17. august 2018

Hey Kris.
Eg bleiv misbrúkt av pápabeiggja mínum tá eg var uml 5-7 ár gomul smágenta. Hann búði heima hjá ommu míni og tað var har tað hendi. Eg segði tað aldrin við nakran í familjuni, men eg veit at fleiri vóru mistonksom um at har var okkurt, helst tey sum búðu í húsinum hjá ommu vóru varhugan av at har var okkurt galið, men tey gjørdu aldrin nakað við tað.
Eg føldi meg tá og enn í dag so sviknan av teimun nærmastu í familjuni.
Í dag eri eg nærum tvungin til at liva við pápabeiggjanum í familjuni sum um einki er hent. Alt hetta hevur gjørt at eg havi ringt at lata fólk koma ov tætt og eg klári næstan slett ikki at lata mannfólk nerta við meg. Eg eri í ringum lag hvønn einasta dag, eg havi oftani marruna og flasback av hendingini.
Eg føli at tann einasta mátin eg kann fáa tað betur, er um eg komi út við hesum og fái pápabeiggji mín revsaðan fyri tað hann hevur gjørt mær, problemið er bara at eg eri bangin fyri at fortelja nøkrum tað. Eg royndi einafer at fortelja sjeikin tað, men hann trúði mær ikki og eina æðrufer fortaldi eg eina vinkonu tað, hon trúði mær men í dag letur hon sum einki.
Eg vil so gjarna fortelja foreldrini tað, men eg eri bangin fyri at tað fer at knúsa alla familjuna og splitta øll sundur.
Eg ræðist so nógv hvussi samfelagið fer at síggja meg um eg komi út við hesum.

Hvat kann eg gera? Kann eg melda hetta nú tá tað er so nógv ár síðani?
Kann eg bara halda hetta fyri meg sjálva og einki siga til familjuna og alikavæl melda pápabeiggjan?
Hvat er tað fornuftigasta hjá mær at gera?