Brævkassi

Set okkum ein spurning

Fyri ein persón, ið hevur verið fyri kynsligum ágangi, kann ofta verða trupult at bróta tøgnina. Trupult at venda sær til onnur fyri at fáa hjálp. Fara tey at trúgva mær? Hvat skal eg siga ella spyrja um?

Makar, børn, vinfólk, fakfólk og onnur, ið hava áhuga í evninum, eru eisini vælkomin at senda okkum eitt bræv.

  •  
Svar

Her finnur tú svar uppá brævið tú hevur sent okkum á brævkassan.

(øll brøv eru undir dulnevni og tí liggur brævið saman við svarinum frá einum ráðgeva, her á síðuni)

Spurningur:
Hey, eg eri ein skjótt 19 ára gomul genta. Eg gangi 3 árinum á Glasi. Tá eg var yngri, bleiv eg kynsliga missnýtt ein einum persóni sum eg ikki kendi framanundan. Eg var 6 ár tá hetta fyrstuferð hendi. Alt tað sum hendi var ræduligt, eg droymi alt fyri mær, akkurát um eg livi alt umaftur og umaftur. Eg síggji mannin fyri mær. Eg fái illa fylgt við í skúlanum, tí eg føli meg sooo ótrygga, og bangnan, tí eg veit ikki um hetta er steðga ella ei. Eg tori ikki at biða um hjálp, tí eg veit ikki hvat ferð at henda? Hann gjørdi hetta so ofta, eg hevði ilt í kroppinum, eg bløddi eisini oftani tí hann var so harðligur, hann slóð meg eisini støð har eingin sá. Hvat skal eg gera? Eg vil so illa gráta, men føli sum lívið er steðga upp! Vil sýggja, fái ikki eti! eg havi brúk fyri hjálp! men veit ikki frá hvørjum, og hvat ferð at henda um eg fortelji onkurum hetta...? Vónandi kunnu tit hjálpa mær við hesum? havi virkuliga brúk fyri tí beint nú! Eg má fáa hetta vekk úr mínum lívið. Og tosa við fólk aftur, haldi meg aftur tí eg eri bangin at siga og nógv. tí vænti ikki nakar ferð at trúgva mær, tað havi eg hoyrt nógv fólk siga, tá tey hava sagt frá..
Svar:

Hey og takk fyri brævið
Tú hevur tørv á stundisligari hjálp fyri at sleppa av við tina angist.
Kris kann veita tær terapi og vegleiðing.
Vinarliga set teg i samband við okkum beinanveg.
Tað kanst tú gera við at ringja a tlf nr 448181 ella send okkum ein teldupost - kris@kris.fo
Alt tað besta

