INSEST og KYNSLIGUR ÁGANGUR
Kynsligur ágangur er:
Tá ið ein sum barn/ungur hevur verið fyri kynsligum ágangi frá persóni, sum gjøgnum
hendingina sjálv/ur verður kynsliga nøktaður, sum t.d. við:
- at tvinga ein til at taka lut ella at eygleiða í eini gerð, sum hevur kynsligt eyðkenni, sum t.d. pornofilmar.
- at tvinga ein til at nema við kynslimirnar á kroppinum. at standa og lúra til tess at síggja kynslimirnar á kroppinum á einum persóni ella við at umtala teir fyri øðrum.
- kynsligari samveru.
Insest- blóðskemd er:
- kynsligt samband millum (ov) nær skyld ella nær svágd ( Sprotin.fo ) eisini galdandi fyri stjúkforeldur og systkin
Pædofili er:
- tá kynsligur ágangurin er framdur á børn og ung, av einum uttanfyri familjuna
Neyðtøka og kynslig happing/ sexchikane:
- er kynsligur ágangur á vaksin
HVAR FER KYNSLIGUR ÁGANGUR FRAM
- í familjum, sum hava ilt við at halda saman.
- í samveruni millum børn og onkran vaksnan persón, sum børn annars hava álit á, t.d. foreldur, systkin, ommur og abbar o.s.fr.
- í øllum samfelagstættum.
- í øllum umhvørvum.
AVLEIÐINGAR AV KYNSLIGUM ÁGANGI
- minnivirðiskensla, skomm, skuldarkensla, ótti.
- álitið á umheiminum verður brotið niður.
- afturhildin vreiði, beiskleiki, hatur.
- trupulleikar í samlívinum.
- vantandi persónlig mørk.
- sosialir trupulleikar.
Fært tú ikki hjálp, so kunnu avleiðingarnar verða lívslangar!