TÍÐINDI
14-05-2024
KRIS nýggja nevnd.
Á aðalfundinum, fríggadagin 22.mars. 2024, bleiv nýggj nevnd vald. Nevndin hevur skipað seg soleiðis. Formaður: Napoleon ( Poli ) Jacobsen Næstforkvinna: Maiken Eriksen Skrivari: Winnie Hentze Andreasen Nevndarlimur: Niels K Tvermoes Jensen Nevnarlimur: Gvøðbjørg West Eykalimur: Bodil L. M. Simonsen Eykalimur: Óluva Højgaard Sí: Nevndin 2024
16-01-2024
Kynsligur ágangur & avvarðandi
Skeið til avvarðandi Tá menniskju hava verið fyri kynsligum ágangi í barna- ella ungdómsárunum, vísa seinárinini seg ofta seinni í lívinum sum bæði sálarligir, likamligir og/ella sosialir trupulleikar. Fyri summi kan tað gera, at tað verður torført hjá teimum at vera í tøttum sambondum og hava onnur nær at sær, antin/ella likamliga ella sálarliga. Eingin … Læs videre "Tíðindi"
07-11-2023
Vitjan úr Grønlandi
Tann 31. oktober fekk KRIS vitjan úr Grønlandi. Tað vóru 3 kvinnur, sum arbeiða í Paarisa. Paarisa arbeiðir við fyribyrging innan sosiala og heilsufakliga økið og er ein partur av eind undir Socialstyrelsen. KRIS hevur samstarv við Paarisa. Til dømis er filmurin um mørk umsettur til føroyskt í samband við undirvising til tey smærru børnini. … Læs videre "Tíðindi"
10-10-2023
Eftirmeting av ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum tann 5/10 -2023
Ein íløga í menniskju, er ein íløga í framtíðina.
13-07-2023
Skráin til ráðstevnuna 4. oktober 2023
Atgongurmerki á kr 795,00 kunnu keypast á: https://www.nlh.fo/fo?event=9864/tad-hvoervur-ikki-av-saer-sjalvum
13-06-2023
Ráðstevna í Norðurlandahúsinum 04.10.23
Ráðstevnan skal geva íkast til upplýsing og orðaskifti um kynsligan ágang og seinárin av kynsligum ágangi. Tað gera vit við at bera fram og kjakast um vitan og gransking um ágang og ikki minst, hvussu vit basa hesum trupulleika. Ráðstevnan vendir sær til sálarfrøðingar, læknar, heilsufrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsuhjálparar, námsfrøðingar, lærarar, ymisk feløg t.d. ítróttar- og … Læs videre "Tíðindi"
11-04-2023
Aðalfundurin 2023
Á aðalfundinum, ið var leygardagin 1.april, ynskti Irena Eysturdal ikki at stilla uppaftur. Í hennara stað varð vald Bodil Simonsen. Nevndin í KRIS 2023: Beinta M Pedersen forkvinna Gvødbjørg West nevndarlimur Maiken Eriksen nevndarlimur Bodil L M Simonsen nevndarlimur Beinta M Andreasen eykalimur Winnie H Andreasen eykalimur
03-04-2023
KRIS kannar kynsligan ágang
Um vit skulu basa trupulleikanum, hevur tað stóran týdning at kenna tølini. Tað sigur felagsskapurin KRIS, sum í hesum døgum kannar títtleikan av kynsligum ágangi í Føroyum. Kanningin hjá KRIS hevur tvey endamál – at staðfesta títtleikan av kynsligum ágangi í Føroyum. Og í øðrum lagi, at vera grundarlag fyri nýggjari kanning, sum skal nágreina hjáárini … Læs videre "Tíðindi"
28-03-2023
Tað besta er at tosa um tað
Hetta sitatið hjá Nelson Mandela er mítt motto, sigur mamma, hvørs dóttir var fyri kynsligum ágangi: “Tá eg gekk út úr fongslinum móti portrinum, sum førdi meg út í frælsi, visti eg, at um eg ikki lat allan mín beiskleika og hatur liggja eftir, var eg enn í fongsli.” Sí her: Mamma v2 – YouTube
23-03-2023
Kris kannar títtleikan av kynsligum ágangi í Føroyum
Eisini á hesum økinum manglar okkum tøl, sigur Erlig Fles, sálarfrøðingur, sum er knýttur at felagsskapinum, Kris.Tølini eru tó ein fyritreyt fyri, at vit til fulnar skilja, hvussu stórur trupulleikin er, og hvussu hann frægast kann loysast Hetta er ein undankanning av títtleikanum. Seinni verður farið undir at gera eina kvalitativa kanning í Føroyum, sigur … Læs videre "Tíðindi"
14-03-2023
Títtleiki av kynsligum ágangi í Føroyum
KRIS kannar í hesum døgum títtleikan av kynsligum ágangi í Føroyum. Kynsligur ágangur er framvegis ein stór avbjóðing í okkara samfelagi. Tað vísa tølini av fyrispurningum til KRIS seinastu nógvu árini. Tað er eingin loyna, at kynsligur ágangur er ein partur av okkara samfelagi, men tíverri eru tað nokk fleiri, sum framvegis halda kynsligan ágang … Læs videre "Tíðindi"
09-03-2023
Flýggjaði inn í tónleikin
“..kanska onnur eisini kunnu fáa mót at koma út við tí. Tí her er hjálp at heinta”. Stanley Samuelsen sigur frá um, tá hann sum lítil smádrongur varð kynsliga misnýttur, um at tað gingu meiri enn 40 ár áðrenn hann kom út við tí og hvørjar avleiðingar tað hevði fyri hann.
28-02-2023
Aðalfundur
Aðalfundur verður leygardagin, 1. apríl kl. 16.00 í hølum felagsins, á Kneysum 6, 650 Toftir. Skrá sambært lógum felagsins.
07-12-2022
Góðu valevnir!
Tað verður nógv lovað og kjakast, nú tað stundar til val. Eg eri sera glað um, at vit hava so mong valevnir, sum brenna fyri øllum hesum ymisku økjunum og evnunum. Tað er av stórum týdningi, at vit eru eitt fjølbroytt samfelag við nógvum møguleikum – og ikki minst møguleikum til hjálp, tá ið skaðin … Læs videre "Tíðindi"
22-11-2022
Tilbúgving í samband við kynsligan ágang
KRIS hevur sett í verk eina tilbúgving í samband við kynsligan ágang. KRIS hevur seinastu nógvu árini veitt ráðgeving og undirvísing til bæði almennar stovnar og eisini persónar og familjur teirra. Hesi seinastu árini hava vit upplivað, at tørvurin á eini tilbúgving er nógv vaksin – bæði til leiðarar, lærarar, námsfrøðingar og starvsfólk annars, familjur … Læs videre "Tíðindi"
21-11-2022
Altjóða dagur í samband við fyribyrging av harðskapi og kynsligum ágangi móti børnum.
