Kunning til yrkisfólk

Harðskapur og kynsligur ágangur er tíverri ein partur av lívinum hjá nógvum børnum, og vandi er fyri at barnið kann verða ávirka av hesi hending, restina av lívinum. Vandi kann verða fyri at barnið misstrívist og lívsvirði minkar, eisini eftir at barnið er vorið vaksi.
Samfelagið hevur eina ábyrgd av, at børn vaksa upp í góðum og tryggum kørmum.
Í londum rundanum okkum vísir gransking, royndir og ráð frá børnum, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, at tað er sera umráðandi, at børn fáa eina vitan um evnið, so tíðliga, til ber.

Tí tað vit tosa um, kunnu vit gera nakað við.

Vit í KRIS arbeiða tí eisini við fyribyrgin og vilja á tann hátt verða við til at útinna okkara uppgávu og ábyrgd.

FYRILESTUR
Tað eru nógv arbeiðspláss og nógvir fakbólkar, ið venda sær til okkara tí tey ynskja meira vita og undirvísing um incest og kynsligan ágang.
Vit koma fegin út til tykkara og halda fyrilestur um evnið. Vit bjóða eisini fyrilestur og undirvísing í hølum felagsins.
Vit ynskja at vera við til at geva vitan um kynsligan ágang og um avleiðingar av kynsligum ágangi.
Set teg í samband við okkum, um tú ynskir ein fyrilestur. Vit kunnu tilrættaleggja upplegg sum hóskar júst til tykkara.

Hugtakið- Nýggjar leiðir,  les meira her:http://kris.fo/hugtakid/

TIL BARNAGARÐAR
Dirvi til at síggja – Tryggleika til at handla
Alt og ofta hoyra vit um børn, ið hava verið fyri kynsligum ágangi. Vit lesa í bløðum og vit hoyra og síggja í sjónvarpinum. Øll hesi mál ávirka okkum øll.
Trupuleikin er so stórur at WHO allýsir trupuleikan sum ein av stórstu fólkaheilsu trupuleikunum vit hava í dag.
Vit vita, at mesti ágangurin hendir á børn í barnagarðsaldrinum og tí ynskja vit eisini at seta fokus á fyribyrging í barnagørðum.