10. marts 2018

Hey, eg havi ein gubba sum plagdi at koyra biltúr vid mær tá eg var barn. Hann kelaði meg og segði ópassandi ting vid meg. Eg føli tað sum um hann hevur gjørt okkurt verri við meg tá, sum í dag ávirkar meg nógv, men eg kann ikki minnast tað. Eg havi í nógv ár sagt vid meg sjálva at einki er hent, men tað blívur vid at koma aftur. Havi T.d trupulleikar vid at líta á onnur og trupulleikar vid intimiteti og berøring. Kann hann hava gjørt mær nakað ræðuligt hóast eg ikki minnist tað? Vh