15. april 2019

Hey
Hvar í Føroyum kann ein søkja sær hjálp fyri seinárin av harskapiđ.
Eg eri ikki komin langt í lívinum tí at eg eri eitt offur fyri ógvusligum harđskapi og happing sum barn.
Mítt barnaheim var eitt alkoholisera dysfunktionelt heim, prægađ av vold og ógvusligum harđskapi, men útattil var alt í fínasta ordan.
Er ongastađni ein kann fáa hjálp í Føroyum tá tađ snýr seg um harskapsrakt børn iđ eru blivin vaksin í dag?
Eg veit at hettar evniđ er kanska ikki líka “spennandi” sum kynsligur ágangur, men hettar er ógvuliga tungt at dragast viđ einsamallur alt líviđ.
Sum eg kann minnast eri eg bara einaferđ útsett fyri kynsligum ágangiđ sum barn, men hettar er nakađ sum er “poppa upp” tá eg kom í 30’uni… Eg spekuleri ofta uppå um eg kann hava fortrongt onkrar ađrar hendingar…
Hvar kann ein venda sær fyri at fáa hjálp?
Eingin torur at avdúka seg ì Føroyum, tí tagnađarskyldan er ógvuliga holut her, tađ vita øll.