15. december 2016

EG EITI HALDA OG ERI 42 ÁR

Eg eiti Halda og eri 42 ár. Eg var ikki meira enn 7 ár, tá eg fyrstu ferð var kynsliga misbrúkt av einum manni í nærmastu familjuni. Hesin ágangur helt á, til eg var eini 12-13 ár. Tað seinasta eg minnist er, tá hann rópti aftaná mær: “Sig onki!”

Hesi orðini hava (for)fylgt mær líka síðan. “Sig onki!”

Í nógv ár vóru minnini um hesar hendingarnar burturi. Eg visti, at okkurt var hent, men ikki akkurát hvat. Og so dugdi eg slett ikki at seta rætta orðið á: INCEST.

Sjálvt um minnini vóru goymd fyri mínum viti, so mintist kroppurin. Míni barna- og ungdómsár vóru merkt av uppreistri og stríði. Søgdu foreldrini nei, so segði eg ja, og søgdu tey ja, so segði eg nei. Uttan mun til um eg var samd við teimum ella ikki. Eg gjørdi, akkurát sum eg hevði hug til sjálv. Ongin skuldi siga mær nakað, og ongin visti betri enn eg. Helt eg… Eg skuldi nokk klára meg sjálv. Eg helt, at eg kláraði at bera verðina á mínum herðum, tá eg bara 18 ára gomul stóð brúður, meðan eg bar elsta sonin undir belti.

Stutt fyri brúdleypið hendi nakað, sum broytti mítt lív. Minnini komu aftur. Eitt fyri og annað eftir. Komandi maður mín varð hann, sum fyrstur setti rætta orðið á hendingarnar í mínum barndómi. INCEST.

Hetta gjørdi ikki lívið lættari. Heldur tvørturímóti. Eg fór at forbinda ymiskt í gerandisdegnum við misbrúkið og fekk ilt við at gleðast um lívið.

Eisini merkti eg, tá sonurin kom, at eg dugdi illa at taka mínar egnu avgerðir honum viðvíkjandi og standa við tær. Tá merkti eg ordiliga, hvussu álvarsligt brot tað er á menniskjasálina, tá allar greinsurnar verða niður-traðkaðar og títt orð og vilji hevur onki at siga. “Ongin lurtaði eftir tínum (neyðar)rópið tá. Hví skulu tey lurta eftir tær nú? Hví skal tín vilji og títt ynski hava týdning nú? tá tað onki hevði at siga tá?” Hetta vóru spurningar, eg setti mær, og svarið var knúsandi… eitt menniskja uttan týdning…

MEN eg visti, at eg mátti gera okkurt við hetta. Eg mátti koma fyri meg. Eg mátti kempa. Fyri mín son mátti eg kempa. Ìgjøgnum HF og seinni Læraraskúlan royndi eg at finna onkran at tosa við um hetta, men eg dugdi ikki. Tordi ikki. Kundi ikki… Umskyldningarnir vóru nógvir.

Tá er tað, at eg hoyri um KRIS. Tað var við bivandi hjarta at ein risthent genta trýsti nummarið til KRIS á telefonina. Tí tað var tað, eg var. Ein genta innaní.

Gvøbjørg tók telefonina, og tá broyttist lívið aftur. Hon lurtaði. Hon var har. Hon sá meg, og hon trúði mær. Tað var tað, sum eg hevði verið allarbangnast fyri. At ongin fór at trúgva mær. Men hon trúði mær og hevði tíð til at lurta, tíð til at troysta, tíð til at lova mær at vera eg.

Spakuliga kom eg fyri meg. Kom uppí ein bólk við nøkrum fantastiskum kvinnum. Kempum, sum líka sum eg høvdu verið ígjøgnum Helviti og yvirlivað. Vit høvdu brúk fyri hvør aðrari. Í fyrstuni grótu vit saman, tá vit tosaðu um tað, sum var hent, og hvussu tað hevur litað lívið við døkkum litum. So við og við sum vit komu at kenna hvør aðra, lærdu vit eisini at leggja ljósar og lættar litir omaná teir døkku litirnar, soleiðis at livið hóast alt er vakurt, ljóst og lætt.

Av tí at eg fekk hjálp frá KRIS í tøkum tíma, eri eg nú før fyri at seta orð á egnar kenslur, meiningar og avgerðir og at halda fast við tað. Eg veit nú, at eg eri so ómetaliga dýrabær sum menniskja. Eg veit, at eg hevði onga skuld í tí, sum hendi tá. Eg var bara eitt barn, og hann skuldi vera tann vaksni.

Í dag eri eg ein av teimum kempunum, sum hava verið ígjøgnum Helviti og yvirlivað. Eg var 35 ár, tá eg fyrstu ferð sá eina vaksna kvinnu í speglinum. Takka verið tí arbeiði, sum KRIS hevur gjørt og ger í okkara landið, kann eg saman við øðrum kempum vera við til at hjálpa øðrum børnum ígjøgnum myrka og kalda holið í tilveruni, soleiðis at tey eisini kunnu ikki bara síggja ljósið men sleppa út í ljósið at njóta lívið aftur.

Jú, víst eru enn myrkar løtur. Løtur, har døkku minnini koma fram fyri meg, og tá kann lívið gerast tungt. Post traumatisk stress disorder er ikki at spæla við. Tað er álvarsligt, men við góðari hjálp frá menniskjum við hjartanum á røttum stað – við hjálp frá KRIS – ber til at gleðast um og liva lívið – på trods.