Leygardagin 19. Nov, var altjóða dagur í samband við fyribyrging av harðskapi og kynsligum ágangi móti børnum. KRIS heldur, at tað sum er mest umráðandi, fyri at kunna fyribyrgja ágangi er, at geva børnunum kunning. At vit upplýsa um kynsligan ágang og vitanina um, hvar tey kunnu fáa hjálp, um brúk er fyri tí. Tað … Læs videre "Tíðindi"
27-09-2022
Sjálvhjálparbólkar
Sjálvhjálparbólkar fyri kvinnur byrja eftir heystfrítíðina Hvar ? Í hølinum hjá KRIS á Toftum Hvussu ofta ? 12 ferðir Hvussu leingi ? 2 tímar Hvønn eru bólkarnir til? Sjálvhjálparbólkar til tey, ið ynskja at vera saman við øðrum, ið eisini hava upplivað kynsligan ágang. Allir bólkarnir hava ein bólkaleiðara, ið hevur ábyrgd av bólkinum. Tað … Læs videre "Tíðindi"
09-09-2022
Vit eru byrjaði aftur
KRIS bjóðar undirvising til skúlar og stovnar kring landið. Undirvíst verður og øðrum vaksnum, sum arbeiða við børnum og ungum. Eisini bjóða vit undirvísing til námsfrøðilesandi, sum ynskja at nema sær meira vitan um evnið. Fyrsta undirvísingin eftir summarsteðgin, var til ein evnisdag, har ynski var meira vitan og kunning um, hvussu vit leggja merki … Læs videre "Tíðindi"
11-06-2022
Á vitjan í Reykjavík.
Sum ein partur av samstarvsmenning og vitanarútbýting við grannalond okkara, vóru umboð fyri KRIS á vitjan hjá Stigamót í Reykjavik í mai. Stigamót er, eins og KRIS, ein miðstøð, ið veitir hjálp til vaksin, ið hava seinárin av kynsligum ágangi í barnaárunum. Høvuðssætið hjá Stigamót er í Reykjavik , men ferðast tey eisini runt í … Læs videre "Tíðindi"
02-06-2022
Barnaváttanarlógin verður sett í gildi
1. juni 2022 varð barnaváttanarlógin sett í gildi. Endamálið við lógini er at verja børn og ung ímóti kynsligum ágangi. Lógin kann lesast her. Sambært barnaváttanarlógini skulu landsstovnar, kommunalir stovnar, feløg, felagsskapir v.m. fáa barnaváttanir til vegar, áðrenn persónur verður settur í starv ella verður settur til ávísa uppgávu, ið ber í sær beinleiðis og regluligt … Læs videre "Tíðindi"
15-03-2022
Foreldrafundur
Vit, sum dagliga eru um børn, kunnu ikki verja tey móti øllum illum í lívinum, men kunnu tosa við tey um kropp og mørk, soleiðis at tey skilja millum rætt og skeivt, læra at siga nei og kenna egin mørk. Í síðstu viku var KRIS í Hvalbiar- og Sumbiar skúla og greiddi foreldrunum frá .
06-03-2022
TILBÚGVING
UM ILLGRUNI ER UM KYNSLIGAN ÁGANG MÓTI BØRNUM OG UNGUM Okkara vón er, at tilbúgvingin kann vera við til at hjálpa, stuðla og vegleiða starvsfólki – og eisini teimum, ið hava upplivað kynsligan ágang. Tað er ein sannroynd, at tað í nógvum førum er trupult at vita, hvussu ein skal handfara eina slíka støðu. Harumframt … Læs videre "Tíðindi"
01-03-2022
Aðalfundur
Aðalfundur verður mikudagin 23 mars kl 17.00 í hølum felagsins á Kneysum 6, Toftir. Skrá samb. lógum felagsins. KRIS
14-12-2021
Undirvísing í fólkaskúlunum
KRIS hevur síðan januar 2020 verið úti á skúlum og undirvíst lærararum og næmingum í føroysku fólkaskúlunum. Endamáliðvið undirvísingini er, at børn og ung ikki koma í vandastøður, har tey kunnu vera fyri kynsligum ágangi, og at menna teirra vitan og kunnleika um evnið, so tey duga betri at handfara støður, i samband við mørk … Læs videre "Tíðindi"
08-11-2021
3.465.834 krónur í stuðli til KRIS og Sinnisbata
Næstan hálvfjórða millión kom inn, tá ið felagsskapirnir KRIS og Sinnisbati skipaðu fyri stórum innsavningartiltaki í sjónvarpinum leygarkvøldið. Vit eru sera takksom um hendan stóra stuðulin og ovfarnar, at so nógv kom inn, siga Beinta Pedersen, forkvinna í KRIS og Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata. Við innkomnu stuðulspengunum, kunnu felagsskapirnir m.a. halda fram við at … Læs videre "Tíðindi"
29-10-2021
INNSAVNINGARTILTAKIÐ ÚTSETT
Stóra innsavningartiltakið, sum felagsskapirnir KRIS og Sinnisbata í felag skuldu hava í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum leygarkvøldið, er útsett. Orsakað av, at smitta er staðfest í toyminum, sum skuldi framleiða sendingina, hava vit valt at útseta. Tað eru ein ørgrynna av fólki, sum eru til arbeiðis eitt tílíkt kvøld; vertir, kamerafólk, ljóðfólk, teknikarar, telefonfólk v.m., umframt … Læs videre "Tíðindi"
24-10-2021
Stórt innsavningartiltak
Um júst eina viku skipa felagsskapirnir KRIS og Sinnisbati í felag fyri stórum innsavningartiltaki, sum verður sent beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Á skránni vera rørandi søgur, samrøður, undirhald og tónleikur. Umframt hetta, vera góðir vinningar at vinna hjá teimum, ið stuðla. M.a. ber til at vinna ein KIA Ceed, føroysk klæðir, fullfíggjað sett … Læs videre "Tíðindi"
05-10-2021
Stórt innsavningartiltak í sjónvarpinum
Felagsskapirnir KRIS og Sinnisbati skipa í felag fyri stórum innsavningartiltaki leygarkvøldið 30. oktober, sum verður sent beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Í sendingini verða fleiri hjartanemandi søgur, gestir, innsløg um arbeiðið hjá KRIS og Sinnisbata, umframt fleiri skemtilig innsløg og góður tónleikur. Alt kvøldið kunnu einstaklingar og felagsskapir stuðla stóra og umráðandi arbeiðinum hjá … Læs videre "Tíðindi"
21-09-2021
Pubquiz-kvøldi á Maggies leygarkvøldið 25. september
Í samband við innsamling til Sinnisbata og KRIS felagskapinar, fara vit at skipa fyri einum Pubquiz-kvøldi á Maggies leygarkvøldið 25. september. Kvøldið byrjar kl. 17.00 við einum vælkomstdrykki, síðan verður borðreitt við vælumtóktu burgarnum frá Hannisi og onkrum góðum afturvið og kaffi omaná.Kl. 20.00 – 22.00 verður so pubquiz, sum Karlot skipar fyri. Onkur uppboðssøla … Læs videre "Tíðindi"
25-05-2021
Fjalda farsóttin
Hetta seinasta árið hevur lært okkum – bæði sum einstaklingar og sum samfelag – hvussu krevjandi tað er atvinna á einari farsótt. Serliga hava vit sæð tørvin á einari týðiligari politiskari leiðslu. Ein kann sjálvandi verasamdur ella ikki samdur í hvønn veg skal gangast, men vit kunnu ikki lasta okkara politikkarum fyri at tey ikkihava … Læs videre "Tíðindi"
15-05-2021
VEL TÆR NÝGGJAR LEIÐIR
