20. april 2020

Automatisk kladde

Góði brævkassi
Nú er tíðin komin, har eg fari at krevja eina umbering fyri ein gamlan ágang

Eg eri ein maður í 50’unum. At síggja til, er alt gott við einari kærleiksfullari familju, einum góðum arbeiði og einum góðum lívi. Men hóast alt tað, sum eg kann gleðast yvir og verða takksamur fyri, havi eg aftaná fleiri tung ár og tíðarskeiðum við tunglyndi gjørt av, at eg má gera okkurt við eitt evni, sum hevur merkt mítt lív við kenslum av skomm og manglandi sjálvsáliti.
Eg vaks upp við vitanini um kynsligan ágang, sum mær var fyri, tá eg var umleið fimm ára gamal. Hendingin hevur verið eitt sindur kám í minninum, og inn til fyri fáum árum síðani, kundi eg ikki seta andlit á ella minnast navnið á skemmaranum. Tað sum eg minnist ítøkiliga, er, at ein stórur drongur ella ungur maður, vendi sær til mín, meðan eg spældi einsamallur úti, og at eg eisini hevði álit á viðkomandi, sum førdi við sær, at eg fór við honum á eitt alment vesi. Her neyðtók hann meg og her sáddi hann skommina í meg við hóttan um einki at siga fyri nøkrum.
Fyri fýra árum síðani, aftaná at gubbi mín var deyður, hevði eg nakrar spurningar og samrøður við systkinnabarn mítt, sum er 10 ár eldri enn eg. Samrøðurnar vóru um ójavnvág í okkara familjum, sum er heilt aftur frá barnaárunum og uppvøkstrinum hjá okkara foreldrum. Samrøðurnar vóru soleiðis frá manni til mann og uttan ábreiðslur frá mínari síðu. Álíkavæl haldi eg, at mínir spurningar og mínar umhugsanir østu hann. Mín familja livdi undir trongum korum, meðan hansara familja var fíggjarliga væl fyri, tignarlig og gudsóttandi. Hann spurdi meg, heilt uttan samanhang til okkara samrøðu: ”Minnist tú hinafer, tá tú vart lítil, og vit vitjaðu tykkum? Eg kom út á spæliplássi eftir tær, og vit gingu ein túr.”
Beinanveg, longu aftaná fyrsta setningin, mintist eg. Tað var hann. Mítt egna systkinnabarn, sum eg altíð havi kent meg í undirlutan fyri. Tað var hann sum neyðtók meg, tá eg var fimm ára gamal, og hann var fimtan. Í støðuni, var eg alt ov kensluliga ávirkaður til at konfrontera hann. Men nú, aftaná fleiri ár og nógvar samrøður við sálarfrøðing, havi eg avgjørt at fáa eitt slag av javnvági í viðurskiftini okkara millum. Eg eri ikki úti eftir at hevna meg, men fari at krevja eina skriftliga umbering og endurgjald fyri vanæru. Umberingina ynski eg ikki, tí eg skal fyrigeva, men fyri at hann skal viðurkenna sína illgerð. Fyrigevingina má hann tosa við Várharra um. Og endurgjaldið er ikki fyri pengarnar, men fyri at hansara illgerð, sum ikki kann dømast við at fara í rættin, vegna fyrning, skal hava avleiðingar fyri hann – sjálvt um hon bara er symbolsk.
Hóast eg meira enn so kann vera stúrin um, hvat systkinnabarn mítt hevur útsett onnur enn meg fyri, so havi eg ikki tørv á at spilla hann út, hvørki alment ella innan fyri familjuna, sjálvt um nógv er upp á spæl. Viðurskiftini millum meg og hansara børn eru góð og eg ynski ikki, at tey skulu blíva ósek offur í hesum máli. Og við at krevja endurgjald fær hann ein møgulleika at liva við sær sjálvum, ásannandi um at hann hevur játtað mínum kravi – um hann also ger tað.
Konfrontatiónin verður ein kombinatión av einari stuttari samrøðu og einum lítlum skrivi sum vísir, hvussu hann ítøkiligt fær møgulleikan at bøta um skaðan. Eftir hetta verður sambandið okkara millum slitið.
Eg havi hugsað um, hvat eg kann gera, um hann noktar ella ignorerar meg. Men eg vóni at hann sær, at míni krøv eru ein útvegur fyri hann. Fyri meg fer tað at elva til sálarró og sjálvsvirði.
Eg veit, at brævið ikki inniheldur ein konkretan spurning, men partvíst vil eg sera fegin hava tykkara viðmerkingar, og partvíst vóni eg, at mítt innlegg, kann hjálpa ella inspirera onnur offur.
Kærar heilsur
NN