Tað er ongantíð ov seint at bróta tøgnina!

Tað eru mong, ið siga: “Hví kemur tú við hesum nú? Tú mást gloyma tað, ið hent er, og koma víðari. Tað er so langt síðani …”

Ja, soleiðis siga tey, ið ikki skilja, at tú hevur verið nívdur av skommini í øll hesi árini, at tú hevur mist allan barndómin, at tú hevur opin og bløðandi sár, at tú hevur mist førleikan til at elska, at tú hevur plágast av ótta og ræðslu í øll hesi árini.

Tað er ongantíð ov seint at bróta tøgnina. Sig tað við onkran, tú hevur álit á, ein av næstrafólki tínum, ein vin ella vinkonu.

Tú kanst eisini ringja ella skriva beinleiðis til KRIS ella seta teg í samband við aðrar líknandi stovnar.

TÍÐINDI
14-05-2024
KRIS nýggja nevnd.
Á aðalfundinum, fríggadagin 22.mars. 2024, bleiv nýggj nevnd vald. Nevndin hevur skipað seg soleiðis. Formaður: Napoleon ( Poli ) Jacobsen Næstforkvinna: Maiken Eriksen Skrivari: Winnie Hentze Andreasen Nevndarlimur: Niels K Tvermoes Jensen Nevnarlimur: Gvøðbjørg West Eykalimur: Bodil L. M. Simonsen Eykalimur: Óluva Højgaard Sí: Nevndin 2024
29-02-2024
Aðalfundur 2024
16-01-2024
KRIS vitjar Suðuroy
LES ELDRI TÍÐINDI