15. december 2016

MÍN SØGA

Eg var júst komin aftur frá námsferð, tá mamma mín fortaldi mær at hon og pápi mín skuldu skiljast. Eg var áveg í skúla tá hon fortaldi mær tað, eg var bert 14 ár tá hetta hendi. Eg helt hetta var tað ringasta sum kundi henda, at míni foreldur skuldu skiljast.

Eg og beiggi mín, og mamma mín flutta inn til Fuglafirðar stutt aftaná at eg hevði fingið at vita hetta.
Eg helt at tað var kanska eitt sindur spennandi at byrja í nýggjum skúla og møta nýggjum fólkum, men eg var stadivekk í øðini av øllum, gekk og súrmúlaði fyri meg sjálvan og byrjaði at skeldast við mammu fyri tey minstu tingini.
Í byrjanini koyrdu vit bara ímillum, eg gekk í skúla í Runavík til jólar og síðan byrjaði eg í skúlanum í Fuglafirði aftaná nýttár.

Tað byrjaði at blíva ok ímillum meg og mammu aftur, men knappliga var ein nýggjur sjeikur har.. og eg bleiv beinaveg óð aftur, men tað vildi eg ikki vísa mammu. Eg var blíð, heilsaði uppá og fór so bara avstað aftur.

Eftur eina tíð var eg bara ok við øllum, vit blivu øll góð og eg lærdi meg sjálva at mamma mín hevði fingið sær ein nýggjan mann ella sjeik.

Eg helt hann var fittur, eg helt hann var eitt gott menniskja, tí hann gjørdi so nógv fyri mammu.
Eg væntaði aldrin at hetta fór at henda fyri meg.. Eg havi hoyrt um fleiri sum hava verið úti fyri tí, men helt aldrin at eg skuldi koma út fyri tí.

 

Hann snýkti seg inn í kamari um náttina, meðan mamma mín lá og svav. Eg svav altíð við hurðina opnari, tí eg eri bangin fyri myrkri, tað var ljós í gongini.
Onkur stillaði seg fyri ljósið í hurðini.. eg vaknaði, men var í ørviti, so eg hugsaði ikki meira enn at bara blunda aftur.
Men knappliga lá onkur á mær, lá tungt á mær, so eg ikki fekk flutt armarnar.. eg fataði ikki hvat hendi, eg var chokera, eg visti ikki hvussu eg skuldi reagera ella hvat eg skuldi gera!
Mussaði meg á kjálkan, á munnin, hann royndi at stinga tunguna í munnin á mær men eg helt munnin so fast aftur sum eg kundi, hann andaði hart í oyra hjá mær.
Hann føldi meg á bringuna, og fór so við hondini niður í trussunar. Hann vísti mær eina hýtu, og spurdi um vit skuldu, men eg risti bara við høvdinum og byrjaði at tára.. Eg havi aldrin haft eina so óbehagiliga nátt í mínum lívi!
Næsta dagin tá eg fór í skúla, spurdi eg tríggjar vinkonur, um tær ikki tímdu at sova hjá mær, men eg fortaldi ikki hvat var galið, eg segði ikki hvat var hent og at eg var bangin.
Tær svóvu hjá mær fleiri nætur, men tað var ikki altíð tær kundu.

 

Hetta helt á fleiri nætur, at hann kom inn í kamari hjá mær, eg fekk aldrin flutt meg, eg fekk aldrin gjørt nakað. Men næsta dagin visti eg ikki hvat eg skuldi gera?