Spurningur settur 21-08-2017
Spurningur:
hey, eg eri ein genta á 13 ár (14 skjótt) og eg veit ikki orduliga hvat eg skal gera. fyri eini 10 døgum síðani var eg úti við nøkrum vinkonum. vit foru so heim til eina. Klokkan varð so vorðin eitt sindur nógv so eg og tvær aðrar vinkonur fóru at ganga heim, tann eina búði beint við, og so vóru tað bara eg og ein onnur. Tá vit so gingu heim, møttu vit einum dreingi (ið vit kendu væl og var á sama aldri), hann kom so bara við okkum, so gingu vit trý til húsið har hin vinkonan búði, hon fór inn, og tað vóru bara vit einsamøll. Eg bleiv ræðuliga bangin, eg føldi á mær at nú fór okkurt at henda. Hann spurdi meg nógvar fúlar spurningar, og so spurdi hann um eg ikki tímdi at fara aftan fyri eitt hús at gera okkurt, eg segði "nei, eg burdi fari heim nú, klokkan er nógv", men hann tók meg avlikavæl aftanfyri húsið. Hann føldi uppá reyvuna og boppurnar, hann togaði buksurnar niður sjálvt um eg ikki vildi, og hann fingraði mær so, og hann spurdi um eg ikki vildi føla murtin hjá honum, eg segði nei og at eg ikki tímdi, men hann tók hondina hjá mær og koyrdi hana á murtin, eg royndi at toga hondina vekk men hann var sterkari enn eg. Hann royndi at gera alt møguligt, og eg segði nei og royndi at fara eitt sindur aftur, men hann gjørdi tað avlikavæl. Og eg veit ikki orduliga hvat hendi, men tað var akkurát sum at eg hugsaði so langt, men avlíkavæl kláraði eg ikki at hugsa, og tað var akkurát sum mín kroppur frysti, eg kláraði einki at gera, eg var so bangin og skelka, hann bleiv við at gera føla uppá meg, og eg kláraði onki at gera. Einaferð so ringdi mín vinkona mitt meðan hann stóð og føldi uppá meg (eg fekk einaferð møguleikan at skriva "hjálp" til hana, og at eg var sjálv við honum, meðan hann ikki sá), eg kláraði ikki at svara, hon ringdi umaftur og umaftur, so spurdi hann um eg ikki skuldi svara. Eg tók telefonina, eg skalv á røddini, eg var so ræðslusligin, eg kláraði næstan ikki at snakka, tí hann stóð beint aftanfyri meg, hon spurdi um hann var har, eg segði ja, hon visti ikki, hvat hon skuldi gera, eg legði so á, tí eg kláraði ikki at snakka. Eg segði so umaftur og umaftur við hann at eg mátti fara heim, og til endans lat hann meg fara. Eg gekk so heim. Eg legði meg í songina, tað føldist enn sum mín kroppur bara var frystur. Eg kláraði ikki at gráta, og um eg hevði klárað at grátið, so hevði eg grátið og ongantíð steðgað! Men tárinu komu ikki fram, tað var sum kenslurnar vóru steðgaðar upp, eg visti ikki hvat eg føldi ella hvat eg skuldi gera, eg var í chok! Aftaná hetta var hent, lat hann sum um einki var hent, tað gjørdi bara alt nógv verri uppá ein máta, men tað var gott at hann ikki segði tað fyri nøkrum. Teir næstu dagarnir føldi eg meg eitt sindur forvirraða, ræðuliga kedda, óða og skelkaða, hjarta føldist so tungt, og tað ger tað enn, og eg havi tað ræðuligt. Eg fortaldi einum vini hvat var hent, og hann segði beinanvegin at tað var kynsligur ágangur, og at eg hevði kunnað melda hann. Eg trúði ongantíð at nakað sovorit fór at henda mær, men tað gjørdi tað:( Eg havi ikki orduliga hug at melda hann, tí hann er undir aldurinum at fáa dóm. Eg ætlaði bara at spyrja hvat eg kann gera fyri at fáa tað betri, tí at eg havi tað RÆÐULIGT beint nú, og skúlin byrjar skjótt aftur, og eg klári ikki at fara í skúla, um eg blívi við at hava tað so.:/
Svar:

Takk fyri spurningin.
Tað er ein syrgilig støða tú ert komin í og vit skilja væl at tú hevur tað ræðuligt.
Av tí at tú ert undir 18 ár, kunnu vit bert geva tær nøkur ráð.

Tú spyrt, hvat tú kanst gera, fyri at fáa tað betri.
Tað er sera umráðandi:
- 1. at tú sigur hetta við onkran vaksnan, sum kann hjálpa tær
- 2. at tit venda tykkum til barnaverndartænastuna í tykkara øki

Tey vaksnu hava skyldu til at hjálpa tær við at boða barnaverndartænastuni frá..
So kann barnaverndartænastan taka støðu til, um hetta er eitt mál, sum tey meta skal greiðast í Barnahúsinum.
Í Barnahúsinum kunnu kanningar og avhoyringar gerast, og tú og tíni nærmastu kunnu fáa tilboð um kreppuhjálp.
Í Barnahúsinum arbeiða fólk, sum eru von við og duga at tosa við børn og ung um ágang. Tú kanst hava ein vaksnan, sum tú hevur álit á, við tær í Barnahúsið. Málsviðgerin á barnaverndartænastuni kemur eisini við tær í Barnahúsið. Í Barnahúsinum skalt tú greiða frá tí, ið er hent. So veit Barnahúsið, hvør kann hjálpa tær, og hvussu tað verður gjørt best.
Vónandi fært tú hjálp skjótast gjørligt

Alt tað besta.

