Búmerkið hjá felagnum

Hvat er insest og kynsligur ágangur?.

Insest og kynsligur ágangur

Kynsligur ágangur er tá ið ein sum barn/ungur hevur verið fyri kynsligum ágangi frá persóni, sum gjøgnum
hendingina sjálv/ur verður kynsliga nøktaður, sum t.d. við:

  • at tvinga ein til at taka lut ella at eygleiða í eini gerð, sum hevur kynsligt eyðkenni, sum t.d. pornofilmar.
  • at tvinga ein til at nema við kynslimirnar á kroppinum. at standa og lúra til tess at síggja kynslimirnar á kroppinum á einum persóni ella við at umtala teir fyri øðrum.
  • kynsligari samveru.

Insest og blóðskemd er kynsligt samband millum (ov) nær skyld ella nær svágd (sí: sprotin.fo). Eisini galdandi fyri stjúkforeldur og systkin.

Pedofili er tá kynsligur ágangurin er framdur á børn og ung, av einum uttanfyri familjuna.

Neyðtøka og kynslig happing er kynsligur ágangur á vaksin.

Hvar fer kynsligur ágangur fram

  • í familjum, sum hava ilt við at halda saman.
  • í samveruni millum børn og onkran vaksnan persón, sum børn annars hava álit á, t.d. foreldur, systkin, ommur og abbar o.s.fr.
  • í øllum samfelagstættum.
  • í øllum umhvørvum.

Avleiðingar av kynsligum ágangi

  • minnivirðiskensla, skomm, skuldarkensla, ótti
  • álitið á umheiminum verður brotið niður
  • afturhildin vreiði, beiskleiki, hatur
  • trupulleikar í samlívinum
  • vantandi persónlig mørk
  • sosialir trupulleikar

Fært tú ikki hjálp, so kunnu avleiðingarnar verða lívslangar!