Búmerkið hjá felagnum
10. sep. 2025

KRIS fyllir 25 ár.

Tann 15. september 2025 hevur KRIS 25 ára føðingardag. Í hesum sambandi verður móttøka í hølunum hjá KRIS á Toftum. Tað verður ymiskt ábit at fáa. Sirið Stenberg kemur at byrja dagin. Síðani verður ein stutt framløga um søguna hjá KRIS – frá degnum har alt byrjaði til dagin í dag.

Føðingardagurin verður hildin tann 15. september frá kl. 14.00-17.00. Adressan er á Kneysum 6 á Toftum.

Vit vóna at síggja so nógv sum gjørligt. Húsið verður opið, so tað verður møguligt a síggja hølini hendan dagin eisini.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Stór sum smá - og høg sum lá.