Vit skuldu tosa við hann um tað, og so fór hann ivaleyst at siga umskylda, og at hetta var alt ein stór misskiljing og eitt mistak, sum hann var sera keddur av, og so kundi eg fyrigeva honum – og so kundu vit øll venda aftur til at vera ein stór kjarnufamilja – sjálvandi!

Annika Osvaldsdóttir Sørensen
3. december 2021

4: Handfaringin

So var tað úti! So var tað sagt, og mamma og babba vistu tað.
Men hvat so? Hvat skuldu vit so? Hvussu ger mann í eini slíkari støðu? Tað vistu vit ikki. Vit ætlaðu í øllum førum ikki at melda hann. Okkara familja er so sterk, at hetta klára vit at loysa innanhýsis og koma víðari frá – hildu vit. Kortini bleiv støða tikin um, at vit skuldu heldur ikki bara lata hetta fara aftur við borðinum. Vit skuldu tosa við hann um tað, og so fór hann ivaleyst at siga umskylda, og at hetta var alt ein stór misskiljing og eitt mistak, sum hann var sera keddur av, og so kundi eg fyrigeva honum – og so kundu vit øll venda aftur til at vera ein stór kjarnufamilja – sjálvandi! Hetta ljóðaði sum ein góð og realistisk ætlan. Kanska var hann ikki so tilvitaður, sum eg skrivi her, men tað var í hvussu er soleiðis, vit hugsaðu.

Mamma og babba vistu ikki síni livandi ráð, men høvdu so hoyrt um KRIS, sum tey valdu at seta seg í samband við, og tey fingu beinanvegin góða hjálp. KRIS kundi veita foreldrum mínum og øllum systkjunum hjálp, men ikki mær, tí eg var undir 18. Tað var øgiliga keðiligt, tá tað nú var eg, sum hevði verið fyri kynsliga áganginum. Eg gekk til vanligan sálarfrøðing nakrar ferðir, og tað hjálpti eisini, men sæð í bakspeglinum, hevði eg ynskt, at eg kundi tosað við onkran, sum hevði meiri erfaring og visti meiri enn eg um hetta evnið, og sum kundi havt hjálpt mær at sett orð á ymiskt, sum eg tá ikki dugdi at seta orð á. Kenslur.

Skjótt eftir hetta samlaðust foreldrini, systkini og eg til ein familjufund í stovuni, so at øll í húskinum fingu at vita, hvat var hent. Eg var bara heima í eina viku, so tað mátti handlast eitt sindur skjótt. Tað var sjálvandi eisini øgiliga hart hjá systkjum mínum at fáa hetta at vita – bæði um lítlasystur sína, men eisini um abba sín. Hetta kvøldið bleiv eitt sera kensluborið og tragiskt kvøld, men samstundis var tað fyri meg eisini eitt gott og týdningarmikið kvøld, har eg kundi vera opin fyri teimum allarnærmastu um tað, sum var hent, og har eg veruliga føldi, at eg fekk 100% stuðul frá øllum í húskinum – bæði tá og eisini allan vegin til dagin í dag. Tað eri eg teimum æviga takksom fyri.

Tað var eisini KRIS, sum vegleiddi okkum í at fara og konfrontera hann. Fyrst fór pápi mín og við honum eitt systkin hjá honum at konfrontera abba um hetta. Dagin eftir fóru so mamma, babba, systir mín og eg heim til tey at tosa við hann um hetta.

Babba byrjaði við at lesa okkurt upp, sum hann hevði skrivað – hvat hetta snúði seg um. Hví vit vóru komin.

“Nú fekk eg eitt skot fyri bógvin. Hatta veit eg onki um” sigur hann.

Tað bleiv tosað eitt sindur aftur og fram, at hetta kundi ikki passa, tí at hví skuldi eg finna upp á og lúgva um hetta, tað fekk eg jú einki burturúr. Vit høvdu ikki eitt keðiligt familjuforhold áðrenn. Alt var gott, so eg hevði onki motiv at fara at oyðileggja tað.

Eg verði eitt sindur ill og frustrerað, “Ok, hygg her?! Havi eg nortið við tín pissiling ella ikki?!”

“Nei, tað hevur tú ikki”, ljóðar svarið.

“Jú!” svari eg aftur, “tað havi eg!”

Hann øsir seg. “Hvat vilt tú við hesum? Vilt tú hava pengar??”

Aftaná vit hava tosa eina løtu aftrat, sigur hann: “Jú, hatta við at mussa við tunguni, tað … men tað er hon komin við – eg helt bara, at tað var soleiðis, tey ungu gjørdu nú á døgum. Hatta er ikki nakað, sum eg kenni til frá okkum báðum” (ommu og honum).

Tá prátið hevði vart í, tað sum føldist tímar fyri meg, kemur so eitt sera hálvhjartað og fortrongt “Umskylda fyri tað, sum eg minnist!”

“Hvat so við tí, sum tú ikki minnist?” sigi eg.

“Ja tað kann eg ikki siga umskylda fyri!” sigur hann við harðari og illsintari rødd.

“Jú, tað kanst tú gott” svari eg.

“Ja umskylda fyri tað eisini, meðni!” hvæsir úr honum.

Hann var sera óróligur og rastleysur hetta kvøldið. Gekk eitt sindur og mól, og tað var meiri enn so, at hann bleiv eitt sindur harðmæltur.

Vit enda við at taka í hondina á hvør øðrum, og orð sum “hetta skal ikki oyðileggja nakað” og “vit vaska talvuna reina” verða søgd – ynskihugsanir.

Vit koyrdu so til Havnar aftur, og prátaðu sum um, at hetta var gott, og nú verður alt betri. Eg føldi tó, at tað var enn okkurt, sum órógvaði meg. Men eg royndi ikki at hugsa ov nógv um tað. Eg vildi, at alt skuldi vera ókey. Eg minnist ikki nógv frá hesum kvøldinum. Minnist bert í brotum, so eg havi fingið eitt sindur av hjálp frá systur míni og foreldrum mínum at seta brikkarnar saman, tó at tað enn manglar í.

Morgunin eftir, tá eg kom út í køkin, føldu bæði mamma og eg, at her var okkurt heilt ravruskandi galið. Kvøldið í gjár hevði slett ikki verið so gott – vit høvdu tað ikki gott. Tað førdi so til enn meiri prát og tár um hetta, og hetta fylti mestsum alt hesar dagarnar, eg var heima – eisini tá vit ikki tosaðu um tað – eisini tá eg skuldi sova.

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg á facebook.