Spurningur settur 06-08-2017
Spurningur:
Hey:) Ein vinkona segði við meg einaferð at ein maður hevði sent mynd til hana via Snapchat. Myndin var av murtinum hjá honum, og har hann bæð hana senda mynd! Og segdi hann fór at drepa familjuna um hon ikki gjørdi tad. So hon valdi at gera tad. Hann screenshotaði myndina, og segði um hon ikki sendi meira myndir, bleiv hin myndin løgd út á netið! Hvat kann man gera við hetta? Og kemur hetta undir ágang? Hann kravdi at skulu i brus saman við henni, men hon skuldi gera ymiskt vid seg sjalvan! Eg vil so gjarna hjalpa vinkonuni, men veit ikki hvussu:/
Svar:

Takk fyri spurningin. Tú spyrt um hetta kemur undir ágang, og tað ger tað.

Um vinkona tín er blivin hótt ella lokkað av einum persóni, er umráðandi at hon goymir alt próvtilfar – myndir, tjattsamrøður, teldupostar o.s.v.

Vit vilja heita á hana um at venda sær til løgregluna, sum kann ráðgeva henni um fráboðanina og harfrá verður síðani støða tikin til, um málið verður meldað

Tú ert vælkomin at venda aftur til okkara, við at ringja ella senda teldupost, sí heimasíðu.

Alt tað besta

Spurningur settur 29-05-2017
Spurningur:
Eg havi veri undir sexuellun ágangi sum byrjaði tá eg var 13 ár Hvussu meldi eg mannin og fáði hjalp? Maðurin er ommbeiggji mín
Svar:

Hey

Um tú vilt melda málið, skalt tú venda tær til løgregluna og biðja tey um vegleiðing. Tey vilja síðani hjálpa tær víðari.

Ynskir tú sjálv at fáa hjálp fyri árin av áganginum, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær persónliga til KRIS og fáa hjálp gjøgnum samtalur.
Tað kanst tú gera við at ringja á tlf 448181 ella senda ein teldupost til kris@kris.fo

Alt tað besta

Spurningur settur 07-11-2017
Spurningur:
Vedr. Foredraget i Klaksvík onsdag aften : bliver det gentaget i Tórshavn?
Svar:

Hey

Tíverri var hetta tiltakið bert í Klaksvík.

Vinarliga KRIS

Spurningur settur 04-05-2017
Spurningur:
Eg eri eitt mannfólk uppá 42 ár, ið møguliga kann vera onkrun til hjálp. Sjálvur varð eg lætin kynsliga til eina aðra kvinnu einans 13 ára gamal við samtykn frá pápa minum. Hann var ein drykkimaður, ið hevði nógv sløg av vinum. Eg sá nógv av, at øll moggaði við hvørjum øðrum - men at eg eisini skuldi vera ein partur av tí, hugsaði eg ikki!
Svar:

Hey og takk fyri títt bræv.

Vit vilja heita á teg um at ringja til okkum á tlf nr 448181 ella senda okkum ein teldupost - kris@kris.fo

Alt tað besta

Spurningur settur 06-08-2017
Spurningur:
Ein maður nøkur ár eldri enn eg gjørdi seg inná meg seksuelt meðan eg svav. Vit vóru 3, ein vinkona, madurin og eg sum høvdu verid i bynum saman og dottu av aftana vit høvdu etid pitsa i songini.. Eg vaknaði og fann skjótt útav at hann var uppi í mær og tá eg reisti meg lat hann sum hann svav men undirbuksirnar voru nidri.. fekk síðani okkurt slag av anfalli, eg græt hysteriskt og ristist um allan kroppin i fleiri timar. Maðurin sum leigar kamar har eg bugvi var skjotur at flyta út sama morgun. Eg fekk eitt prát vid hann adrenn hann for og hann segdi at hann visti hvat hann hevdi gjørt. Nú havi eg avgjørt at melda hetta. Tað er ein vika sidani.. men hvat hendur um eg meldi tad? Eg vil ikki hava hetta skal henda fyri nakra adra gentu, men vil heldur ikki hava alt føroyar, vinir og familja finna utav hesum..
Svar:

Út frá tí tú skrivar, er skiljandi, at tú følir teg órættaða.
Tú skrivar eisini, at tú hevur tosað við mannin og at hann sigur, at hann visti hvat hann gjørdi.
Ein vegur víðari i hesum málið er at melda, men okkara ráð til tin er, fyrst at tosa við kriminalløgregluna. Greið teimum frá støðuni, so tey kunnu vegleiða teg og siga tær hvat hendir, um tú meldar málið.

