8. februar 2017

Hey Kris 🙂

Fyri stuttari tíð síðani, segði ein vinkona fyri mær, at hon hevði verið úti fyri kynsligum ágangi. Hon veit ikki hvat hon skal gera og um málið kanska er ov gamalt til at melda ella gera nakað við.  Ágangurin helt uppat fyri 6 árum síðani, tá vinkonan var 13 ár, men hon minnist ikki heilt, nær alt byrjaði. Vinkonan hjá mær er í dag 20 ár. Kunnu tit hjálpa mær við at svara hesum?

Vinkonan hevur eisini hugsað um at kontakta KRIS fyri at fáa hjálp, men hevur hoyrt, at um ein er yvir 18 ár, so kostar tað at fáa hjálp. Er tað so og hvussu nógv kostar tað?

Eg vil so gjarna hjálpa henni.

Vinarliga, ein kedd vinkona