 

Eg byrjaði at skulka nógv og mínir karakterir fóru í botn.
Tá eg einaferð bestemmaði meg fyri ikki at fara í skúla tann dagin, tá eg vaknaði morgunin eftur, var hann eisini heima. Tíbetur var beiggi mín eisini heima, men tað hindraði honum ikki at prøva nakað ímeðan beiggi mín ikki sá.
Eg bleiv bangin og rýmdi inn á wc, men hann kom aftaná… klemmaði meg, mussaði meg, spurdi um eg ikki kom við eftur mammu til arbeiðs, eg svaraði bara at eg visti ikki.
Eg skundaði mær út úr wc’inum og inn í kamari hjá beiggja mínum og royndi at fortelja honum tað, men eg visti ikki hvussu, eg minnist ikki eingongd hvat eg segði við hann, men eg minnist at hann segði eg ikki skuldi fara við og eg skuldi halda meg vekk frá honum. Eg royndi at forklára honum, at hann kom allatíð aftaná mær.

Hann fór avstað nú, og bað meg koma við, eg hugdi bara uppá beiggja mín, hann segði at eg ikki skuldi, men hann bleiv við at júka meg við, so rópti beiggi mín, at eg skuldi seta meg aftanfyri.
Eg opnaði hurðina aftanfyri, men hann bað meg seta meg framman, eg frysti bara og gjørdi sum hann segði. Hann helt í lærinum hjá mær og kelaði meg allan vegin.
Tá ið við komu á arbeiðsplássi hjá mammu, skundaði eg mær afturum.

 

Eg kom í skúla einaferð og kláraði simpulthen ikki at halda tí inni meira, eg mátti fortelja onkrum tað! Eg fortaldi mín tættastu vinkonum sum eg hevði í skúlanum tað.
Tað var eitt lættilsi at fáa tað út!

 

Eg veit ikki hvar mamma mín var tann dagin, men eg sat í telduni í stovuni. Hann júkaði meg allatíð at koma í song við honum, at eg skuldi fáa pengar fyri tað, og hann bleiv við at vaksa beløbi.
Men eg segði nei, sløkti telduna og fór út.

 

Nakrar dagar aftaná at eg hevði fortalt vinkonunum tað, kom mamma upp um náttina og sá at hann ikki lá í songini. Hon hugdi runt í húsinum og sá at hann lá í songini hjá mær. Hon byrjaði at rópa og skrála og skelda, hann fór beinaveg út, mamma legði seg hjá mær og klemmaði meg vit grótu eina løtu og so ballaði hon meg og fór út aftur at skelda hann.

Næsta dagin fór eg heim til pápa mín at búgva, tað var eitt øgiligt rok tær næstu vikurnar.
Eg veit ikki hvat hendi við mammu míni, men hon bleiv so langt úti at hon ætlaði at fáa meg at taka dómin aftur, tíbetur hevði eg pápa mín.

Eg føldi í einum tíðarskeiði at mamma mín ikki vildi trúgva mær, og vinfólkini sum hann hevði, sum komu frá sama stað sum hann, søgdu at eg vildi tað eisini.

Hann fekk so revsing uppá eitt ár og tríggjar mánaðir.
Eg gekk til sálarfrøðing eina tíð, men eg var í einum stað, har eg føldi eg tímdi einki, tí eg helt at eg var tann einasta ið kundi hjálpa mær sjálvum.
Eg kontaktaði Kris einaferð tá eg føldi eg hevði brúk fyri hjálp, men eg fór aldrin til samtalu, so tað gekk umleið eitt ár áðrenn eg kontaktaði Kris aftur. Vinkonurnar bakkaðu meg upp, søgdu við meg at eg hevði brúk fyri hjálp, tær sóu at okkurt var galið, so eg gjørdi sum tær søgdu, men eg fór til læknan fyrst tí eg helt eg kanska hevði fingið eina depritión av onkrum slag, men tað kann eisini vera at eg hevði ella havi. Læknin kontaktaði so Kris fyri meg, og eg fór so til samtalu og eg eri so glað fyri at eg gjørdi tað. Eg veit ikki hvar eg hevði verið ídag um eg ikki hevði fingið hjálp, um eg ikki hevði haft vinkonurnar sum eg havi.

/ Signhild Mikkelsen