Um KRIS.
KRIS er ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, hvørs endamál er at geva tí misnýtta vegleiðing og hjálp, og at upplýsa um kynsligan ágang. Ítøkiliga arbeiðið hjá KRIS er sostatt í tveimum.
KRIS hjálpir og stuðlar ungum og vaksnum, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, og næstringum teirra.
KRIS upplýsir um kynsligan ágang og um fyribyrging ímóti kynsligum ágangi.
KRIS arbeiðir málrættað við at gera tey, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, før fyri at liva eitt vanligt lív og geva teimum vónina aftur um eina betri framtíð
Hvussu er KRIS?
KRIS er skipað sum eitt áhugafelag við einari nevnd, sum er vald á árligum aðalfundi, og sum skipar seg við formanni, næstformanni o.s.fr. KRIS hevur ein dagligan leiðara, sum hevur ábyrgdina av at leiða arbeiðið og skipa virksemið eftir viðtøkum felagsins.
Hvussu arbeiðir KRIS?
Høvuðsvirksemið hjá KRIS er
- persónlig ráðgeving
- sjálvhjálparbólkar
- upplýsing og skeiðsvirksemi
Umframt at hava nomið sær servitan innan viðgerð av kynsligum ágangi, er viðgerði og ráðgevi hjá Kris psykoterapeutur, familjuterapeutur, sosialráðgevi, námsfrøðingur og heilsurøktari.
Sjálvhjálparbólkar
KRIS hevur 5 sjálvhjálparbólkar. Send ein teldupost til kris@kris.fo, um tú ynskir at verða í einum sjálvhjálparbólki.
Starvsfólk
Óluva Højgaard
Skrivstovufólk/móttøka
Sigvør Gregersen
Námsfrøðingur/ráðgevi
Erling Fles
Løggildur sálarfrøðingur & serútbúgvinkognitivur atferðarterapeutur