15. februar 2020

Hey tit. Eg bleiv neyðtikin sum 13 ára gomul, tað hendi 2 ferðir(sum eg minnist). Eg føli meg illa nú, tí eg fór aftur til tann sum gjørdi hetta, og tí hendi tað umaftur. Eg havi skuldarkenslu um, at tað er mín skyld at tað hendi aftur, tí eg valdi sjálv at fara eitt stað, har eg visti at hann fór at vera. So ofta følist tað sum at eg ikki bleiv neyðtikin, men sum at eg sjálv bað um tað, tí eg valdi sjálv at fara aftur. Hetta hevur gjørt at eg havi ivast í, um eg bleiv neyðtikin ella ikki, sjálvt um eg segði nei og græt.
Kunnu tit geva mær nøkur ráð, um hvussu eg skal føla at hatta var ikki mín skyld?