31. august 2020

Bloggur 4 – Beinta Gudmundsen, at liva við kynsliga áganginum

Bloggur 1 – Beinta Gudmundsen

Leinkja: https://kris.fo/2020/08/05/bloggur-1-beinta-gudmundsen/

Bloggur 2 – Beinta Gudmundsen, barndómur & kynsligur ágangur

Leinkja: https://kris.fo/2020/08/11/bloggur-2-beinta-gudmundsen-barndomur-min-kynsligur-agangur/

Bloggur 3 – Beinta Gudmundsen, ber tað til at lætna 50 kilo, mentalt?

Leinkja: https://kris.fo/2020/08/18/bloggur-3-beinta-gudmundsen-ber-tad-til-at-laetna-50-kilo-mentalt/

AT LIVA VIÐ KYNSLIGA ÁGANGINUM

Teir seinastu dagarnir hava verið fyltir. Ikki beinleiðis við aktivitetum, men við tonkum. Eg havi hugsað nógv, um hvat eg skal skriva hesuferð, og hvussu eg á bestan hátt kann orða meg og greiða frá hvør eg eri sum persónur, og hvørjar fylgir kynsligi ágangurin hevur havt á meg.

Hesin bloggurin átti av røttum komi út í síðstu viku, men eg hevði ikki orduliga geistin í mær til at skriva, og eisini tí eg ikki orduliga visti, hvat eg skuldi skrivað. Tað er á ein ella annan hátt torført at seta orð á, hvussu ein hevur tað í dag, í mun til hvussu ein hevði tað fyri nøkrum árum síðan. Men nú havi eg sitið við hesum eina løtu, og eri farin at tríva í, hvussu gongdin hjá mær hevur verið eftir kynsliga ágangin, og hvussu eg eri komin har til eg eri í dag.

Eg byrjaði rættliga skjótt at ganga til sálarfrøðing. Eg havi yvirhøvur ikki tal á hvussu ofta eg havi verið, men eg veit bara tað, at tann tímin eg sat har, soleiðis aðru hvørja viku, hann føldist ómetaliga drúgvur. At ganga til sálarfrøðing var nakað so strævið, og eg var ferdig, eftir at hava sitið har í ein tíma, og tosa um tað farna, heilt niður í detaljur. Eg føldi sum um, at eg endurlivdi hendingarnar umaftur og umaftur, og føldi als ikki, at eg á nakran hátt kom frameftir, men heldur aftureftir ella stóð í stað.

Eg fekk fyrst ein sálarfrøðing. Eftir eina tíð, segði eg frá, at eg ikki tímdi meira, og gavst síðan at ganga hjá henni. So gingu 1-2 ár og eg fekk ein nýggjan sálarfrøðing. Henni var eg hjá 2 ferðir, og føldi framvegis einki úrslit og gavst.

Eg flutti til Álands at búgva sum 14 ára gomul. Fleiri sum eg kendi, fluttu til Danmarkar at ganga á eftirskúla, men hetta segði mær einki, og eg ynskti heldur at royna okkurt heilt annað.

Eg bleiv sera væl móttikin á Álandi, tey hildu, at tað var áhugavert, at ein føroyingur flutti til Álands, tí hvør tímdi at flyta til eitt so lítið stað, har tað bert búgva áleið 30.000 fólk. Umframt meg vóru tað 3 aðrir føroyingar við familju, ið búðu/búgva á Álandi.

Allir næmingarnir á fólka háskúlanum, skuldu møtast við heilsuskúlasystrini, har vit skuldu vigast, mátast, kanna eygu og oyru, og eisini bara tosa um okkara sálarheilsu. Eg sum ætlaði mær at fara til Álands, og ikki fortelja nøkrum um kynsligan ágangin, tað bleiv av ongum, tí eg greiddi henni frá mínari støðu, við vón um, at eg fekk ørvísi hjálp har. Vit gjørdu síðan av í felag, at eg skuldi møta einum sálarfrøðingi, ið hon helt egnaði seg væl til mína støðu. Eg møttist við hesum sálarfrøðinginum einaferð, og tá eg kom aftur til hana fyri aðruferð, so sigur hon við meg, at hon metti ikki at hon kundi hjálpa mær, men at hon visti um ein psykoterapeut, ið kundi. Tað er fantastiskt, at hava eginleikan til at siga frá, at man ikki klárar at hjálpa einum persóni og at síðan vísa til onkran annan, tí tað hjálpur í sær sjálvum og tað hjálpti mær. Eg var hjá psykoterapeutinum tvær ella tríggjar ferðir, og eg føldi meg so lættaða eftir hetta. Eg skuldi ongantíð tosa um tað farna, eg skuldi ‘’bara’’, inni í mínum egna høvdið, hugsað um ávísar hendingar, støð o.a. sum hon bað meg hugsa um, ímeðan hon prikaði niður í hendurnar á mær. Á hendan hátt slapp eg av við tankar, kenslur, gerðir og hendingar, ið tyngdu mítt høvd hvønn dag. Tað ljóðar rættliga surrealistiskt, at tað ber til, at lætna so nógv eftir 2-3 treff við ein psykoterapeut, men tað gjørdi tað.

