24. januar 2019

Hey, sum barn var eg eg út fyri nøkrum fleiriferđ..
Eg veit ikki hvussu lítil eg var, men var ikki gomul nokk til at vita hvat sex var.
Ein drongur í familjuni sum er uml. 4 ár eldri enn eg snakkađi meg inn til at hava sex viđ honum. Eg visti ikki hvat tađ var ella hví, fekk bara at vita at eg ikki mátti fortelja tađ fyri nøkrum, og at tađ var nakađ vaksin gjørdu.
Hetta eru nógv ár síđani nú, men fyri nøkrum áđrum síđani er orduliga byrja at hava ávirkan á meg.

Eg blívi viđ at føla at tađ er mín egna skyld uppá onkran máta, sjálvt um fólk altíđ siga at man ongantíđ hevur skyldina í tí o.s fr.
Sjálvt um eg var so lítil.. hann snakkađi meg in til tađ uppá onkran máta umaftur og umaftur, hann helt mær ikki niđri ella nakađ so brutalt sum man ofta hoyrir um ella sær í filmum, og eg haldi at grundin til at eg føli at tađ er mín skyld, er tí at hann ikki mátti halda mær niđri..

Eg veit ikki hvat eg skal hugsađ um tađ heila?