Fyrst kann eg bara staðfesta, at eg eri ikki vorðin neyðtikin. Eg havi ikki havt samlegu við abba mín. Men eg havi havt eitt øðrvísi forhold við hann, enn eldru systkin míni hava, og enn eg hevði við hin abban hjá mær.

Annika Osvaldsdóttir Sørensen
18. oktober 2021

1: Eg eri kynsliga misnýtt, og tað vil eg ikki skammast um

Eg eri kynsliga misnýtt, og tað vil eg ikki skammast um. Eg vil ikki skammast um tað, tí tað var ikki mín skyld. Tað helt eg, at tað var. Og tað helt hann eisini. Tað segði hann í hvussu er. At tað var eg, sum var byrjað. Hann segði, at hann helt, tað var soleiðis, tey ungu mussaðust nú á døgum. Við tungu.

Eg eiti Annika Osvaldsdóttir Sørensen, 28 ár, og eg fari komandi tíðina at skriva bloggar um at vera ein av teimum mongu, sum eru kynsliga misnýtt.

Fyrst kann eg bara staðfesta, at eg eri ikki vorðin neyðtikin. Eg havi ikki havt samlegu við abba mín. Men eg havi havt eitt øðrvísi forhold við hann, enn eldru systkin míni hava, og enn eg hevði við hin abban hjá mær.

Forholdið við abba var ein hemmiligheit millum okkum bæði, sum hann segði. Hóast drúgvar royndir at hugsa, so havi eg enn ikki funnið útav, nær tað er byrjað. Eg veit í hvussu er, at tað er byrjað áðrenn 3. Flokk, tí tá minnist eg, at ein vinkona, ein vinmaður og eg snakkaðu um, um vit báðar høvdu sæð nakran pissiling, og tá leyg eg noktandi um, at eg ongan hevði sæð. Men tað hevði eg. Eg hevði bæði sæð ein og nortið við ein. Fleygað einum. Men onkusvegna visti eg, at tað kundi eg ikki siga. Og tað var kanska eisini heilt ók – tí hvat høvdu tvey 9 ára gomul børn skulað gjørt við tað? Eg kann bara ímynda mær, at tað hevði endað við útihýsing og happing. Nakað, sum eg tíbetur ikki havi skulað stríðst við omaná tað, at verið misnýtt. Tvørturímóti havi eg altíð havt nógv og góð vinfólk, og tað eri eg sera takksom fyri. Tað vóru eisini vinkonur, sum vóru tær fyrstu at fáa tað at vita, og sum eisini vegleiddu meg at fara heim til Føroyar at fortelja tað fyri mammu og babba.

Tað var nemliga soleiðis, at eg var niðri á eftirskúla, har vit arbeiddu við Dogme filminum “Festen”, har kynslig misnýtsla er eitt tema í filminum. Vit arbeiddu í eina viku við hesum filminum, har tað m.a. bleiv kjakast nógv um hetta evnið. Hetta gjørdi, at alt tað, sum eg hevði fortrongt og ongantíð ætlaði mær at fortelja fyri nøkrum – mín djúpasta hemmiligheit – kom framaftur og bleiv veruligt fyri mær. Hetta var ikki bara ein ringur dreymur. Hetta var veruleiki! Hetta bleiv eisini enn meiri aktuelt, tá eg um sama mundið fekk sjeik. Tá vit hugnaðu okkum, og hann føldi uppá meg, komu hesar kenslurnar í kroppin, sum eg stríddist við í nógv ár, og sum av og á enn koma fram í mær, tá eg eri saman við manni mínum. Kenslur og tankar, sum gera, at eg føli meg skitna og tvitna. Gera, at eg frysti og bara havi hug at trekkja meg saman í fosturstøðu og lata meg væl í og hampa meg so væl, at ongin sleppur innum at nerta við meg.

Vit vóru á veg aftur á eftirskúlan, eftir eitt vikuskifti hjá einum vinmanni, sum eisini gekk á skúlanum, har vit høvdu ballast, og eg og drongurin, sum seinni bleiv sjeikur mín, høvdu mussast fyri fyrstu ferð. Tað var í tokinum, at eg ikki kláraði at halda mær meir og grátandi fortaldi bestu vinkonu míni gjøgnum nógv ár um, hvat eg hevði upplivað, tá eg var yngri. Stakkals drongurin helt, at hann hevði gjørt okkurt púra galið 🙂 Eg og hendan vinkonan fóru so til eina aðra, eisini føroyska vinkonu á skúlanum, har eg fortaldi henni hetta. Lukkutíð (fyri meg), hevði hendan vinkonan eina systur, sum eisini var vorðin misbrúkt, og tí vegleiddi – ella í grundini noyddi hon meg til Føroya beinanvegin at fortelja tað fyri foreldrum mínum. Eg so gjørdi – hetta serliga fyri at verja yngru systkinabørn míni, um tað ikki longu var ov seint.

Komin til Føroya var onkur misskiljing í ferðaplaninum hjá mammu og babba, so tey vóru ikki komin, tá eg kom út úr terminalinum. Ikki nokk við, at eg skuldi bíða eftir teimum. Nei, har stóð abbi mín saman við ommu við opnum ørmum og tók ímóti mær. Eg mátti so nakkalang heim við teimum at bíða eftir mammu og babba, sum enn onki vistu. Tá tey so komu, var drekkamunnur á skránni – ein langur drekkamunnur. So tyktist hann…

Men hví ynski eg at koma fram við hesum nú, hevur onkur kanska hug at spyrja. Í nógv ár, hevur mítt ynski verið at sloppið at hjálpt øðrum, sum eru í somu støðu, sum eg var. Eg eri ikki bittur inn á abba mín – longur! Og tí er hetta ikki fyri at revsa hann, at eg skrivi hetta. Heldur ikki ynski eg at verja hann, men eg klári á onkran hátt at seta meg í hansara støðu og royni at skilja hann, og tí eru mínar kenslur nú rættiliga neutralar; hetta fari eg at koma meiri inn á seinni. Eg havi heldur ikki tørv á at “koyra í tí sama”, ella at fólk skulu taka synd í mær. Eg eri komin víðari, og havi lært meg at liva við arrinum, sum eftirhondini er vorðið nógv minni og penari, enn tað var fyri 11 árum síðan, tá eg breyt tøgnina hjá mær. Eg veit av royndum, av fólki, sum eg havi møtt, at tað eru ikki øll, sum eru komin eins væl burtur úr tí sum eg – sum ikki hava tað eins gott og eg sálarliga. Tí ynski eg at deila mína søgu og vónandi fer tað at skína í gjøgnum komandi bloggarnar, hvussu er eri komin her til, sum er eri – og vónandi fer tað á onkran hátt at hjálpa øðrum, bæði misbrúktum og teimum, sum kenna onkran, sum er vorðin misbrúktur og kanska eisini teimum, sum als onki kenna til hetta evnið.

So um hetta hevur tín áhuga og um tú vilt hoyra meg útdýpa okkurt, sum eg havi skrivað her, so er bara at lesa við komandi vikurnar. Og hava tit nakrar spurningar ella viðmerkingar, so eru tit eisini hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við meg.