KRIS hevur seinastu tíðina verið á Sandoynni og undirvíst í skúlum.Ì hesum sambandi hava vit gjørt av at vit vilja enda við einum tiltaki við heitinum:Vel tær nýggjar leiði- tað ber til at liva við tí, sum er hent og ikki í tí sum er hent.Fólk frá KRIS sum sjálvi hava verið fyri kynsligum ágangi … Læs videre "Tíðindi"
27-04-2021
TALIÐ AV ÁHEITANUM VAKSANDI
Seinastu trý árini hava 409 fólk vent sær til KRIS vegna seinárin av kynsligum ágangi. Av hesum vendu 316 sær til KRIS fyri fyrstu ferð og 93 , vóru afturvendandi. Seinastu trý árini hava 409 fólk vent sær til KRIS. Av hesum vóru 300 kvinnur og 109 menn. Tølini vísa eisini, at 290 vendu sær … Læs videre "Tíðindi"
11-03-2021
Aðalfundur
Aðalfundur felagsins verður Týsdagin 30.mars kl 17:00 Í hølum felagsins á Kneysum 6, Toftir Skrá samb. lógum felagsins
11-12-2020
Landsstýrismaðurin vitjar Kris
Í sambandi við 20 ára føðingardagin hjá KRIS var landsstýrismaður boðin á vitjan á stovninum. Les meira her: https://www.ummr.fo/fo/kunning/tidindi/landsstyrismadurin-vitjar-kris/
24-11-2020
UNDIRVÍSING Í FÓLKASKÚLUNUM
KRIS bjóðar seg fram at undirvísa í fólkaskúlunum, upprunaliga 5. og 8. flokkunum, um rættin til egnan kropp. Undirvísingin tekur støði í barnarættindasáttmálanum, sum sigur, at børn skulu verjast móti øllum sløgum av kynsligari misnýtslu og kynsligum ágangi. Endamálið við undirvísingini er : • At næmingar læra og fáa vitan um teira rættindi – rættin … Læs videre "Tíðindi"
22-09-2020
KRIS 20 ár: Eingin skal vera fyri kynsligum ágangi
– Tá vit byrjaðu at arbeiða, tosaðu og hugsaðu vit øðrvísi um kynsligan ágang. Í dag er opinleiki størri – ein hoyrir um tað og tað verður meiri umrøtt Les mgreinina her: https://www.in.fo/news-detail/news/kris-20-ar-eingin-skal-vera-fyri-kynsligum-agangi/
18-09-2020
Læra at liva við at hava verið misnýtt
Í sambandi við 20 ára dagin hjá KRIS, hevði KVF samrøðu við 2 persónar, ið hava gingið í sjálvhjálparbólki hjá Kris. Sí sending her: http://kvf.fo/netvarp/sv/2020/09/15/20200915laraatlivavidmisnytsluni?fbclid=IwAR2z2QuaP5JVRzU5SN7UCFEUnzduwVImW2heQ3_0LHrtepWa1jFA3YbuJLI
25-08-2020
Mugu tora betur at tosa um kynsligan ágang
Eg síggi, at hetta hjálpir øðrum, sum ikki tora at traðka fram, sigur Beinta Gudmundsen, sum bloggar um sín barndóm við kynsligum ágangi. Lurta eftir sendingini við Beintu Gudmundsen her: http://kvf.fo/netvarp/uv/2020/08/25/mugu-tora-betur-tosa-um-kynsligan-gang
13-08-2020
Hagtøl fyrra hálvár 2020
Frá 1. januar til 30. juni í ár vístu hagtølini, at í alt 74 menniskju hava vent sær til KRIS fyrra hálvár í ár. Sama tíðarskeið í fjør var talið 71. Hagtølini hjá KRIS fyri fyrra hálvár 2020 vísa, at tað vóru 3 fleiri áheitanir í 2020, samanborið við sama tíðarskeið 2019. Í mars mánað … Læs videre "Tíðindi"
05-08-2020
Vitja bloggin hjá KRIS
https://kris.fo/2020/08/05/bloggur-1-beinta-gudmundsen/ Komandi tíðina fer Beinta Gudmundsen at blogga á heimasíðuni hjá KRIS Beinta sigur m.a: Eg komi at skriva eitt sindur meira um broytingina frá tí at eg bar uppá hesa hemmiligheitina og til hon bleiv fortald, har eg eisni komi eitt sindur inná rættarsakina . Eg komi eisini at greiða frá hvussu eg havi … Læs videre "Tíðindi"
03-08-2020
Bókaframløga hjá KRIS
Mikukvøldið tann 24. juni var bókaframløga hjá KRIS á Toftum. KRIS, sum hevur til endamáls at geva menniskjum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi vegleiðing og hjálp, at upplýsa um kynsligan ágang og fyribyrging ímóti kynsligum ágangi, hevur føroyskað tvær norskar bøkur: “Filokus og Blámaður-Klámaður” og “Høgguslokkurin”. Øll kunnu lesa bøkurnar, men tær eru sera … Læs videre "Tíðindi"
26-06-2020
Nýggjur teknifilmur: Hevur tú eitt ringt loyndarmál?
Kynsligur ágangur er ein av okkara stórstu samfelagstrupulleikum, og nógv børn og ung eru í vanda. Tá barnið gongur við tílíkum ringum loyndarmálum, uttan at tora at siga tað við nakran, kann ágangurin halda fram í langa tíð. Tað verður einasti veruleiki, barnið kennir og avleiðingarnar eru stórar fyri nógv. Alt ov nógv børn ganga … Læs videre "Tíðindi"
26-05-2020
Kjattið óvirkið í løtuni
Vit skulu boða frá, at kjattið í løtuni er óvirkið. Vit siga frá, tá tað er virkið aftur.
19-05-2020
Teknifilmur til børn, um góð og ring loyndarmál
Vit hjá KRIS eru sera fegin um, at hava fingið møguleikan at presentera okkara nýggja film “Loyndarmálið”. Vit hava gjørt filmin við stuðli frá jólamerkjagrunninum og í samstarvi við BMA studio og animatiónsfelagnum Raindog Studios.
08-05-2020
Felags áheitanarskriv til landsstýrisfólk og løgtingslimir
Hósdagur 7. mai 2020 Til landsstýrisfólk og løgtingslimir 11. mars varð boðað frá, at føroyska samfelagið skuldi setast niður í ferð orsakað av koronafarsóttini. Bert ein minniluti av føroyingum eru higartil smittað, enn færri eru vorðin álvarsliga sjúk, og tað fegnast vit um. Vit kunnu vera errin av skjótu og effektivu handfaringini av koronafarsóttini, men … Læs videre "Tíðindi"
06-05-2020
Kjattráðgevingin
Vit kjatta aftur mánadagin 11 mei kl 10 -12 og týskvøldið 12 mei kl 20 -22
28-04-2020
Kjattráðgevingin
Vit kjatta aftur mánadagin 4.mei kl 10-12 og týskvøldið 5.mei kl 20-22.
24-04-2020
Hjálp okkum at hjálpa
LANDSINNSAVNANIN SUM SKULDI VERA 28 MARS, ER TÍVERRI AVLÝST !Vit ynskja at hjálpa menniskjum, sum stríðast við seinárinum av kynsligum ágangi og avvarðandi teirra, at fáa eina so góða tilveru sum gjørligt.Hetta kunnu vit hjálpa teimum við, við áhaldandi at hava samrøður við tey, eins og vit veita ráðgeving og vegleiðing í øllum lívsins viðurskiftum. … Læs videre "Tíðindi"
15-04-2020
Kjattað við okkum!
Í komandi viku verður kjattið opið mánadagin og týsdagin frá kl 10 – 12 – øll eru hjartaliga vælkomin at venda sær til okkara – bæði við stórum og smáum.
07-04-2020
Kjattráðgeving
KRIS kann nú eisini veita hjálp og ráðgeving umvegis kjattið á heimasíðu okkara www.kris.fo Sum eina roynd byrja vit týsdagin 14.apríl. Kjattið er opið frá kl 10-12. Okkara kjatt er til tín, sum hevur verið fyri kynsligum ágangi, fyri avvarðandi og til tykkum, sum eru stúrin um onkran. Tú kemur at kjatta við sjálvbodnar ráðgevar, … Læs videre "Tíðindi"
25-03-2020
Korona!
