25. september 2019

Eg eri djúpt syrgin, kedd, ill og ráðaleys, tí eg kann bara hyggja at, meðan familjan syndrast. Vit koma ikki saman, eingin ringir ella vitjar. Eg eri givin at halda føðingardagar fyri børnumum, tí eg tími ikki at hoyra fyri, hví fólk ikki koma. Eg havi tosað men mest skrivað. Eg fái einki aftursvar. Eg fái kensluna av, at eg eri sek, havi forbrotið meg, men trupulleikin botnar í eini ákæru um kynsligan ágang, sum møguliga ongantíð varð ætlað til rætta viðkomandi men ístaðin til øll hini í familjuni. Einki hendir, tíðin gongur, børnini vaksa, og vit glíða meir og meir frá hvørjum øðrum. Eg havi roynt at fingið greiðu á, hvat er hent, men veit lítið og einki. Eg havi vent mær til rætta viðkomandi, hvørs kona, børn og hann sjálvur hava verið útihýst í yvir tvey ár. Familjan veit einki og eigur ongan annan góðan, meðan tann “seki” hevur traðkað fram skrivliga og sagt pápa okkara frá støðuni, soleiðis at hann skilir og ikki ákærir ósek systkin fyri klandur. Eisini hevur hann skrivliga vent sær til foreldrini hjá “offrunum” og spurt, hvat er hent og nær. Samstundis hevur hann bjóðað seg fram at samstarva við professionelt fólk um støðuna og hevur sjálvur leitað sær sálarfrøðiliga hjálp. Tað verða skjótt tvey ár síðan og hann hevur enn einki svar fingið, heldur ikki váttan, at brævið er móttikið. Hann sigur seg ikki vita um nakað, hann kann hava gjørt. Her kann eg leggja afturat, at hann ongantíð hevur lært at tala at og seta mørk fyri, hvat onnur gera ímóti honum. Tí er hann ikki førur fyri at konfrontera ákæraran munnliga, sum er. Mín lutur er ikki at taka partí, men kenslurnar sveiggja nógv – eisini móti “offurfamiljuni”, sum ber seg soleiðis at. Hetta er reinur torturur. Eg eri farin aftur um ryggin hjá mínum egnu børnum í føðingardag hjá familjulimum í vónini um, vit skjótt loysa trupulleikan – í øllum førum tann praktiska, soleiðis at børnini ikki verða rakt. Eg kann ikki taka tey við, tá l systkinabørn á teirra aldri ikki verða boðin. Eg havi gjørt vart við, at eg ikki kann halda fram á henda hátt og fari at gevast. Tey fáa eitt skotbrá men eingin reaktión. Eg síggi fyri mær, at vit vaksnu, sum bera okkum soleiðis at, eru nú í holt við at knúsa yngsta ættarliðið sálarliga. Eg eri sera vónbrotin um, at vit ikki kunnu standa saman og stuðla hvørjum øðrum. Og sera vónbrotin, at vit ikki kunnu tosa opið saman. Eg verði noydd skjótt at sleppa, hetta er sum við alkoholismu, sum ongan veg førir, líka mikið hvussu nógv tú roynir. Eg veit, at Kris arbeiðir fyri offrunum. Kortini vendi eg mær til tykkara at spyrja, hvar øll hini offrini kunnu venda sær eftir hjálp? Her eru jú øll offur. Eg veit ikki, hvat er rætt ella skeivt longur, kanska havi eg í bestu meining gjørt okkurt skeivt. Eg veit ikki sjálv og eingin sigur nakað ella átalar meg. Kanska er tað eisini skeivt at skriva til tykkara? Kanska kennir onkur meg aftur í hesum skrivinum og støðan gerst enn verri? Eg fari tí at heita á tykkum ikki at leggja brævið út men heldur at taka samanum við egnum orðum. Eg takki hjartaliga fyri svar.