Viðtøkur fyri Kris

 

VIÐTØKUR FYRI KRIS

§ 1
Upprunastøði og grundarlag
KRIS er ein sjálvboðin felagsskapur, ið veitir hjálp og ráðgeving til persónar í Føroyum, ið hava trupulleikar orsakað av kynsligari misnýtslu og kynsligum ágangi.

§ 2
Endamálið
Endamálið hjá felagsskapinum er at
– gjøgnum ráðgeving, vegleiðing og undirvísing at veita hjálp til persónar í Føroyum, ið hava trupulleikar orsakað av kynsligari misnýtslu og kynsligum ágangi, og gera tey før fyri at liva eitt lív í vón um eina betri framtíð,
– gera vart við og upplýsa um trupulleikar, sum kynslig misnýtsla og kynsligur ágangur hevur við sær,
– vera við til at fyribyrgja kynsligari misnýtslu og kynsligum ágangi,
– vísa á møguleikarnar fyri at fáa fakliga vegleiðing og dygdargóða hjálp.

§ 3
Limaskapur
Limir í KRIS eru tey, ið eru myndug og sum taka undir við grundarlagi og endamáli felagsins og hava goldið limagjald.
Limagjaldið er árligt, og upphæddin verður ásett á ársaðalfundinum fyri eitt ár í senn.
Limir í KRIS ábyrgjast ikki persónliga fyri skyldur hjá felagsskapinum.

§ 4
Aðalfundurin
Aðalfundurin í KRIS er hægsti myndugleiki felagsins.
Ársaðalfundur verður hildin einaferð um árið og skal verða hildin innan 5 mánaðir eftir, at roknskaparárið er lokið.
Á ársaðalfundi skulu fylgjandi evni viðgerast:
1. Val av fundarstjóra.
2. Frágreiðing frá nevndini um virksemi felagsins undanfarna árið og viðgerð av frágreiðingini.
3. Framløga og góðkenning av roknskapinum.
4. Val av 3-5limum og 2 eykalimum til nevndina.
5. Val av grannskoðara.
6. Áseting av árligum limagjaldi.
7. Viðgerð av innkomnum málum.
8. Ymiskt.
Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið ein meiriluti av nevndini ella 1/3 av limunum skrivliga seta fram ynski um hetta.
Innkalling til aðalfund fer fram við at lýst verður í bløðunum 14 dagar frammanundan.
Nevndin evnar til fundarskránna til aðalfundin.
Uppskot til mál til viðgerðar á aðalfundi skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 2 vikur fyri aðalfundin. Mál, ið ikki eru á fundarskránni, kunnu bert vera tikin við, um 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri, at viðkomandi mál verður tikið til viðgerðar á aðalfundinum. Mál um viðtøkubroytingar og avtøku kunnu ikki samtykkjast, uttan at innkallingarfreistin er hildin.
Atkvøðu- og talurætt á aðalfundi hava tey, ið hava goldið limagjald.
Øll atkvøðugreiðsla á aðalfundum skal vera skrivlig og loynilig.
Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum, er uppskotið fallið.

§ 5
Nevndin
Aðalfundurin velur eina nevnd, ið telur 3-5 limir umframt 2 eykalimir. Nevndin skipar seg sjálv.
Fyri at vera valdur í nevndina krevst, at viðkomandi er limur í KRIS og hevur verið limur í minsta lagi 3 mánaðir frammanundan aðalfundinum.
Valevni til nevndina skulu játta, at tey taka við vali.
Nevndin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av og skal hava eftirlit við virksemi felagsins, herundir skal nevndin hava ábyrgdina av og eftirlit við, at aðalfundarsamtyktir verða framdar í verki, fíggjarstøðu felagsins, at nøktandi bókhald verður ført, at fíggjarligar og aðrar skyldur felagsins verða hildnar, umframt, saman við dagligu leiðsluni, at hava eftirlit við, at persónar, ið starvast fyri felagsskapin, altíð hava eitt nøktandi fakligt støði.
Nevndin kann seta eitt fakligt ráð við fakfólki, ið kann vera nevndini og dagligu leiðsluni til hjálpar í viðkomandi fakspurningum, s.s. juridiskum, læknaligum, fakpsykologiskum, terapeutiskum, sosialum, umsitingarligum o.ø. viðurskiftum.
Nevndin hevur fund eftir tørvi og er viðtøkufør, tá ið helvtin av nevndarlimunum eru møttir.
Avgerðir í nevndini verða tiknar við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum, er formansins atkvøða avgerandi.
Nevndin ger eina starvsskipan fyri arbeiðið í nevndini. Fundarfrágreiðing skal skrivast fyri hvønn fund.
Dagliga leiðsla felagsins er skrivari á nevndarfundunum og hevur talurætt, men hevur ikki atkvøðurætt á nevndarfundum.

§ 6
Dagliga leiðslan
Nevndin setir eina dagliga leiðslu, ið mótvegis nevndini hevur ábyrgdina av dagliga arbeiðinum í felagsskapinum, herundir at leggja dagliga arbeiðið til rættis og samskipa ráðgevingar- og fyribyrgingararbeiðið.

§ 7
Tekningarregla
KRIS verður bundið við undirskrift av allari nevndini í felag, ella við undirskrift av 1 dagligum leiðara saman við nevndarformanninum.
Nevndin kann veita dagligu leiðsluni skrivliga fulltrú til at tekna felagsskapin mótvegis umheiminum í ávísum viðurskiftum.

§ 8
Uppsøgn av limaskapi
Aðalfundurin kann skrivliga siga upp limaskapin fyri lim, ið á ein ella annan hátt skaðar og/ella arbeiðir ímóti viðtøkum og áhugamálum felagsins. Áðrenn aðalfundurin kann taka støðu til uppsøgn av limi, skal nevndin gera tilmæli um uppsøgnina.
Verður limur uppsagdur, fær limurin goldna limagjaldið fyri alt inniverandi árið afturgoldið.

§ 9
Viðtøkubroytingar
Viðtøkur felagsins kunnu bert verða broyttar á aðalfundi, og tá ið 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri broytingunum. Sagt skal vera frá, tá ið lýst verður til aðalfund, at uppskot er til viðtøkubroyting.

§ 10
Avtøka av felagsskapinum
Uppskot um at avtaka KRIS skal viðgerast og samtykkjast á aðalfundi.
Uppskotið skal vera nevndini í hendi í seinasta lagi 1 mánað fyri aðalfundin.
Felagsskapurin kann bert verða avtikin um minst 2/3 av møttu limunum eru fyri. Aðalfundurin velur síðan eina avtøkunevnd, sum sendir uppskotið um avtøku til limirnar til uratkvøðu.
Atkvøður meirilutin av limum, ið greiða atkvøðu, fyri avtøku, er felagsskapurin avtikin, og ognir felagsins verða latnar til vælgerandi endamál, ið ikki stríða móti grundar-lagnum og endamálinum hjá KRIS. Sagt skal vera frá, tá ið lýst verður til aðalfund, at uppskot er til avtøku av felagnum.

 

 

Hesa viðtøkur eru samtyktar á aðalfundi felagsins 6. desember 2008.
Nevndin

NEVNDIN

Forkvinna
Beinta M. Pedersen

Nevndarlimir
Brynhild Irena Eysturdal
Jónleyg Weihe
Gvøðbjørg West
Guðrun Snæbjørnsdóttir Horn