Eg havi altíð verið sera opin um ágangin, og havi ikki verið bangin fyri at tosa um tað. Tað hevur tó verið onkur avbjóðing, tí tað kom og kemur fyri, at tá eg nevni tað, so steðga fólk upp. Tey vita ikki hvat tey skulu siga, og royna at broyta evni. Sum eg eisini nevndi í samrøðuni við Finnur Koba í útvarpinum, so skilji eg væl, at hetta er eitt evni, ið er torført at tosa um, men hvussu skulu vit, ið hava upplivað ágangin so tosa um hetta, tá eingin klárar at tosa við okkum um tað?

Ein genta skrivaði til mín herfyri og segði mær, at hon eisini er útsett fyri kynsligum ágangi. Hon segði, at hetta ikki var eitt evnið, sum tey tosaðu um heima ella sum man yvirhøvur skuldi nevna. Eg greiddi henni so frá, at eg kendi til støðuna, tí her heima hava vit øll havt trupult við at seta orð á tað sum er hent. Tað er tí umráðandi at hugsa, at tað ikki bert er ein sjálvur, sum verður raktur av kynsliga áganginum, men tað eru eisini øll rundan um ein, sum gerast sárbar. Øll eru ill, kedd og skuffa inn á hendingina og kanska eisini ørg, um at tey ikki hava uppdagað nakað. Tí gerst tað so nógv lættari, at bara ikki tosa um tað – heldur man.

Eg havi einki betur amboð at geva tykkum øllum, enn at siga at tit skulu øll vera raskari til at «TOSA UM TAл. Tað er ræðuliga strævið og tað er ræðuliga sárbart, men í síðsta enda, so gerst alt bara so nógv lættari, tá ein, sum er missnýttur kann nevna kynsliga ágangin, uttan at ein einki svar skal fáa ella har evnið verður skift til okkurt annað.

Ja, tað er fari, ja, tað eru fleiri ár síðan og ja, tað er forferdiligt, men hvussu skulu vit síggja frameftir, tá ein ikki kann góðtaka tað farna og framvegis liva við eini bitturheit, sum ein á ongan hátt fær gjørt nakað við?

Tað er tó komi eitt sindur av broyting í, teir seinastu dagarnar/vikurnar. Tað eru fleiri, sum eru komin yvir til mín, og hava sagt, at tey eru glað fyri, at eg sigi frá, tí at tey sjálvi ongantíð hava vita hvussu tey skulu tosa við meg um tað, tí at tey eru bangin fyri hvussu eg hevði borið meg at. Tað er eisini væl skiljandi, tí man ynskir ikki at gera ein keddan við at taka evni upp. Ein dagin, tá eg var til arbeiðis segði ein kundi «Eg havi lisið tínar bloggar, tað er so gott, at tú varpar ljós á tað!» – so enntá fólk, sum eg ikki kenni hava dirvið til at tosa við meg um tað. Hattin av fyri tykkum og tað frøðir mítt hjarta, at tit koma yvir til mín!

So lykilin til eitt positivt lív við kynsliga áganginum, er at finna tað, sum gevur einum sjálvum gleði. Tað seinastu tíðina havi eg havt nógva tíð til at hugsa um meg sjálva. Eg havi brúkt nógva tíð í fjøllunum, bæði við og uttan selskap. Føroyska náttúran gevur bara okkurt serligt. At sita á einum fjallatoppið í dýrdar veðrið og skoða yvir okkara vakra land er ein tann besta terapiin ein kann skaffa sær.

