30. oktober 2018

Eg havi fingið fráboðan um kynsligan ágang í familjuni. Tann, ið framt skal hava og familja hansara, eru nú av tí húskinum útifryst úr øllum familjutiltøkum. Øll hini bjóða øllum og tá gerast hesi óð.
Sjálv liggi eg inni við tyngjandi vitan, at tann, ið framt hevur , sjálvur hevur verið misnýttur av einum okkara ið gongur “fríur í familjuni. Hann hevur borið hetta einsamallur alt lívið, óivað fyri at bjarga familjuni. Eg havi illgruna um, at viðkomandi, ið gongur fríur eisini hevur gjørt teg inn á onnur í familjuni, sum ikki traðka fram.
Sjálvandi skulu misbrot koma fram í ljósið, MEN eg haldi tað vera so átaluvert, at sálarfrøðingar ditta sær at siga við blaðungar gentur, at tey kanska eru misbrúkt, uttan at hava eitt trygdarnet at hjálpa teimum og familjini sum heild. Genturnar ganga ikki til sálarfrøðing, tí tað er ov krevjandi fyri tær. Vóru tær klárar at fáa slíka vitan, ella er hetta kanska eisini harðskapur framdur móti teimum? Hvat billa tey sær inn? Hvør skal handfara støðuna, sum hevur gjørt øll til offur og komandi ættarlið við? Er tað í lagi bara at tosa uttanum, ongantíð á røttum stað, at lata tøgnina tala og einki at gera við nakað sum helst enn at lata standa til? Tað fingu sálarfrøðingarnir burturúr.
Sjálv havi eg mær vitandi ikki framt ágang, men nú ætli eg mær at boða frá, at vit ikki longur kunnu kallast ein familja og at eg tí meldi meg út. Eg ætli mær ikki til nakran føðingardag, barnadóp, brúdleyp ella aðra veitslu afturat hjá nøkrum í familjuni. Eg eri sinnað at sígga hvørt húskið sær men ikki tá næstan øll familjan er samlað, men eitt húskið útihýst.
Eg eri í øðini um, at vit enn eru so stuttskygd bara at hugsa um sokallaða offrið og gloyma, at fremjarin eisini er eitt offur. Vit vita, at yvir 90% av teimum IKKI eru pedofilar, men sjálvi eru dysfunktionel og ofta hava upplivað tyngjandi ágang sjálvi. Hví hyggur sálarfrøðin ikki at tí? Og eg eri so dansandi óð, at bara ein í familjuni skal heingjast út og ikki onnur, sum eru líka ring. Harumframt haldi eg, at vit øll eiga eina ábyrgd, men hana taka vit ikki á okkum, tí tað eitur, at tað er so synd í mær, hini skíti eg á. Sjálvandi havi eg, sum ikki havi framt kynsligan ágang móti nøkrum eisini eina ábyrgd at hava loyvt einum persóni at hava sitið fastur í leiklutinum sum lortaspannin í familjuni, til hann sjálvur fellur og nú verður útihýstur.
Eg kundi hugsað mær at vita, um tit halda tað er í lagi at knúsa familjur og framtíðar ósek til frama fyri einum sannleika eina? Hvat tit halda um, at eg meldi meg heilt út úr familjuni fyri ongan at særa, so eg sleppi úr hesi fjøkjuni, sum øll eru tvangsinnløgd í? Er tað ikki best, fyri at sleppa undan at spæla við í einum skitnum, niðurbrótandi og duldum spæli, sum eingin professionellur loftar? Og hví eru tey, sum fremja ágang gjørt til slík bølmenni, at tey ikki so mikið hava ein kjans at traðka fram og biðja um hjálp? Hví eru tey ikki menniskju, sum vit øll onnur?
At enda ágangur er so mangt. Vit í familjuni hava upplivað líka so ringan ágang av øðrum slagi enn kynsligan ágang. Hví bara heingja ein út og ikki taka um familjuna sum heild ístaðin? Siga vit A, mugu vit eisini siga B, ella hvat?