Alt tað besta.

Spurningur settur 22-06-2017
Spurningur:
Hey, kann tađ koma fyri at fólk, iđ hava veriđ misnýtt sum børn, at tađ ikki byrjar at ávirka tey so nógv fyrr enn nøkur ár aftaná?
Svar:

Hey og takk fyri spurningin.
Ja tað kemur meira enn so fyri, at avleiðingar av kynsligum ágangi í barnaárum  ikki vísa seg fyrr enn fleiri ár eftir, at ágangurin er hildin uppat.
Eitt barn, ið verður fyri kynsligum ágangi, livir í einsemi og ótta og skilir ikki tað, sum hendir, tí barnið, í slíkari støðu, ikki hevur ment sínar førleikar at skilja ímillum rangt og rætt. Barnið veit ikki av sær sjálvum, at tað er úsett fyri eini brotsgerð. Barnið kann vera hótt við líkum og ólikum, um tað sigur nakað, og tí torir tað ikki at siga frá. Barnið kann tó kenna sterka skomm og skuldarkenslu. Tí velur barnið ofta at finna sær eina meistringsstrategi/ ivirlivilsismekanismu fyri at vera til.

Barnið burturskotrar óhugnaligu minnini, um tað sum hendi. Uttaná sær eingin á barninum, at nakað er galið, og barnið roynir alt fyri at fjala sínar kenslur. So barnið lærir at liva við tí, sum hendi og stríðist síðani við avleiðingunum, sum fylgir teimum inn í tað vaksna lívið. Hesar avleiðingar er tað, ið kallað verður seinárin av kynsligum ágangi, framdur í barnaárunum.

Seinárin av kynsligum ágangi kunnu bæði vera likamlig/neurologisk, sálarlig, relationel og/ella sosial og kunnu hava umfatandi avleiðingar fyri lívsgóðskuna hjá tí rakta, samstundis sum tað er ymiskt, hvussu seinárin vísa seg hjá hvørjum einsæris.

Nakrar avleiðingar av kynsligum ágangi kunnu vísa seg sum:
•       Minnivirðiskensla, skomm, skuldarkensla, ótti.
•       Álitið á umheiminum verður brotið niður.
•       Afturhildin vreiði, beiskleiki, hatur.
•       Trupulleikar í samlívinum.
•       Vantandi persónlig mørk.
•       Sosialir trupulleikar.

Sigast skal eisini, at tað ikki eru øll børn, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, sum seinni fáa seinárin. Nøkur børn siga frá, onnnur velja at siga frá , tá tey eru tannáringar, men ein stórur partur, helst tann stórsti parturin, sigur einki, fyrr enn tey eru blivin vaksin.

Vinarliga

KRIS

 

 

 

 

 

 

 

Spurningur settur 08-02-2017
Spurningur:
Hvat um man sum barn var misnýtt/ur, og persónurin í misnýtti var undir aldurin at fáa dóm. Og tađ hevđi oyðilagt alla familjuna um tađ hevđi komi fram, og einki gott hevđi gjørt..?
Svar:

Hey og takk fyri spurningin.

Tað er altíð trupult, tá slík støða uppstendur og tað hevur stóra ávirkan á nógvar persónar. Nú nevnir tú ikki, um málið er nýtt ella um tað er longri tíð síðani tað hendi, men í báðum førum er møguleiki fyri at fáa hjálp.

 

Um hetta er hent fyri stuttum, eigur tað avgjørt at verða fráboða til Barnaverndina á staðnum, skjótast til ber.

Sambært lóg um barnavernd,kapitul3, (http://www.logir.fo/ViewLaw.aspx?id=17419 ) hava øll skyldu til at boða myndugleikunum frá, um vit kenna til mál, har eitt barn er fyri umsorganarsvíki ella ágangi.

Tá eitt barn er útsett fyri kynsligum ágani, er tað ein traumatisk hending og eigur barnið beinanvegin at fáa hjálp.

