Um KRIS

 

HVUSSU ER KRIS?

KRIS er skipað sum eitt áhugafelag við einari nevnd, sum er vald á árligum aðalfundi, og sum skipar seg við formanni, næstformanni o.s.fr. KRIS hevur ein dagligan leiðara, sum hevur ábyrgdina av at leiða arbeiðið og skipa virksemið eftir viðtøkum felagsins.

HVUSSU ARBEIÐIR KRIS?

Høvuðsvirksemið hjá KRIS er
persónlig ráðgeving
sjálvhjálparbólkar
upplýsing og skeiðvirksemi

Umframt at hava nomið sær servitan innan viðgerð av kynsligum ágangi, eru viðgerðar og ráðgevar hjá Kris psykoterapeutar, familjuterapeutar, námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, lærarar o.l.

SJÁLVHJÁLPARBÓLKAR

Kris hevur 4 sjálvhjálparbólkar. Send ein teldupost til kris@kris.fo, um tú ynskir at verða í einum sjálvhjálparbólki.

STARVSFÓLK

Gvøðbjørg West
Dagligur leiðari og ráðgevi
Tel +298 21 88 81
Teldupostur: gvodbjorg@kris.fo
Sí CV her.

Malan Kjærbo
Sosialráðgevi
Teldupostur: malan@kris.fo

Sigvør Gregersen
Námsfrøðingur
Teldupostur: sigvor@kris.fo

Beinta M Pedersen
Heilsurøktari og forkvinna í KRIS
Teldupostur: beinta@kris.fo