Skuldarin

TAÐ ER ONGANTÍÐ TÍN SKULD!

Tað eru nógvir ymiskir mátar at bera seg at uppá:

Gentur, ið eru fyri kynsligum ágangi, halda mangan, at okkurt er galið við teimum sjálvum, við útsjónd ella verumáta teirra. “Eg gjørdi einki til tess at steðga áganginum, tí hendi tað”, hugsa tær.

Dreingir, ið eru fyri kynsligum ágangi, verða fyltir av skomm og hava ilt við at góðtaka, bæði fyri sær sjálvum og øðrum, at teir eru tvingaðir til nakað kynsligt. Tí siga teir mangan, at teir gingu sjálvir við til tað.

Tað er ALTÍÐ skemmarin sjálvur, ið hevur skuldina av kynsligum ágangi. Tí tín kroppur er tín kroppur, og eingin hevur rætt til at skemma tín kropp.

Kynsligur ágangur fer aloftast fram í loyndum, tí fyri skemmaran er tað nakað loyndarfult, ið fer fram. Hóast tað, so er tað, sum hendir, ONGANTÍÐ tín skuld. Sjálvt um tú lætst teg freista við gávum, pengum og øðrum.