10. april 2019

Hey, eg havi nakrar spurningar, ið eg hopaði tit kundi svara uppá.
Tá eg var lítil byrjaði kynsligi ágangurin og steðgaði fyri góðum 4 árum síðani. Eg havi øgiliga svingandi dagar onkur eru góðir og aðrir minni góðir. Eg føli so stóra skuldarkenslu, tí eg gjørdi einki fyri, at steðga áganginum. Eg veit ikki um tað er rætt, at eg havi feilin fyri nógv av tí, ið hendi?
Eg bleiv illa hótt, og haldi ikki nakar skilur meg orduliga, tá eg sigi, at eg eri enn bangin fyri honum. Eg føli oftani, at tað var bara best, at hann nøktaði sín tørv, tí hann slóð illa o.a.
Eg havi fingið hjálp, ið eitt gott tíðarskeið, men føli meg ikki koma nakran veg, tí eg havi so ringt við at stóla uppá nakran, og tori so illa at seta orð á tað, ið hent er. Eisini bara tí eg føli partvís er mín feilur.
Eg veit ikki orduliga hvat eg sjálv kann gera, fyri at koma víðari. Tað eru nógvar hendingar, ið eg havi fortrongt og tí fái eg nógv flash back altíð, og havi ongan beinleiðis at tosa vit tá slíkt hendur, tí eg vil ikki tosa við móðir og faðir, og gangi so sjáldan hjá sálarfrøðingi. Veit ikki um tit fáa svara hesum, men eg ynski at fáa eina framtíð. Eg skal aftaná summar søkja víðari, og veit ikki um eg fari at megna tað, um eg haldi áfram at fáa flach back?