29. juni 2020

Góðu tit, sum lesa hetta brævið.

Eg eri ein kvinna síðst í 20’unum. Eldri beiggi mín gjørdi seg inn á meg, flestu av mínum barnaárum. Hetta byrjaði tá eg var 5-6 ára gomul, og helt á til eg var umleið 17 ár. Hann er seks ár eldri enn eg.
Hann nart við meg, soleiðis sum ein beiggi ikki eigur at nerta við systur sína, og hann blottaði seg fyri mær. Tá eg var undir brúsu, læsti hann vesihurðina upp uttanífrá, og kom inn og hugdi inn um baðiforhangið. Onkuntíð helt hann meg fast innat sær, soleiðis at eg ikki slapp vekk, meðan hann gnýggjaði seg ímóti mær.

Hetta var ikki hvønn dag, onkuntíð gingu fleiri mánaðir ímillum, men so hendi tað aftur. Og aftur.

Eg segði ongantíð frá við hann, og foreldrini vistu ikki av nøkrum, og tað gera tey ikki enn. Ongin annar veit tað, og soleiðis vil eg hava tað.

Eg haldi ikki at eg var stórvegis merkt av hesum, tá eg var barn, eg var glað, og sá faktiskt onkursvegna upp til beiggja mín.

Í nógv ár fortrongdi eg tað sum var hent, og eg hevði tað fínt við tí. Eg og beiggi mín blivu bæði vaksin, og tosaðu aldrin um tað. Tad var farið. Vit vóru væl sum systkin, og sóust javnan, og eg hugsaði als ikki um tað sum var hent.
So kom eitt átak frá Kvinnu, sum eggjaði kvinnum at fortelja um at tær vóru seksuelt misbrúktar, og tá kom alt bóltandi fram aftur. Eg fortaldi onki, men síðani hevur hetta prikað meir og meir. Nú liggi eg ofta vakin um náttina, og má halda mær ikki at vakja mannin, og fortelja honum alt.

Eg eri góð við beiggja mín, men seinastu árini, havi eg flutt meg longur og longur frá honum.
Eg vitji sjáldan beiggja mín longur, næstan bara til føðingardagar, og annars síggjast vit heima hjá foreldrunum. Eg kenni eitt stikni, tá eg hyggi uppá hann. Hetta upplivdi eg ikki fyrr, tá eg fortrongdi hendingarnar, og heilt erligt, so var tað nógv lættari, og eg vil aftur til tað.

Eg vil ikki siga tað fyri nøkrum, tí tað fer at splitta familjuna. Eg vil halda hesa hemmeligheitina, fyri at verja børn og konu hansara, og foreldur og systkin okkara.

Eg ætli mær onki at gera við hetta, og biði ikki um góð ráð, men eg má spyrja, er tað løgið, at eg heldur vil fortrongja hetta, heldur enn at koma út við tí?

Eg eri parat til at taka avleiðingarnar av tí, sum kemur av at skúgva hetta til viks. Tær avleiðingarnar verða minni, enn avleiðingarnar av at familjan verður splittað.

Hetta er fyrstu ferð eg seti orð á hetta. Kanska hetta kann kyrra mín tankameldur.