15. november 2018

Eg og familjan eru fryst úti av summum í familjuni. Hetta ávirkar sjálvandi bæði okkum og alla familjuna, sum ongantíð longur øll er saman. Uttanumvegir havi eg frætt, at orsøkin eri eg, sum skal hava gjørt meg inn á onnur í familjuni. Eg veit meg ikki at hava gjørt nøkrum nakað. Eri eg sekur, má eg hava fortrongt tað ella hava handlað uttan vit, tí eg minnist einki, hvat møguliga kann vera hent ella misskilt. Eg havi verið í so vátligur eitt tíðarskeið, men minnist meg ikki at hava verið uttan vit. Støðan er ótolandi fyri øll og ikki at handla brýtur bara meir niður. Eg havi tí tikið stigið at bróta tøgnina og siga teimum í familjuni frá, sum enn ikki vistu “sannleikan”, soleiðis at tey sum tað minsta skiltu, hví hetta familjumynstrið er íkomið. At vita og skilja haldi eg hjálpir okkum ikki at døma. Hetta kom sjálvandi sum ein skelkur, men nú skilja øll betur støðuna, sum tey nú eru før fyri at síggja í einum øðrum ljósi. Sum eitt næsta stig eri eg nú farin at hugsa um at orða eina umbering til øll fyri alla pínu, sum eg kann hava verið atvoldin til. Eg hugsi ikki um at orða meg konkret men heldur yvirskipað og altfevnandi um alt, sum eg kann hava gjørt øðrum so ella so. Halda tit, at hetta er eitt ráðiligt stig at taka? Eg seti meg, sum er, ikki føran fyri at átaka mær konkreta skuld í hesi ákæruni. Ber til at koma tí málinum nærri, um eg t.d. bjóði mær til at fáa hjálp?

Ein harmur maður, sum vil øllum tað besta