Tá talan er um, at børn/ung gera seg kynsliga inn á annað barn/ungan, eiga tey somuleiðis at fáa hjálp. Kanningar í m.a Danmark vísa, at børn/ung, ið gera seg inn á onnur børn/ung, ofta hava víst tekin um misstrivnað. Tí er umráðandi, at tey somuleiðis fáa hjálp, í rættari tíð.

 

Tað er skilligt, at ótti er fyri, at hetta kann skaða familjurnar. Hetta er ein stórur skelkur fyri báðar familjur, og eigur øll familjan, hjá báðum pørtum, tí eisini at fáa hjálp,men her eigur fyrst og fremt at vera tikið atlit til børnini/ungu, so tey fáa røttu hjálpina til rætta tíð.

 

Um hetta er eitt eldri mál og tann órættaði er blivin 18 ár ella eldri, kann viðkomandi venda sær til KRIS, sum veitir ráðgeving og terapeutiskar samrøður til fólk yvir 18 ár og eisini til avvarandi. Eisini er nú møguligt at leita sær sálarfrøðiliga hjálp

( sí heimasíðu okkara. http://kris.fo  ella http://psykolog.fo/?p=94 )Hesar veitingar eru ókeypis og í trúnaði.

 

Vónandi er svarið nøktandi. Tú ert vælkomin at skriva aftur ella senda teldupost til eina av okkara teldupostadressum, ið eru at finna á heimasíðu okkara.

Alt tað besta

 

Vinarliga

KRIS

Spurningur settur 13-02-2017
Spurningur:
Hey. Vil bara hoyra tá eg veit um gentu 6 ár sum er lokka inn til eldri mann og hon sigur at hon sá hann pissa hvítt og at hann hevur sagt at hon og vinkonan ikki skuldu fortelja tađ til foreldrini, tađ gjørdu tær og tað bleiv meldað til politiið, men teir hava fríkent hann tí at onnur gentan brúkti orið penis og at tær ikki hava fortalt akkurat tað somu søgu. Hvat kunna foreldrini gera ? Onnur gentan er bangin enn næstan 1 ár seinni tá hon sær mannin ella hoyrir navnið hjá honum.
Svar:

Hey og takk fyri spurningin.

Sum eg lesi spurningin, so bleiv málið meldað og maðurin bleiv fríkendur. Tá málið er meldað, meti eg eisini, at málið er fráboðað til barnaverndina, soleiðis sum slík mál eiga at verða gjørd.

Tín spurningur er so, hvat foreldrini nú skulu gera, tí onnur gentan,1  ár seinni, enn er bangin, tá hon sær mannin ella hoyrir navnið á honum nevnt.

Eg vil heita á tykkum, um at venda tykkum til barnaverndina á staðnum, tí barnið hevur tað trupult og er bangið.

"Lógin um barnavernd fevnir um børn, ið liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning. Endamálið við lógini er at tryggja, at hesi fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur. Í barnaverndarlógini verður staðfest, at myndugleikarnir altíð eiga at finna loysnir, sum eru best fyri barnið."

http://www.logir.fo/ViewLaw.aspx?id=17419

Barnaverndartænastan metir so um, hvørt talan er um eitt barnaverndarmál ella ikki og um kanningar skulu setast i verk, sambært Barnaverndarlógini.

Alt tað besta

Vinarliga

KRIS

Spurningur settur 01-02-2017
Spurningur:
Hvussu kann man fortelja sínum sjeiki, at man hevur veriđ útsettur fyri slíkum, tá man hevur orduliga ringt viđ at siga tađ?
Svar:

Hey og takk fyri spurningin.

Um tit eru í einum seriøsum parlagi, so eigur hetta eisini at blíva ein partur, sum er umráðandi at hann far at vita um, og at tit kunnu tosa saman um hetta.
Annars eru tit vælkomin at koma til at seta tykkum i samband við okkum. Antin við at ringja ella senda teldupost ella boð.
Vit hava nógvar royndir innan terapi samrøður, sum fevna um parlagið, har annar ella bæði hava verið fyri kynsligum ágangi.