Korona ! So hugnaligt, nógv eru heima saman við sínum kæru. Okkara næstringar kunnu møtast, tó bert í smáum bólkum. Vit halda okkum heima, vit eru bara úti, tá vit fara til handils, og vit hava hondspritt við okkum, tá vit fara út. Nýggjar mannagongdir. Tað er ikki bara keðiligt. Summi taka hetta sum eina … Læs videre "Tíðindi"
18-03-2020
Hevur tú tørv á hjálp?
Í samband við Korona smittuvanda, avlýsa vit allar bólkar, samtalur og annað virksemi í húsinum. Tó er telefonin opin og tørvar tær hjálp, kanst tú ringj á nr 448181 ella senda okkum teldupost á kris@kris.fo Ansið eftir tykkum sjálvum og eftir hvørjum øðrum
17-03-2020
Landsinnsavnanin avlýst
Vegna Korona smittuvandan, er landsinnsavnanin hjá KRIS, ið skuldi verða 28.mars, avlýst.
12-03-2020
Tiltøk hjá KRIS útsett
Vegna tilmæli frá heilsumynduleikum, verða tiltøk hjá KRIS fyribils útsett. Talan er um “Nýggjar Leiðir”, ið skuld verða í Gøtu Skúla, leygardagin 14.mars og um Ársaðalfundin, ið skuldi verða hósdagin 19.mars.
23-02-2020
KRIS á rundferð
“Nýggjar leiðir” Kunningartiltakið um seinárin, ið koma, tá tú er blivin vaksin, eftir at hava verið kynsliga misbrúkt/misbrúktur. Tiltakið hesaferð verður í hølunum hjá KRIS á Kneysum 6 , Toftir , mikukvøldið 4 mars kl 18.30. Tiltakið “Nýggjar leiðir” er tað fyrsta á ferðini kring landið. Einans við vitan ber til at skapa eitt samfelag, … Læs videre "Tíðindi"
04-02-2020
Aðalfundur 2020
Aðalfundur felagsins verður hósdagin 19. mars kl 16. Aðalfundur felagsins verður hósdagin 19. mars kl 16.
29-01-2020
Hagtøl fyri 2019
Hagtølini fyri árið 2019 vísa, at í alt 144 menniskju hava vent sær til KRIS í fjør, 35 fleiri áheitanir samanborið við 2018. Kynsbýtið í 2018 er 79 kvinnur og 30 menn, meðan 2019 vísir, at kynsbýtið er 102 kvinnur og 42 menn
27-01-2020
Kaffidussur við Beintu M. Pedersen
Beinta M. Pedersen, forkvinna í KRIS, greiðir millum annað frá sanginum “Nýggjar leiðir”, ið Bjarki Hansen syngur, og sum Kris hevur givið út. Hoyr sendingina herhttps://kvf.fo/netvarp/uv/2020/01/25/kaffidussur-vi-beintu-m-pedersen Nýggjar leiðir kann hoyrast her:
16-12-2019
3. adventsgávan hjá Betri Stuðulsgrunninum 💝
Stóra takk fyri gávuna, sum Betri Stuðul hevur valt at lata KRIS í ár. Tað er hjartanemandi at síggja, at so mong menniskju hava valt at nevna KRIS í samband við útlutan av peningagávu, og stóra takk skulu tit øll hava fyri tað. At enda fara vit at ynskja tykkum eini gleðilig jól og eitt … Læs videre "Tíðindi"
07-11-2019
Nýggju heftini eisini teldutøk
Nú eru øll 4 heftini, ið Kris hevur føroyskað, teldutøk. http://kris.fo/leinkjur/
06-11-2019
KRIS HEVUR NÚ FØROYSKAÐ FÝRA HEFTI UM KYNSLIGAN ÁGANG.
Í samstarvi við Red Barnet í Danmark, ið hevur tikið stig til at geva út fýra hefti um kynsligan ágang móti børnum, hevur KRIS umsett Føroyskt. Tvey tey fyrstu heftini komu út í fjør og nú koma tey bæði seinnu. —– Tá ið vaksin fremja ágang – er fyrsta heftið av fýra, ið eru ætlað … Læs videre "Tíðindi"
21-10-2019
Skeið til tannlæknar
KRIS bjóðar eisini skeið til tannlæknar. Evni: Kann tannlæknaræðsla hava samband við kynsligan ágang ? Kann ræðslan hava samband við seinárin av kynsligum ágangi? Sambært hagtølum, hava 93 fólk vent sær til KRIS higartil í ár. Eitt av seinárinunum er ótti fyri at fara til tannlækna. Ræðsla fyri at noyðast at liggja flatur niðri, at … Læs videre "Tíðindi"
30-08-2019
Vitjan hjá KRIS
Mikukvøld koyrdi eg til Toftir at møtast vid KRIS. Tad regnadi so illani, at eg mátti koyra langt undir markinum fyri at koyra trygt. Tískil varð eg 5min ov sein til fundin. Men eg fann lættliga fram til á Kneysanum 6, har KRIS heldur til. Eg renni inn í húsið og brádsteðgi, tá glashurðin róliga … Læs videre "Tíðindi"
27-08-2019
SJÁLVHJÁLPARBÓLKAR
Nú summarferian er av, er klárt aftur at tekna seg til sjálvhjálparbólk – bæði kvinnur og menn eru hjartaliga vælkomin. Vinarliga ringið til KRIS á tlf 448181 ella skriva til kris@kris.fo.
23-08-2019
Samstarvs – vitjan
Í dag hevði KRIS eina samstarvs- vitjan av 2 umboðum frá Sinnisbata
20-06-2019
Starvslærutíðin liðug hjá Beintu
Beinta M Andreasen er í ferð við at útbúgva seg til sosialráðgeva í Aalborg og hevur síðani februar mánaða verið í starvsvenjing hjá KRIS. Nú starvslærutíðin er at enda komin, hevur hon svara nøkrum spurningum, um tíðina hon hevur verið her. Hvussu leingi hevur tú verið í starvsvenjing hjá KRIS? • Eg byrjaði í starvsvenjing … Læs videre "Tíðindi"
10-06-2019
Jalig afturmelding frá skeiðsluttakarum
Vit frá Tannlæknastovuni í Vági takka fyri eitt avbera gott og læruríkt skeið. Dagurin var væl fyrireikaður og skipaður. Vit fingu nógva teoretiska og praktiska vitan innan evnið. Hetta skeiðið gav okkum møguleika at skilja støðuna hjá teimum, sum hava verið úti fyri kynsligum ágangi og um hvussu tey kunnu hava tað , tá ið … Læs videre "Tíðindi"
10-05-2019
Skeið fyri tannlæknum
Ì februar sendi KRIS skriv út til allar tannlæknar í Føroyum. Boðið var inn til skeið, við evninum : “Seinárin av kynsligum ágangi” Nógv eru tey, sum hava stórar trupuleikar av at fara til tannlækna, vegna kynsligan ágang, tey vóru fyri sum børn og ung. Ì hesum sambandi kom ein føroysk kvinna at greiða frá … Læs videre "Tíðindi"
08-05-2019
Landsinnsavnan 2019
Landsinnsavnanin hjá stuðulsgrunninum hjá KRIS gav í 2019- 165.253 Kr. KRIS takkar hjartaliga fyri stuðulin
09-04-2019
Forkvinnufrágreiðing 2018
Árið 2018 hevur verið sera strævið og gevandi, vit hava arbeitt nógv fyri at fáa okkara hús liðugt. Arbeitt hevur eisini verið við at fáa stuðlar til fígging, so vit kundu fáa húsið liðugt innan. Hetta gekk gott. Við nógvari sjálvbodnari hjálp kundu vit verða stolt og errin at boða frá, at almenn móttøka varð … Læs videre "Tíðindi"
09-04-2019
NSÍ og KRIS
Betri deildin í fótbólti hjá NSÌ spælir við KRIS búmerki á blusunum í ár. Hetta fyri at varpa ljós á kysligan ágang.
