Hjá okkum kanst tú vænta

 

GÓSKUKRØV

Kris arbeiðir eftir hægst hugsandi standardum og normum, tá ið talan er um etisk og moralsk atlit og krøv. KRIS er óheft, bæði politiskt og átrúnaðarliga.

Hjá Kris kann tú tí vænta:

  • at alt fer fram í trúnaði
  • fáa persónliga ráðgeving og viðgerð
  • at møguleiki er fyri persónligum hjásita til ráðgevingina
PERSÓNLIG TÆNASTA

Vit bjóða okkum fram til at geva persónliga ráðgeving, viðgerð og supervisión – eisini eftir tilmæli og ávísing frá:

  • læknum
  • almannaverkinum
KRIS KANN EISINI BJÓÐA TÆR
  • Hjálp til at finna bøkur, filmar o.a. tilfar um hetta evnið
  • At taka lut á skeiðum
  • Limaskap í felagskapinum
KRIS HEVUR TIL ENDAMÁLS
  • Kris er ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, hvørs endamál er at geva tí misnýtta vegleiðing og hjálp, og at upplýsa um kynsligan ágang. Ítøkiliga arbeiðið hjá Kris er sostatt í tveimum.
  • Kris hjálpir og stuðlar ungum og vaksnum, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, og næstringum teirra.
  • Kris upplýsir um kynsligan ágang og um fyribyrging ímóti kynsligum ágangi.

Kris arbeiðir málrættað við at gera tey, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, før fyri at liva eitt vanligt lív og geva teimum vónina aftur um eina betri framtíð