Búmerkið hjá felagnum

Búmerkið.

Búmerkið

Búmerkið er ein planta við tveimum bløðum og blómu yvir. Niður úr høgra blaði gongur ein leggur, sum talar um støðufesti.

Blóman sum heild umboðar eisini eina og hvørja menniskju, sum veksur og ber ávøkst.

Bløðini umboða viðgongd og mótgongd, og høvdið, sum er sum sólin, merkir, at KRIS vil upplýsa og fyribyrgja kynsliga misnýtslu. Bløðini lýsa eisini tvey fólk. Tað fremra hevur røtur, og umboðar ráðgevan hjá KRIS, sum skal hjálpa hinum blaðnum, ofrinum, sum hevur ein meira følnaðan lit, og sum tí fær hjálp frá tí fremra blaðnum.

Sólin yvir teimum talar um ta hjálp, sum veitt verður, við ráðgeving og vegleiðing, sum skal geva ofrinum sunnleikan aftur.

Búmerkið tekur støði í grafikkinum, sum KRIS áður hevur brúkt, av tveimum hondum við mold í, har ein blóma sprettur úr moldini.

Litir

Fýra litir eru í búmerkinum: Tríggir grønir og gult. Grønt umboðar tryggleika, grøðing, vøkstur, lív og følnan, og gult umboðar lívsgleði.

Litirnir lýsa tær fýra árstíðirnar, har guli er várið, grasgrøni er summarið, brúngrøni er heystið, og myrkagrøni í skriftini er veturin.

Ofrið verður leitt ígjøgnum heystið og veturin, út í ljósari tíðir, til eitt nýtt vár.

Skrift

Navnið er sett við skriftini Broadacre. Hon er vøkur, eyðkend, opin, klár og lætt at lesa. Broadacre varð teknað síðst í 1980’unum av Greg Thomson, sum heintaði íblástur úr skriftum frá 1920’unum. Broadacre er brúkt til allan tekst í sniðinum.

Nota bene

Uppsetingarhættirnir av búmerkinum eru avgerandi og endaligir. Ein eigur ongantíð at toyggja búmerkið á nakran hátt, men altíð at minka og vaksa tað lutfalsliga.

Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi,
Myndlista og handíðaskóli Íslands 1997.