Búmerkið hjá felagnum

Tá eg var sjey ára gomul.

Eg eri blivin misbrúkt av 3 ymiskum monnum, tveir eru faðir og sonur, og ein sum eg kendi væl, tó skal sigast at eg kendi/kenni allar tríggjar.

Eg var sjey-átta ár, tá eg bleiv misbrúkt fyrstu ferð. Minnist, at eg kundi næstan ikki vera úti og spæla, ella fara í skúla, tí eg fekk aldrin frið. Hann var allastaðni og rópti á meg og tók meg við sær inn. Hann misbrúkti meg í skúlanum, tá eingin sá, úti, tá eingin sá, og heima hjá sær, tá eingin sá. Onkuntíð var onkur inni, men eingin sá hvat hann gjørdi.

Einaferð tók hann meg inn í kjallaran, har hann tók í mítt høvd og kroysti tað niður har í eg skuldi sutta hansara murt. Segði við meg, at tað var akkurát sum at sutta ein slikkipinn. Eg minnist hvussu illa tað luktaði. Eg fór grátandi út, men eg goymdi tað væl, so ongin sá og skuldi spyrja hvat var hent.

Eg græt ofta tá eg var á ves, tí eg fekk ikki pissa. Fekk so ilt, men eg tordi jú einki at siga við foreldrini hjá mær ella nakran annan. Hetta helt á leingi, eg minnist ikki nær tað stegaði, men tað gjørdi tað.

Tá eg var umleið níggju-tíggu ár, bleiv eg misbrúkt aftur, hesaferð av einum manni, ið er giftur inn í familjuna.

Minnist væl at tey komu at vitja og vit, børnini, spældu krógva klemmu. Eg minnist væl at hann kom við at spæla og vit goymdu okkum øll undir einum teppi, fyri ikki at síggja hvar klemman bleiv goymd. Eg minnist at hann sat undir mær og systur mín sat beint við sína av.

Hann koyrdi hondina í buksirnar/undirbuksirnar hjá mær og byrjaði at nema við og mussaði meg eisini á munnin. Minnist at tað vardi ikki leingi, og so fór hann flennandi avstað. Eg skilti einki, tí eg visti ikki hvat tað var sum var hent, og bleiv við at henda mær.

Eg fortaldi ongum nakað, tí hetta var bara so flovisligt og eg føldi meg skitna og vemmiliga.

Eg livdi mítt lív uttan at hugsa so nógv um tað sum var hent. Eg vitjaði tey ofta og svav hjá teimum og hann gjørdi ongantíð nakað aftur. Men um vit nú gjørdu fortreð ella bara gjørdu okkurt, ja, so blivu vit flongd við berari reyv. Vit skuldu hála buksirnar og undirbuksur niður - og so bleiv tað eitt klams.

Eg lat alt fara og gloymdi alt burtur, til ein dag, tá alt kemur fram aftur av einum eldri manni.

Eg hjálpti abba mínum at skava tapet niður av vegginum í einum húsum, tí fólk skuldu flyta inn.

Abbi mín fór út at práta við ein mann, tá hesin eldri maðurin skundar sær inn í kamarið har eg eri, og stendur aftan fyri meg. Hann kroystir meg móti vegginum og byrjar at føla uppá meg og mussar meg. Eg fekk einki gjørt, tí eg var fangað. Eingin hoyrdi meg biðja um hjálp, tí har var eingin annar inni. Bara eg og hann.

Hann steðgar, mussar meg, flennur, og eg rann út. Tárini runnu niður og eg stongdi meg inni í einum kamari og vildi bara vekk. Eg lukkaði meg sjálva inni, tordi ikki at hyggja uppá nakran, tordi ikki at vera einsamøll, tordi ikki at sova einsamøll, tí eg var bangin fyri, at hann kom eftir mær .

Ein dagin velji eg at fortelja eini vinkonu hjá mær um tað, ið var hent, og hon fortaldi mær, at hann eisini hevði gjørt seg inn á seg, og vit gjrdu av at halda tað loyniligt.

Men hon segði mammu síni tað. Mamman meldaði hann og bað meg koma til tey at tosa.

Eg bleiv spurd um tað passar, eg gráti og sigi JA. Hon spyr meg so um maður hennara hevur gjørt nakað við meg, tí tað hevði hesin eldri maðurin sagt. Eg frysti og sigi nei, tí hann stóð inni í køkinum og hugdi eftir mær.

Eg fór heim aftur tí eg hevði føðingardag og nógvar gestir. Tá bankar løgreglan uppá, men mamma mín visti av ongum, ið var hent.

Vit tosaðu saman og eg skuldi síðani til Havnar á politistøðina, at fortelja hvat hesin eldri maðurin hevði gjørt við meg. Eg segði teimum alt og hann bleiv síðani meldaður og fór inn at sita.

Eg havi havt tað ringt og tankin var ofta at gera enda á mær sjálvari, men fekk meg aldrin til tað.

Í 2011 valdi eg at skriva mammu mínari eitt bræv, har eg fortaldi henni um ALT, eisini um hin fyrra mannin. Mamma tók brævið við til konuna og vísti henni tað og honum við. Svarið frá honum var at ja, hann hevði gjørt seg inná meg, men hann trúði ikki at eg fór at hava mein av tí.

Maðurin bleiv meldaður, men málið var fyrnað.

Eg fekk tað betri av at fortelja familjuni tað. MEN enn eru tey nógv, sum hava samband við hann.

Kona til mannin ringdi til mín og spurdi, um eg ikki vildi fyrigeva honum og spurdi meg um eg var blivin misbrúkt fyrr. Tá eg segði ja, svarar hon “ja, so er tað tí!”

Maðurin bað um fyrigeving fyri tað sum hann hevði gjørt og bað eisini meg biðja um fyrigeving, tí at eg hevði misbrúkt hann. Eg skilti ikki hvat hann meinti við. Hvussu kann eitt barn misbrúka ein vaksnan mann?

Í dag havi eg einki samband við tey.

Eg eri 30 ár í dag, eri gift og havi trý fantastisk børn, havi foreldur, systkin, familju og KRIS bólkin sum stuðla mær, og tað eri eg takksom fyri. Uttan KRIS veit eg ikki hvat eg hevði gjørt við allar tankarnar og hvussu eg hevði komið víðari.

/ Anina Juul Hestoy