22. august 2018

Hey.
Eg veit ikki heilt hvussu eg skal orða meg, men eg haldi at eg eri blivin missbrúkt sum barn, men eg kann ikki vera heilt sikkur. Eg veit bara tað at eg havi altið verið sex fokusera, eisini sum heilt ung. Umleið 6 ára aldurin. Eg mussaðist við fleiri í barnagarðinum og tá eg bleiv eini 10 ár lokkaði eg onnur sum vóru uppá sama aldur at vera við mær. Kelast og mussast men ikki mogga avlikavæl. Eg eri so forvirra tí eg veit at tað ikki er normalt at eitt so ungt barn sum eg var tá skal lokka onnur børn at vera seksuelt saman við ein.. Eg eri nakað so kedd og frustrererað um tað sum er hent.. Tí eg hevði aldrin kunna funnið uppá tað ídag. Og eg vamlist so nógv yvir mær sjálvari og hugsi altíð um hví eg havi gjørt hatta? Eg kann ikki minnast at nakar hevur missbrúkt meg.. Men eg minnist at einaferð tá eg svav hjá abba mínum ( eg svav har ofta sum ung og viðhvørt í somu song) so tók hann spakuliga dýnuna av mær so hann slapp at síggja meg. Eg lat sum um eg svav men eg sá hvat hann gjørdi. Og so flutti eg meg spakuliga og so fór hann vekk. Og tað er tað einasta eg veit og kann minnast frá mínum barnaárðum. Eg haldi ikki hann hevur missbrúkt meg, men eg veit at okkurt hevur verið galið við meg sum barn…