01-04-2019
Takkarskriv til bússuberarar og Føroya fólk !
Hjarta skal til alt arbeiði, um ein ikki hevur hjarta við er líkamikið. Út frá einum hjarta kann tú útinna so nógv, ja nógv meira enn ein sjálvur ánar. Ofta hoyrir man : Hann/hon er so hjartagóð/ur – hvat er tað ? At vera hjartagóður er akkurát tað vit í stuðulsgrunninum hjá KRIS hava upplivað … Læs videre "Tíðindi"
20-02-2019
Fyrilestur – Tað tú ikki sá
Patrik Sjøberg, fyrrverandi ítróttarstjørna, fer at hava tveir fyrilestrar í Føroyum. Fyrri fyrilesturin verður í Løkshøll 20- 21 .mars kl 19 – 21 –og seinni verður í Norðurlandahúsið 21. mars kl. 19 -21 Hóast allari framgongd, heiðursmerkjum, og tað fyri miðlunum flottu útsjóndina hjá “ítróttarlegendini”, so var tað tað, sum vit ikki sóu, sum nívdi Patrik Sjöberg. Mál, sum lágt … Læs videre "Tíðindi"
02-02-2019
Starvsnæmingur hjá KRIS
Eg Beinta Marnarsdóttir Andreasen, eri 23 ár, eri úr Havn og lesi á 4.semestri til sosialráðgeva á Aalborg Universiteti. Á 4.semestri skal næmingurin í starvsvenjing í fimm mánaðir. Hesar fimm mánaðarnar skal næmingurin seta seg inn í, hvat tað inniber at arbeiða sum sosialráðgevi. Eg havi verið so heppin, at eg havi fingið møguleikan, at … Læs videre "Tíðindi"
11-12-2018
Hví er mamma tunglynt?
Nógv verður tosað um tilbúgving. Tilbúgving til alt møguligt. Hava vit hugsað um tilbúgving innan eldraøkið – seinárin av kynsligum ágangi ?Hvussu hava okkara eldru borgarar tað, sum sita runt landið, inni á sambýlum,røktarheimum ella í egnum heimi ?Júst hetta ættarliðið tosaði ikki nógv um trupulleikar við foreldur teirra,vinir, makar ella børn.Munnu tey hava haft … Læs videre "Tíðindi"
11-12-2018
Vit ynskja at náa longur út
Skjótt koma vit inn í 2019 Eitt ár og fimm mánaðar tók tað at gera nýggja heimið hjá stuðulsgrunninum hjá KRIS klárt at búleikast í. Virksemið hjá KRIS er nú alment tikið í nýtslu og karmarnir eru góðir, má sigast. Landið og alt føroya fólk kann njóta gott av hesum: • Terapi hjá KRIS er … Læs videre "Tíðindi"
19-08-2019
Vit vilja náa longur út
Skjótt koma vit inn í 2019 Eitt ár og fimm mánaðar tók tað at gera nýggja heimið hjá stuðulsgrunninum hjá KRIS klárt at búleikast í. Virksemið hjá KRIS er nú alment tikið í nýtslu og karmarnir eru góðir, má sigast. Landið og alt føroya fólk kann njóta gott av hesum: • Terapi hjá KRIS er … Læs videre "Tíðindi"
28-11-2018
Á VITJAN HJÁ KRIS OG Í BLÁKROSSHEIMINUM
Mánadagin 26.11, vóru javnaðarpolitikarar á vitjan hjá KRIS á Toftum og í Blákrossheiminum á Nesi. KRIS og Blákrossheimið gera eitt megnar arbeiði og hjálpa mongum. Takk fyri innlitið í gerandisdag og arbeiði tykkara.
05-12-2018
Almenn móttøka
Takk til øll tykkum sum komu út á Toftir í gjár. Vit vóru sera glað og takksom fyri at síggja so nógv fólk, sum komu at ynskja okkum tillukku við okkara hugnaliga verðistaði. Rørandi at síggja landsins myndugleikar, familju, vinir, virkir og ikki minst aðrar felagsskapir, sum eisini gera eitt megnar arbeiði. Takk til røðarar, … Læs videre "Tíðindi"
21-11-2018
Opið hús
Fyri góðum ári síðani, keypti stuðulsgrunnurin hjá KRIS gamla BankNordik bygningin á Toftum . Felagsskapurin kemur at húsast við sínum virksemi í bygninginum. Í hesum sambandi verður latið alment upp, týsdagin 4 des. Opið verður frá kl 13 – 17. Tað hevði glett okkum at sæð nógv fólk hendan dagin. Adressan er, Á Kneysum 6, … Læs videre "Tíðindi"
09-11-2018
Hagtøl yvir áheitanir til KRIS
Eins og undanfarin ár, hevur KRIS samla hatøl fyri 2017. Hagtølini vísa yvirlit yvir samlaðar áheitanir fyri árið, býti millum kyn og aldur og áheitanir um tað er 1.ferð ella annað. Niðastu myndirnar vísa samaberingar millum 2015, 2016 og 2017
11-10-2018
Altjóða sálarheilsudagurin
Altjóða Sálarheilsudagurin var 10.10.18. Tað var Sinnisbati, ið skipaði fyri degnum, ið varð hildin á Østrøm. Kris lutók aftur í ár, bæði við hugnaligum bási og við áhugaverdari og rørandi framløgu frá forkvinnuni í Kris , Beintu M Pedersen. Beinta segði frá lívi sínum við kynsligum ágangi í barnaárunum og seinárinum av kynsligum ágangi. Nógv … Læs videre "Tíðindi"
28-11-2018
Kunnandi fundur hjá KRIS
Miðflokkkurin á vitjan hjá KRIS 22. november. Hósdagin 22. november bjóðaði felagsskapurin KRIS politisku flokkunum til kunnandi fund um arbeiði hjá KRIS í nýggju og stásiligu hølunum hjá felagsskapinum á Toftum. Umboðandi Miðflokkin var Karsten Hansen, sum í løtuni situr á tingi, fyri Jenis av Rana. Byrjað varð við rundvísing í húsinum, og síðani greiddu … Læs videre "Tíðindi"
16-09-2018
Kris og Neistin
Bestu deildinar hjá Neistanum spæla aftur í ár við KRIS á búnanum .
