláraði eg ikki at hugsa, og tað var akkurát sum mín kroppur frysti, eg kláraði einki at gera, eg var so bangin og skelka, hann bleiv við at gera føla uppá meg, og eg kláraði onki at gera. Einaferð so ringdi mín vinkona mitt meðan hann stóð og føldi uppá meg (eg fekk einaferð møguleikan at skriva “hjálp” til hana, og at eg var sjálv við honum, meðan hann ikki sá), eg kláraði ikki at svara, hon ringdi umaftur og umaftur, so spurdi hann um eg ikki skuldi svara. Eg tók telefonina, eg skalv á røddini, eg var so ræðslusligin, eg kláraði næstan ikki at snakka, tí hann stóð beint aftanfyri meg, hon spurdi um hann var har, eg segði ja, hon visti ikki, hvat hon skuldi gera, eg legði so á, tí eg kláraði ikki at snakka. Eg segði so umaftur og umaftur við hann at eg mátti fara heim, og til endans lat hann meg fara. Eg gekk so heim.
Eg legði meg í songina, tað føldist enn sum mín kroppur bara var frystur. Eg kláraði ikki at gráta, og um eg hevði klárað at grátið, so hevði eg grátið og ongantíð steðgað! Men tárinu komu ikki fram, tað var sum kenslurnar vóru steðgaðar upp, eg visti ikki hvat eg føldi ella hvat eg skuldi gera, eg var í chok!
Aftaná hetta var hent, lat hann sum um einki var hent, tað gjørdi bara alt nógv verri uppá ein máta, men tað var gott at hann ikki segði tað fyri nøkrum.
Teir næstu dagarnir føldi eg meg eitt sindur forvirraða, ræðuliga kedda, óða og skelkaða, hjarta føldist so tungt, og tað ger tað enn, og eg havi tað ræðuligt.
Eg fortaldi einum vini hvat var hent, og hann segði beinanvegin at tað var kynsligur ágangur, og at eg hevði kunnað melda hann. Eg trúði ongantíð at nakað sovorit fór at henda mær, men tað gjørdi tað:( Eg havi ikki orduliga hug at melda hann, tí hann er undir aldurinum at fáa dóm.
Eg ætlaði bara at spyrja hvat eg kann gera fyri at fáa tað betri, tí at eg havi tað RÆÐULIGT beint nú, og skúlin byrjar skjótt aftur, og eg klári ikki at fara í skúla, um eg blívi við at hava tað so.:/