HVUSSU ER KRIS?
KRIS er skipað sum eitt áhugafelag við einari nevnd, sum er vald á árligum aðalfundi, og sum skipar seg við formanni, næstformanni o.s.fr. KRIS hevur ein dagligan leiðara, sum hevur ábyrgdina av at leiða arbeiðið og skipa virksemið eftir viðtøkum felagsins.
HVUSSU ARBEIÐIR KRIS?
Høvuðsvirksemið hjá KRIS er
persónlig ráðgeving
sjálvhjálparbólkar
upplýsing og skeiðvirksemi
Umframt at hava nomið sær servitan innan viðgerð av kynsligum ágangi, er viðgerði og ráðgevi hjá Kris psykoterapeutur, familjuterapeutur, sosialráðgevi, námsfrøðingur og heilsurøktari.
SJÁLVHJÁLPARBÓLKAR
Kris hevur 5 sjálvhjálparbólkar. Send ein teldupost til kris@kris.fo, um tú ynskir at verða í einum sjálvhjálparbólki.
STARVSFÓLK
Gvøðbjørg West
Dagligur leiðari og ráðgevi
Tel +298 448181
Teldupostur: gvodbjorg@kris.fo
Sí CV her.
Erling Fles.
Løggildur sálarfrøðingur & serútbúgvinkognitivur atferðarterapeutur
Teldupostur: erling@kris.fo
efpsykolog@gmail.com