07-09-2018
Takkarskriv
Vit ynskja av hjarta at takka tykkum mongu, sum stuðlaðu okkum til landsinnsavnanina 25 august. Takk fyri reiðan pening, uppringing til 90 nr, sms og flytingum í bankan. Inn komu 186.479 Kr , og fer hann óskerdur til hús okkara á Toftum, sum skal verða karmur um vaksandi virksemi hjá felagskapinum. KRIS bjóðar ókeypis ráðgeving … Læs videre "Tíðindi"
01-08-2018
Landsinnsavnan 25. august 2018
Leygardagin 25. august verður okkara árliga landsinnsavnan. Vit hava ognað okkum nýggj hølir á Toftum, har vit skulu húsast framyvir. Umvælingar eru enn í gongd, og tí fer allur peningurin, ið kemur inn, óskerdur til húsini. Nýggju hølini geva okkum munandi betur umstøður til at bjóða ókeypis ráðgeving og hjálp til tey, ið hava verið … Læs videre "Tíðindi"
04-07-2018
Fyribyrgjandi undirvísing
TÍÐINDAGREIN Týskvøldið tann 12. juni var undirvísing fyri 55 námsfrøðingum/hjálparfólki á dagstovnunum í Sunda kommunu. Dirvi til at síggja – tryggleika til at handla. Tað eru Sigvør Gregersen, námsfrøðingur og Malan Kjærbo, sosialráðgevi, sum – vegna KRIS – bjóða seg fram til at undirvísa fakfólki í at tola at hoyra tað, ið barnið sigur og … Læs videre "Tíðindi"
22-06-2018
Heftini eru nú eisini teldutøk
Heftini, ið KRIS hevur føroyska, eru nú eisini teldutøk. Til ber at lesa, ella taka niður Her
11-06-2018
KRIS HEVUR FØROYSKAÐ TVEY HEFTI UM KYNSLIGAN ÁGANG OG GEVUR ÚT NÚ
KRIS Føroyar , fyribyrging – kunning – undirvísing Í samstarvi við Red Barnet í Danmark, ið hevur tikið stig til at geva út fýra hefti um kynsligan ágang móti børnum, hevur KRIS umsett tvey tey fyrstu heftini til Føroyskt. … Læs videre "Tíðindi"
30-05-2018
Hvalvíkar/Streymnesar Róðrarfelag og KRIS
Hvalvíkar/Streymnesar Róðrarfelag hevur aftur í ár valt at stuðla felagsskapinum KRIS í arbeiðir við fólki sum hava seinárin av kynsligum ágangi. Vit eru sera takksom fyri at tey á hendan hátt varpa ljós á evnið.
22-05-2018
Intersport summer cup
Samstarv við Kris Føroyar! Fyrr í ár hava vit gjørt eina samstarvs avtalu við felagsskapin KRIS, har vit koma at hjálpa at kunna um arbeiðið hjá felagsskapinum. – Vit ynskja at vera við til at seta ljós á tað stóra og týdningarmikla arbeiðið, ið KRIS ger, sigur Andrass Thomsen høvuðsfyriskipari. Sum partur av samstarvinum, so … Læs videre "Tíðindi"
14-05-2018
Góðu Suðuroyingar !
Vit hjá KRIS ynskja at takka tykkum øllum fyri sera góða móttøku í sambandi við okkara átaki Tøgnin er Brotin í Saltsiloini leygarkvøldið 12. mai. Takk til Steingrím Niclasen og starvsfólkini í Saltsiloini. Vit ynskja eisini at takka tónleikarunum, Hotel Bakkanum í Vági, gistingarhúsinum í Miðbrekkuni og síðst men ikki minst tykkum, sum góvu tykkum … Læs videre "Tíðindi"
10-05-2018
Varpa ljós á kynsligan ágang
Hilmar Jan Hansen hevði í fyrrapartssendingini, Sjóðteim á Rás2, har hann prátaði við Bodil Simonsen, Joan Højgaard og Beintu M. Petersen um kynsliga misnýtslu. Beinta er forkvinna í KRIS og Bodil og Joan greiddu frá um kynsliga misnýtslu. Talan gjørdist um eitt opið, bersøgið, men neyðugt prát um eitt evnið, ið samfelagið má og skal … Læs videre "Tíðindi"
01-05-2018
Átak – Stuðulsgrunnurin hjá KRIS
Stuðulsgrunnurin hjá KRIS fer at hava konsert í Saltsiloini á Tvøroyri leygarkvøldið 12. Mei kl. 19.00. Átakið Tøgnin er brotin Átakið Tøgnin er brotin, fer at snúgva seg um, at 2 kvinnur siga frá um kynsliga ágangin, tær hava upplivað í barnaárunum. Onnur kvinnan greiðir frá um tá hon varð misbrúkt av pápa sínum, meðan … Læs videre "Tíðindi"
03-04-2018
KRIS blaðið
Í juli 2017 gav KRIS út eitt kunningarblað, ið varð latið í hvørt hús í Føroyum. Um onkur er, ið ikki hevur fingið blaðið, so ber til at lesa tað: Her: KRIS blaðið
25-04-2018
Stuðulskonsert
Leygarkvøldið 12 maj kl 19 , verður eitt stuðulstiltak í Saltsiloini á Tvøroyri. Stuðuls-grunnurin hjá KRIS skipar fyri. Atgongumerki á kr 150 kunnu keypast við dyrnar.
06-03-2018
Hví gongur so long tíð áðrenn sagt verður frá kynsligum ágang?
Í miðal ganga minst 17 ár frá tí at eitt barn hevur verið fyri kynsligum ágangi, til viðkomandi sigur frá. Hetta vísir ein kanning í psykologtidsskriftet.no Orsøkin til hesa longu tilgerðartíð eru mangar og torgreiddar. Í hesi grein verður víst á grundir, sum ótti fyri at eingin fór at trúgva teimum, skuldarkensla, at tey høvdu … Læs videre "Tíðindi"
10-04-2018
Betri deildin hjá B36 stuðlar KRIS
Eins og seinasta kappingarár gleðast vit um, at ítrótturin er við til at varpa ljós á bannhalgaða evnið, kynsligur ágangur. Hetta kappingarárið hevur fótbóltsfelagið B36 valt at stuðla KRIS, við at besta lið teirra spæla við KRIS merkinum á ermuni.
22-02-2018
KYNSLIGUR ÁGANGUR Á BREDDANUM – TÍÐINDASKRIV FRÁ KRIS
KRIS er ein hjálparfelagsskapur, sum hevur til endamáls geva tí kynsliga misnýtta vegleiðing og hjálp, og at upplýsa um kynsligan ágang. KRIS hjálpir og stuðlar ungum og vaksnum, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, og næstringum teirra. KRIS upplýsir um kynsligan ágang og um fyribyrging ímóti kynsligum ágangi, og arbeiðir málrættað við at gera tey, … Læs videre "Tíðindi"
14-02-2018
Kynsligur ágangur á talgildum miðlum
Hvussu tosa vit við børn og ung um kynsligan ágang á talgildum miðlum? Red Barnet arbeiðir áhaldandi við at forða fyri harðskapi og kynsligum ágangi á børn og ung. Tá talan er um kynsligan ágang, er hetta eitt økið, ið er sera tabuiserað og ofta vita børn og ung ikki sjálvi at tað, tey hava … Læs videre "Tíðindi"
12-02-2018
Fyrningarfreist strikað í Danmark
Fyrningarfreistin fyri kynsligan ágang á børn og ung er nú strikað í Danmark. Fólkatingið hevur samtykt eitt lógaruppskot frá Justitsministeriet um at strika fyrningarfreistina í málum um kynsligan ágang. Lógin kemur í gildið 1.april 2018. Tó eru avmarkingar í lógini um mál, ið longu eru fyrnað. Vísandi til §6, er lógin tó ikki galdandi fyri … Læs videre "Tíðindi"
01-02-2018
KRIS umboðað á temakvødinum 30.jan
Á triðja og seinasta temakvøldinum um pedofili, ið Bituff skipaði fyri í Skótahúsinum við Løkin í Runavík tann 30.jan, tosaði Gvøðbjørg West frá KRIS um hvussu lívið kann vera eftir kynsligan ágang? Hetta kvøldið tosaði eisini Turið Horn um, hvat tað ger við familjuna og um hvønn tørv ein hevur ,sum familja, eftir avdúking av … Læs videre "Tíðindi"
19-12-2017
Jólaheilsan
Eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hava stuðlað okkum í hesum hendingaríka ári sum brátt er farið. Árið 2017 hevur verið sera hendingarríkt hjá KRIS. Nógv er hent og nógv er eftir at gera. Vit takka fyri gott samstarv og fara vit við treysti undir nýggju uppgávurnar í komandi ári. Gleðilig … Læs videre "Tíðindi"
15-12-2017
Loyndarmálið – teknifilmur til børn um góð og ring loyndarmál
SMISO Hordaland hevur, saman við Raindog Studio, og við stuðli frá Helsedirektoratet framleitt ein teknifilm til børn, um góð og ring loyndarmál. Filmurin eitur Loyndarmálið. SMISO- Senter mot incest og seksuelle overgrep, er ein miðstøð fyri ung, kvinnur og menn, ið hava verið fyri kynsligum ágangi. www.smiso-hordaland.no Sí filmin Her
12-12-2017
Takkarskriv
Stuðulsgrunnurin fyri KRIS ynskir við hesum skrivi, at koma við eini hjartans tøkk til tykkum øll, ið hava stuðlað. Inn komu tils. Kr. 199.000,00 Peningurin fer til at gera ábøtur á hús, sum stuðulsgrunnurin, við eini stuðulsavtalu,hevur keypt frá Bank Nordik. Talan er um fyrrverandi bankabygningin á Toftum. Túsund takk til tykkara, sum vóru úti … Læs videre "Tíðindi"
30-11-2017
Enn ber til at stuðla KRIS
Um tú ikki fekst høvið at stuðla til landsinnsavnanina, ið stuðulsgrunnurin hjà KRIS skipaði fyri tann 25.nov, ber enn til at stuðla, við at flyta pening inn á kontonr: 6460 5738883- Bank Nordik
17-11-2017
Jólamerkjagrunnurin letur KRIS kr. 200.000
Jólamerkjagrunnurin hevur til endamáls at býta út ágóðan av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út á hvørjum ári. Grunnurin stuðlar samfelagsgagnligum verkætlanum fyri børn og ung. Í ár hevur KRIS fingið stuðul áljóðandi kr. 200.000. Hvørja ferð tú keypir jólamerki frá Posta, fer vinningurin til Jólamerkjagrunnin, sum letur stuðul til verkætlanir fyri børn og … Læs videre "Tíðindi"
23-10-2017
Landsinnsavning 2017
Árliga landsinnsavningin hjá KRIS verður leygardagin 25.nov 2017 Okkum tørvar fólk at hjálpa . Verð Vælkomin at ringja á tlf nr 504701 ella við at senda eini boð.
