Búmerkið hjá felagnum

Tænastur.

Góðskukrøv

Kris arbeiðir eftir hægst hugsandi standardum og normum, tá ið talan er um etisk og moralsk atlit og krøv. KRIS er óheft, bæði politiskt og átrúnaðarliga.

Hjá KRIS kanst tú tí vænta:

  • at alt fer fram í trúnaði
  • fáa persónliga ráðgeving og viðgerð
  • at ráðgeving verður veitt av serkønum fólki
  • vit veita eisini ráðgeving, undirvísing og supervisjón til arbeiðspláss og feløg

Persónlig tænasta

Vit bjóða okkum fram til at geva persónliga ráðgeving, viðgerð og supervisjón – eisini eftir tilmæli frá eitt nú læknum, Almannaverkinum og øðrum stovnum.

Kris kann eisini bjóða tær

  • Hjálp til at finna bøkur, filmar o.a. tilfar um hetta evnið
  • At taka lut á skeiðum
  • Undirvísing
  • Familjuviðgerð og vegleiðing
  • Kreppuviðgerð
  • Vegleiðing í samband við tilbúgving
  • Hjálp til at skipa tilbúgving á arbeiðsplássum