Eisini dámar mær sera væl, at vera kreativ, og er hetta eisini ein máti at sleppa burtur úr øllum gerandis resinum eina løtu, har eg bara kann sita við mínum egnu tonkum og egnu dreymaverð eina løtu.

SEINFYLGIR

Nógv verður tosað um seinfylgir av kynsligum ágangi, og eg havi gingið í míni egnu verð og trúð uppá, at eg ongar seinfylgir havi havt. Eg fór so at lesa eitt sindur, um seinfylgir av kynsligum ágangi, og tað eru eitt hav av seinfylgjum til. Millum annað fangaði hetta brotið meg.

Følelsesmæssige vanskeligheder

Måske har du en fundamental mangel på tillid til andre og oplever et stærkt behov for kontrol. Du kan have svært ved at mærke egne og andres grænser. Du kan have svært ved at sige ‘nej‘ eller ved at godtage andres afvisning eller et ‘nej’. Du kan måske ikke mærke og udtrykke dine egne følelser og behov. Og du kan slås med ensomheds- eller tomhedsfølelse. Kelda www.kvistene.dk

Eg sum havi gingið og hildið, at eg ongar avleiðingar havi havt, og tá fólk hava spurt meg um hvussu eg havi tað, so er svarið altíð ”eg havi tað gott” og tað er ikki tí, eg ikki havi tað gott, men nú veit eg eisini hví, eg geri tey tingini eg geri. Soleiðis kann man læra um seg sjálvan allan vegin ígjøgnum, og eg veit bara tað, at eg ikki eri liðug at læra enn.

Í septembur 2019, fekk eg mær hesa tatoveringina við tekstinum: Förevigt en krigare. Orsøkin til eg fekk mær hesa tattoveringina, var at eg hevði brúk fyri, at altíð hava eina áminning um, at aldrin geva upp. Hóast mótgang og ringar dagar, har einsemi og annað spælir inn, skal eg minnast til at kempa víðari.

Tí í síðsta enda eru vit øll nakrar/nakrir stríðskvinnur/menn!

ONGANTÍÐ OV SEINT

Tað er ongantíð ov seint at siga frá, og spurningurin «hví kemur tú við hesum nú?» eigur ikki at vera til! Tað er eingin annar, sum skal taka avgerð um tú skal tosa um tað 1 mánaða ella 20 ár aftaná, og tað er eiheldur nakar, ið skal forða tær at siga frá. Tað kann ikki vera meiningin, at ein í 2020 ikki torur at siga frá, at ein er útsettur fyri kynsligum ágangi, tí at so verður man sæddur, sum eitt offur og sum eitt brotið menniskja. Kom on!

Lat okkum øll, heldur standa saman, um at gera Føroyar til eitt lorta land fyri pedofilar at liva í, ístaðin fyri tað paradísi teir hava fingið.

So tú, ið hevur verið útsett/ur fyri kynsligum ágangi – sig frá!

Náh, men tíðin flýgur, tá man hevur tað gott, og tað eru longu 4 vikur síðan, at eg fyrsti bloggurin kom út. Ótrúliga nógvar afturmeldingar, og tað gleðir meg, at mín rødd kann gagna øðrum. Bæði teimum, sum hava verið út fyri kynsligum ágangi og ikki.

Eg havi verið líka nervøs hvørja ferð eg havi skrivað ein blogg og lagt hann út alment, tí at ein hugsar altíð um hvat hini fara at siga. Hóast hetta og tunga evnið, so havi eg eina sera góða og positiva kenslu í kroppinum, tí at eg havi megnað at staði fram, og hetta hevur ment meg sera nógv.

Eg fari tó ikki so langt, so um tit hava hug, at seta tykkum í samband við meg, so eru tit enn vera vælkomin til tað J

Takk fyri meg

Takk fyri, at tit nú eru vorðin fleiri, sum tora at tosa um tað!

Takk fyri, at tit hava tikið so væl ímóti míni lítlu bloggara ferð!

Takk fyri, at tit hava latið upp fyri mær og fortalt mær um tykkara søgur og upplivingar!

Tosa um tað – Tað er mítt besta amboð, ið eg kann geva víðari.

Ynskir tú at blogga á síðuni hjá kris, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sigvør Gregersen á sigvor@kris.fo