TAÐ ER ONGANTÍÐ OV SEINT AT BRÓTA TØGNINA
Tað eru mong, ið siga: “Hví kemur tú við hesum nú? Tú mást gloyma tað, ið hent er, og koma víðari. Tað er so langt síðani …”
Ja, soleiðis siga tey, ið ikki skilja, at tú hevur verið nívdur av skommini í øll hesi árini, at tú hevur mist allan barndómin, at tú hevur opin og bløðandi sár, at tú hevur mist førleikan til at elska, at tú hevur plágast av ótta og ræðslu í øll hesi árini.
Tað er ongantíð ov seint at bróta tøgnina.
Sig tað við onkran, tú hevur álit á, ein av næstrafólki tínum, ein vin ella vinkonu.
Tú kanst eisini ringja ella skriva beinleiðis til KRIS ella seta teg í samband við aðrar líknandi stovnar