Hevur tú verið fyri kynsligum ágangi?

HEVUR TÚ VERIÐ FYRI KYNSLIGUM ÁGANGI?

Stríðist tú við truplum minnum? Kennir tú teg einsamalla ella einsamallan og ørvísi enn hini? Ert tú troytt/troyttur, bangin og ørkymla/ur ? Roynir tú at fjala alt úeftir men hevur samstundis pínu innaní?
Ivast tú í, um lív títt kann gerast betri?
Hevur tú í langa tíð gingið einsamøll/einsamallur við hesum loyndamálið? Hevur tú leingi ætla tær at sagt frá, men ikki megna tað? Fleiri, ið hava verið fyri kynsligum ágangi siga frá ymiskum grundum fyri, at tey ikki tordu at siga frá :
Kanska fer ongin at trúgva mær !
• Kanska eg burdi eg tolt tað sum hendi. Onkur hevur tað helst verri enn eg
• Um eg sigi frá, so koma allar tær truplu kenslurnar fram aftur, ið eg havi roynt at fjalt í so nógv ár og tað megni eg ikki!
• Um eg sigi frá, so missi eg alt tamarhald!
Kynsligur ágangur kann hava við sær nógv seinárin.
Ymiskar sálarligar trupuleikar, innlæring og savningartrupuleikar, lágt sjálvsálit og sjálvsvirði, rúsmissnýtslu, angist og tunglyndi.
Hetta eru heilt vanligar avleiðingar av óvanligari hending.
Tú ert ikki einsamøll ella einsamallur.
Tú kanst koma til KRIS, uttan ávísing frá øðrum mynduleika og tilboðið er ókeypis
Okkara ráðgeving er faklig og kompetent og vit hava breiða vitan um kynsligan ágang og seinárin av kynsligum ágangi.
Hjá okkum kanst tú fáa hjálp til at styrkja tínar førleikar og tínar møguleikar fyri at fáa eitt gott lív aftur.

Vit tola at hoyra tína søgu!
Vit kunnu hjálpa tær við at arbeiða við tínum trauma, soleiðis at tú fært ró í lívinum víðari. Tú kanst brúka okkum sum tær passar best, alt eftir tínum egna tørvi. Endamálið er at tú kanst liva víðari, uttan at vera tínd av pínu og loyndarmálum.
Vit vita av royndum, at tað loysir seg at arbeiða við teimum ringu upplivingunum
Tú kanst megna tað!
Um tú vilt vita meira um okkum, kanst tú altíð ringja ella senda okkum ein teldupost. Alt er í trúnaði og øll starvsfólkini hava tagnaðarskyldu.