KRIS HEVUR TIL ENDAMÁLS
KRIS er ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, hvørs endamál er at geva tí misnýtta
vegleiðing og hjálp, og at upplýsa um kynsligan ágang. Ítøkiliga arbeiðið hjá
Kris er sostatt í tveimum.
- KRIS hjálpir og stuðlar ungum og vaksnum, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, og næstringum teirra.
- KRIS upplýsir um kynsligan ágang og um fyribyrging ímóti kynsligum ágangi.
KRIS arbeiðir málrættað við at gera tey, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, før fyri at liva eitt vanligt lív og geva teimum vónina aftur um eina betri framtíð
FELAGSSKAPURIN KRIS YNSKIR:
- Null hugsjón, um kynsligan ágang móti børnum í Føroyum.
- At seta eina miðstøð á stovn í Føroyum, fyri fólk sum eru kynsliga misnýtt. Miðstøðin sum KRIS ætlar at skipa, er eftir sama mynstri sum í mong ár hevur verið nýtt í Noreg. Endamálið er at savna misnýtt á eina felags miðstøð, har tey kunnu koma fyri seg aftur.