Alt tað besta

 

Spurningur settur 01-08-2017
Spurningur:
Hey Kris 🙂 Fyri stuttari tíð síðani, segði ein vinkona fyri mær, at hon hevði verið úti fyri kynsligum ágangi. Hon veit ikki hvat hon skal gera og um málið kanska er ov gamalt til at melda ella gera nakað við.  Ágangurin helt uppat fyri 6 árum síðani, tá vinkonan var 13 ár, men hon minnist ikki heilt, nær alt byrjaði. Vinkonan hjá mær er í dag 20 ár. Kunnu tit hjálpa mær við at svara hesum? Vinkonan hevur eisini hugsað um at kontakta KRIS fyri at fáa hjálp, men hevur hoyrt, at um ein er yvir 18 ár, so kostar tað at fáa hjálp. Er tað so og hvussu nógv kostar tað? Eg vil so gjarna hjálpa henni. Vinarliga, ein kedd vinkona
Svar:

Góða kedda vinkona.

Tað er fantastiskt, at tú vilt hjálpa vinkonu tíni, tí tað er so svárt, hjá einum sum hevur verið fyri kynsligum ágangi, at leita sær hjálp.

Eg loyvi mær hervið at endurgeva brot um fyrningarfreist úr Heildarætlanini um kynsligan ágang, ið Almannamálaráðið hevur latið gjørt. Har stendur:

”Rættarstøðan í Føroyum í dag er, at fyrningarfreistin fyri mál, sum snúgva seg um samlegu ella annað kynsligt samband við barn undir 15 ár, er 10 ár frá tí degi, at barnið fyllir 18 ár. Um talan er um grovar umstøður, ella um barnið er undir 12 ár, er fyrningarfreistin 15 ár frá tí degi, at barnið fyllir 18 ár. Tað vil siga, at fyrningarfreistin í minsta lagi er 10 ár og í mesta lagi 33 ár. Alt eftir, nær lógarbrotið er framt.”

Les meira um heildarætlanina her: http://cdn.lms.fo/media/6234/21406_vmr_heilaraetlan_kynsliganagang.pdf

Eftir omanfyrinevnda, er málið hjá vinkonu tíni ikki fyrnað, fyrr enn hon er í minsta lagi 28 ár. Um vinkonan ynskir at gera meira við málið, vildi eg mælt henni til at vent sær til Kriminaldeildina ella ein sakførara, fyri at fáa nærri kunning og vegleiðing um, hvat hon skal gera og hvussu málið síðani fer fram.

Til spurningin um kostnað fyri viðgerð,hjálp og vegleiðing frá KRIS, kann eg upplýsa, at øll viðgerð hjá KRIS er ókeypis og øll yvir 18 ár kunnu venda sær til KRIS. Eisini avvarandi, vinfólk og onnur, ið hava tørv á vegleiðing og hjálp í málum um kynsligan ágang.

Til ber at ringja á tlf nr 448181, ella skriva teldupost til eitt av starvsfólkunum hjá KRIS. Teldupost adressur síggjast her: http://kris.fo/upplysingar/

Eg vóni at hetta svar er nøktandi og tú/tit er meira enn vælkomnar at skriva aftur til okkum.

Vinarliga

KRIS

 

Spurningur settur 08-02-2017
Spurningur:
Hey. Eg havi bara ein lítlan spurning. Hvørjar persónligar avleiðingar eru knýttar at kynsligum ágangi?
Svar:

Hey og takk fyri spurningin.

Tað er ymiskt, hvussu kynsligur ágangur ávirkar persónar. Hjá nøkrum kann tað vísa seg sum akut tekin beinanveg ágangurin er framdur, men flestu uppliva seinárin, seinni í lívinum.

Kynsligur ágangur kann metast sum ein traumatiskur skelkur, ið ávirkar bæði nervalag, persónsmenskuna og til deils tilknýtið til onnur, í og við at ágangurin ofta hendir í eini tættari relatión.

Seinárin av kynsligum ágangi kunnu bæði vera likamlig/neurologisk, sálarlig, relationel og/ella sosial og kunnu hava umfatandi avleiðingar fyri lívsgóðskuna hjá tí rakta.

Men við hjálp, frá m.a terapeuti ella sálarfrøðingi, er tað møguligt at læra at liva við tí sum hent er og ikki í tí sum hent er og á tann hátt fáa eitt gott lív.

Vinarliga

KRIS

Spurningur settur 18-01-2017