Ert tú avvarðandi?
Tøl vísa, at á leið 1 av 10 børnum hava verið fyri kynsligum ágangi. Tí er tað ikki óvanligt, at ein tú kennir, hevur verið fyri incest ella øðrum kynsligum ágangi og tað er ikki so einfalt at síggja og vita, at ein tú kennir og kanska ert góð/ur við, hevur tað trupult.
Vit sum arbeiða hjá KRIS, hava áralangar royndir við at møta vaksnum, ið hava verið fyri kynsligum ágangi og avvarðandi teirra. Vit vita eisini, at avvarðandi hava ymiskan tørv, tá tey seta seg í samband við okkum.
Nøkur venda sær til okkara, tí tey eru stúrin um, at okkurt kann vera hent og onnur venda sær til okkara, tá málið er avdúka.
Sum avvarðandi ert tú vølkomin at seta teg í samband við okkum. Vit kunnu geva tær ráð og vegleiðing og tilboðið er ókeypis.
Tú kanst eisini venda tær til :
- Lækna
- Løgregluna
- Barnaverndartænastuna
- Barnahúsið