”Kynsligur ágangur skal ikki tigast burtur men tosast burtur”
Seinasta árið hevur ein bólkur frá KRIS ferðast runt í Føroyum við einum átaki fyri at kasta ljós á stóra trupuleikan við seinárinum, ið kynsligur ágangur hevur við sær.
Við í átakinum eru fólk, ið sjálvi hava verið fyri kynsligum ágangi sum barn og mammur at børnum, ið hava verið útsett.
Hesi siga øll frá, hvussu ágangurin hevur ávirkað teirra lív og um tær avleiðingar, ið kunnu standast av at sagt verður frá.
Eisini sigur leiðarin í KRIS, Gvøðbjørg West, frá arbeiðinum í KRIS og hvussu og hví hesin felagsskapur varð settur á stovn fyri 20 árum síðani.
Seinárin av kynsligum ágangi eru nógv og ymisk.
Vaksin við seinárinum uppliva ofta afturvendandi depresjónir, angist, lágt sjálvsvirði og lágt sjálvsálit. Trupuleikar í paralagi, etingarólag, sjálvmorðstankar og sjálvmorðsroyndir og sjálvskaðan. Ymiskt er hvussu hvør einstakur upplivir seinárin og nær hesi seinárin vísa seg.
KRIS vil við hesum átakið vísa á, at tað ber til at læra seg at liva við tí sum hent er og ikki í tí sum hent er. Tað ber til, um ein far rætta hjálp og ráðgevin til at koma víðari í lívinum.
”Kynsligur ágangur skal ikki tigast burtur men tosast burtur”
Ágangur á børn og tey seinárin ið tey fáa sum vaksin, er ein sera stórur trupuleiki, bæði fyri tann sum er raktur av áganginum, famijum teirra og samfelagnum sum heild.
Tabu, loynidómur og manglandi vitan og forstáilsi er viðvirkandi til at trupuleikin ikki verður loystur.
Tí er tað sera umráðandi fyri okkum í KRIS at blíva við at vísa á og tosa um hendan trupuleika fyri at vinna á honum.
Vit eru altíð tilreiðar at koma út til tykkum at greiða frá.