09-10-2017
Altjóða Sálarheilsudagur 2017
Týsdagin 10. Oktober verður Altjóða Sálarheilsudagurin hátíðarhildin í Öström í Tórshavn. Altjóða Sálarheilsudagurin er eitt afturvendandi tiltak, sum verður hildið kring allan heim 10. Oktober á hvørjum ári. Tiltakið er frá kl 13 til kl 20 KRIS fer at hava bás, har vit fara at kunna um okkara arbeiðið og høvi verður at seta okkum … Læs videre "Tíðindi"
28-09-2017
Takkarskriv
Av hjarta takk fyri allan stuðul KRIS hevur við sínum arbeiði innan seinárin av kynsligum ágangi, verið við til at Føroya fólk meira og meira eru tilvitað um avbjóðingarnar hesi menniskju liva í og tí eru vorðin meira viðurkend í samfelagnum. Takk fyri tað ! Í døgunum 17. til 21. august hevði KRIS vitjan … Læs videre "Tíðindi"
23-08-2017
Sig Nei!
Sig Nei! – Eitt átak ímóti netbornum kynsligum tvingsli av børnum EUROPOLtube: filmur Her
22-08-2017
Ferðafrásøgn frá Utsatt-mann
Eventyrlandet: Vilt-Vått-Vakkert Utsatte menn på motorsykler besøkte Færøyene Da bikergruppa med utsatte menn kryssa det fantastiske landskapet på Færøyene, på lånte motorsykler, var det med en uvirkelig og stolt følelse jeg red på en flott HD Road King. Jeg følte meg nesten som en deltaker i Ringenes Herre. Dype dalfører med strie elvefar, durende … Læs videre "Tíðindi"
16-08-2017
KRIS vitjan úr Noregi
MC-bólkurin, sum koyrdi runt í Noregi í 2016, fyri at seta sjóneykuna á menn og dreingir, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, koma nú til Føroya. Tann 17. august fáa vit vitjan av 4 monnum úr Bergen og fara teir av stað aftur tann 21. august. Hesir menninir eru ein partur av “Utsatt-mann” í Noregi. … Læs videre "Tíðindi"
01-08-2017
Utsattmann.no
Frá FB síðuni hjà Utsattmann.no UTSATTE MENN BIKER PÅ FÆRØYENE MC-gruppa, som dro Norge på langs i 2016 for å synliggjøre utsatte gutter og menn, kjører denne sommeren motorsykkel på Færøyene. Vi gleder oss til å besøke øyriket langt ute i havet og til å dele av våre erfaringer. Kris Føroyar Den enorme positiviteten og … Læs videre "Tíðindi"
26-06-2017
BankNordik stuðlar arbeiðinum hjá KRIS
Tørvurin og ynskið, sum KRIS í Føroyum í mong ár hevur havt um eitt veristað, er vorðin veruleiki, nú KRIS og BankNordik hava undirskrivað eina trý-ára stuðulsavtalu, ið m.a. fevnir um keyp av fyrrverandi bankabygninginum á Toftum. Starvsfólk og sjálvboðin hava lagt eitt stórt arbeiði í, at hetta skal gerast veruleiki, og tey hava savnað … Læs videre "Tíðindi"
04-06-2017
Ráðstevna í Noregi
KRIS við á landsráðstevnu í Noregi um evnið: “Kynsligur ágangur á netinum”. Mánadagin, tann 29. mai fóru umboð frá felagsskapinum KRIS á vitjan í Noregi. Komin til Noregs, vórðu vit boðin til SMISO. Hetta er styttingin fyri “Støttesenter mot incest og seksuelle overgrep”. Hetta sentrið liggur í Bergen. Vit fylgdu teirra arbeiði ein heilan arbeiðsdag, … Læs videre "Tíðindi"
18-05-2017
Hvessingur og KRIS
Hvalvíkar/ Streymnesar róðrarfelag stuðlar KRIS hettar kappingarárið. Manningin á “Hvessingi” hevur KRIS á teirra draktum. Vit takka róðrarfelagnum og manningini fyri stuðulin
08-04-2017
Eg vil hava lívið aftur
Tað sigur 48 ára gamli Jan Rein úr Havn, sum nú fyrstu ferð alment sigur sína søgu um kynsliga misnýtslu. Sendingin er frá 07.04.2014 Hoyr samrøðuna : Her
30-03-2017
Fyrilestrar á skúlanum á Skúlatrøð
Í sambandi við at KRIS, í døgunum 1. til 5. mai, hevur vitjan úr Danmark av Helle Borrowman og Jan Poulsen, skipar stuðulsgrunnurin hjá KRIS fyri kunnandi tiltaki, við fyrilestrum, á skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík, mikudagin 3.mai kl.19 Helle Borrowman er forkvinna í Landsforeningen Spor, ið er ein felagsskapur fyri vaksin fólk við seinárinum … Læs videre "Tíðindi"
30-03-2017
Sig frá!
