Viðgerð.
Kris veitir sum útgangspunkt sálarfrøðiliga við viðgerð, ið verður veitt av løggildum sálarfrøðingi. Kris veitir ikki langstíðarviðgerð, men kann í slíkum førum vísa á og hjálpa tær/tykkum á rætta stað. Kris hevur tó sjálvhjálparbólkar, har ið tað er møguligt at møtast í bólki saman við øðrum, ið hava upplivað kynsligan ágang.
Kris við eisini styttri familjuviðgerðar/ráðgevingar.
Kris veitir eisini kreppuviðgerð til persónar, ið hava upplivað kynsligan ágang.
Kris hevur eisini eina tilbúgvingarskipan, ið er ætlað familjum og eisini arbeiðsplássum, tá ið støður um kynsligan ágang uppstanda. Les meiri um hetta undir "Tilbúgving".