3. marts 2020

Havi livað í einum sálarliga harðligum parlagi í 30 ár. Maðurin hevur verið kontrollerandi, kalla meg fyri eina feita mer og at eg eri ein ónytta – hóast eg altíð havi passa bæði hús og børn. Nú eru børnini vaksin og tí havi eg endiliga tikið avgerð um at skiljast frá manninum.
Men maðurin letur meg ikki fáa frið. Hann blívur við at skriva og ringja og niðurgera meg – hvat skal eg gera ? Kundi hugsað mær at melda hann, men nyttar tað nakað ? Hvat halda tit ?