Sjónbandasamrøða við Beintu M Pedersen, forkvinnu í KRIS. Gjørd i samband við verkætlan, um kynsligan ágang, hjá næmingum úr felagsskúlanum á Oyrabakka Sí samrøðu her Her
21-03-2017
Caféfundur verður hósdagin 23.mars
Kynsligur ágangur, seinárin og rúsmisnýtsla Nakrir persónar, við seinárinum av kynsligum ágangi, royna at doyva pínuna við rúsdrekka ella øðrum rúsandi evnum. Hetta misbrúk, sum verður ein háttur at handfara eina traumatiska uppliving, kann síðani føra til aðrar óhepnar avleiðingar. Persóninum tørvar hjálp til at sleppa burtur úr hesum misbrúki, men um misbrúkið ikki verður … Læs videre "Tíðindi"
21-03-2017
Tíðindaskriv frá Glasir, Marknagil
Stuðulscafé Næmingarnir á Glasir, Marknagil, hava í ár samlað pening inn til felagsskapin KRIS, ið veitir teimum, ið hava verið út fyri kynsligum ágangi, og næstum teirra, hjálp. Ímeðan næmingarnir á Glasi, Hoydalar, hava samlað inn til teirra Bolivia hjálp í mong ár, høvdu næmingarnir á Glasi, Marknagil, størri áhuga í, at pengarnir skuldu fara … Læs videre "Tíðindi"
15-03-2017
KRIS eisini sjónlig í fótbóltinum
So er felagsskapurin KRIS eisini sjónligur í fótbóltinum og hetta fegnast vit um. Við vøllin í Sarpugerði, har føroyameistararnir 2016, Víkingur, leikar sínar heimadystir, hava vit nú eina bandalýsing. Og nýstovnaða felagsliðið úr Suðuroy, spæla í blusum, har okkara lýsing er á.
01-03-2017
Havnar bóltfelag varpar ljós á kynsligan ágang móti børnum
Táið tað hendir, sum ikki má henda Havnar bóltfelag varpar ljós á kynsligan ágang móti børnum, við einum kunningartiltakið í HB húsinum, hósdagin 2.mars 2017, kl. 19:00. Tiltakið er ætlað foreldrum og annars øllum, ið hava við børn at gera. Umboð fyri KRIS hava framløgu og nakað av tí, ið verður tikið fram er: – … Læs videre "Tíðindi"
15-02-2017
RöddinLive: Harðskapur og kynsligur ágangur
“Eg skuldi havt runnið avstað, ella sagt tað tá. Men eg kom ikki út við tí fyrr enn nógv ár aftaná.” Hendan sendingin er um harðskap í parløgum og kynsligan ágang. Vit eru til filmin 50 Shades of Gray og tosa um hvussu filmin. Vit tosa við Gvøðni Vest, sum er ein av stovnarunum av … Læs videre "Tíðindi"
15-02-2017
Ókeypis viðgerð hjá sálarfrøðingi, fyri seinárin av kynsligum ágangi
Almannamálaráðið hevur, í samstarvi við Felagið føroyskir sálarfrøðingar, skipað eitt viðgerðartilboð til teirra, sum stríðast við seinárin av kynsligum ágangi, tá tey vóru børn Viðgerðartilboðið er skipað sambært Heildarætlan um kynsligan ágang, sum Almannamálaráðið umsitur. Viðgerðartilboðið, er ókeypis og er fyri øll vaksin fólk, sum hava trupulleikar av seinárinum, tí tey vóru fyri kynsligum ágangi, … Læs videre "Tíðindi"
14-02-2017
Felagsskapurin KRIS leitar eftir húsum
Sum vit hava skrivað fyrr, so ynskir KRIS eitt tilhaldsstað, har fólk við seinárinum av kynsligum ágangi og teirra avvarðandi, kunnu vera og fáa tað hjálp og umsorgan, tey hava tørv á. Vit virka í dag í leigaðum hølum, sum eru sera góð til virksemið, sum er í dag, men ynskja nú okkara egna hús. Tí … Læs videre "Tíðindi"
06-02-2017
Hin dulda girndin/misnýtsla.
“Tað er gott og neyðugt, at kristnar kirkjur og samkomur varpa ljós á duldar gøtur og døpur mein. Vit mega verja livandi lív og viðkvom børn. Vit mega lekja sár, ið bløða í likami, sál og sinni. Hin dulda girndin, trongdin ella sjúkan skaðar ómyndig, verjuleys og sakleys. Skaðin avlagar barnaárini, og vaknar aftur … Læs videre "Tíðindi"
03-02-2017
Stórfingin gáva frá Lions Club Tórshavn
2016 var seytjanda árið á rað, at Lions Club Tórshavn skipaði fyri listaframsýning á Ólavsøku. Ágóðin av framsýningini fer á hvørjum árið til eitt vælgerandi endamál og hesaferð var ágóðin latin felagsskapinum KRIS. Peningurin skuldi nýtast til at seta á stovn nýggja heimasíðu, har fólk, ið hava verið útsett fyri kynsligum ágangi og onnur, millum … Læs videre "Tíðindi"
02-02-2017
Neistin & KRIS
Vit gleðast um, at eisini ítróttarfeløg ynskja at stuðla KRIS. Neistin stuðlar KRIS við at vísa okkara logo á spælarablusunum hjá bæði kvinnum og monnum. Les meira her: http://www.neistin.fo/tidindi
02-02-2017
HK Bussar stuðla KRIS
Vit eru sera takksom fyri at HK Bussar stuðla KRIS. Ein stuðulsavtala er gjørd, har HK Bussar stuðla KRIS við kr 2500,- um mánaðan, í 2016 og 2017. Møguleiki er at leingja avtaluna, um partarnir eru samdir um tað.
30-01-2017
Den færøske Julebazar stuðlar KRIS
Tann 16.januar 2017 , høvdu vit vitjan av Gunhild V Michelsen, umboð fyri Den færøske Julebazar í Keypmannahavn, ið handaði KRIS eitt gávubræv, áljóðandi kr. 30.000. Tað er við stórum takksemi, at KRIS hevur móttikið hesa stóru gávu. “ Tann Føroyski Jólabazarurin er ein sjálvstøðug eind, ið er eitt samstarv millum Kvinnufelagið, Føroyahúsið, tey … Læs videre "Tíðindi"
30-01-2017
Seinárin av kynsligum ágangi og diagnosur.
Fitt av fólki hevði leita sær til Saltangará, tá KRIS, tann 18.01.17, bjóðaði til fyrilestur um Kynsligan ágang og diagnosur, sum Erling Fles, sálarfrøðingur hevði. Hann greiddi millum annað frá, hvussu kynsligur ágangur ávirkar menningina hjá barninum, bæði kropsliga, sálarliga og kensluliga og kom hann eisini inn á ymiskar diagnosur, ið menniskju kunnu fáa staðfestar, … Læs videre "Tíðindi"
16-12-2016
SKRIVA OKKUM EITT BRÆV
Fyri ein persón, ið hevur verið fyri kynsligum ágangi, kann ofta verða trupult at bróta tøgnina. Trupult at venda sær til onnur fyri at fáa hjálp. Fara tey at trúgva mær? Hvat skal eg siga ella spyrja um? Á nýggju heimasíðu okkara ber nú til at skriva til brævkassan undir dulnevni. Her ber til at … Læs videre "Tíðindi"
16-12-2016
Landsinnsavningin
Leygardagin 12.novembur skipaði stuðulsfelagið hjá KRIS fyri eini landsinnsavning, har fólk gingu hús úr húsið, fyri at savnað pening inn til eitt viðgerðarheim til fólk við seinárinum av kynsligum ágangi. Okkara fantastisku bússu-berarar, á konto og innringingar til 90 nr, góvu heili 309.862,00 kr. Vit takka av hjarta fyri stuðul.
16-12-2016
Vitjan úr Norra
Í døgunum 17. – 20.desember høvdu vit vitjan av 3 kvinnum frá SMISO í Norra. SMISO stendur fyri: Støttesenter mot incest og seksuelle overgrep. Linda Bakke er dagligur leiðari í “ Felleskapet mot seksuelle overgrep/ FMSO Rachel Vorre er dagligur leiðari í SMISO í Sør Trondelag, Trónheimi Grace Gjuvsland er dagligur leiðari í SMISO Hordaland, Bergen … Læs videre "Tíðindi"