16. september 2018

Eg havi ein spurning viðvíkjandi tí sum eg havi upplivað sum barn og ung. Ein maður í familjuni plagdi at koyra túrar við mær av og á, hóast eg segði at eg ikki vildi við honum. Hann plagdi at parkera bilin langt frá bygdum øki, og so kelaði hann meg um kjálkan eftir arminum, niður á bringuna og innanlærs. Eg var bangin og upplivdi tað sera óbehagiligt. Ímeðan spurdi hann meg um sjeikar, um eg hevði verið saman við nøkrum og hvat mær dámdi av sovorðnum. Eg skilti ikki hvat hann meinti við, tí eg var for ung til at hava sjeikar. Eg fái tað ringt av at hugsa um hesar upplivingarnar og tá eg síggi hann, men eg skilji ikki helt hví. Eg fái tað eisini í dag ofta ringt av at onkur rørir við meg og havi tað trupult við intimiteti. Einki álvarsligt er hent sum eg minnist tað. Mín spurningur er tí, hví ávirkar hetta meg og hvat kann man kalla tað hann hevur gjørt? Vh