Búmerkið hjá felagnum
06. mar. 2022

Tilbúgving.

Um illgruni er um kynsligan ágang móti børnum og ungum

Okkara vón er, at tilbúgvingin kann vera við til at hjálpa, stuðla og vegleiða starvsfólki – og eisini teimum, ið hava upplivað kynsligan ágang. Tað er ein sannroynd, at tað í nógvum førum er trupult at vita, hvussu ein skal handfara eina slíka støðu. Harumframt er ikki óvanligt, at ein sum starvsfólk ella privat persónur kann koma í eina tvístøðu viðvíkjandi, nær fráboðast skal ella ikki. Hesi ivamál kunnu í onkrum førum vera við til, at ágangurin kann halda fram og/ella at neyðuga hjálpin ikki verður veitt viðkomandi til rætta tíð.