Ein gerð ella ein uppliving kann ongantíð definera ein persón – og so slett ikki, tá ið persónurin ikki hevur valt gerðina ella upplivingina sjálvur. Eg havi ikki valt at blivið misbrúkt. Tað kann eg onkuntíð halda.

Annika Osvaldsdóttir Sørensen
1. november 2021

2: Eg eri meira – er tað lov at siga tað í Føroyum?

Fyrst og fremst vil eg takka fyri tær mongu afturmeldingar fyri seinasta bloggin – bæði fyri tær nógvu góðu og onkra einstaka minni góða. Tit eru nógv, sum halda, at tað er flott av mær at traðka fram, og at eg eri djørv at gera tað. Tað takki eg fyri, og samstundis má eg siga, at tað kom eitt sindur óvart á meg, tí at persónliga føldi eg als ikki hetta sum eitt stórt stig fyri meg at taka, tí eg, síðan eg kom út við tí, havi tosað opið um tað við fólk rundan um meg. Síðan mín tøgn varð brotin fyri skjótt 12 árum síðani, havi eg bara fingið tað betri og betri.

Áðrenn bloggurin kom alment út, fekk eg spurningin, um eg hevði hugsað um, hvat fólk fóru at halda og hugsa, tá tey sóu meg ganga runt ymsa staðni í Føroyum. At so fór eg at vera “handan, sum er misbrúkt”. Tað helt eg vera ein áhugaverdan spurning. Áhugaverdan og kanska serføroyskan? Ella í hvussu er sermerkt fyri eitt lítið samfelag, sum Føroyar eru. Til hendan spurningin svaraði eg, at tað var eg fullkomiliga líkaglað við. Og m.a. tað fer hesin bloggurin at snúgva seg um.

Tey flestu av okkum, sum veksa upp í Føroyum, verða uppfløskað við, at vit skulu hugsa um, hvat onnur halda. Hugsa NÓGV um tað. Ja, tað skal faktiskt koma fram um tín tørv og hug. Summi vilja av hesi grund vera við, at Føroyar eru eitt paradís fyri pedofilar og skemmarar. Og mann kann kanska siga, at tað í nógvar mátar er so. Í einum lítlum og familjukærum samfelagi, har vit hugsa eyka nógv um, hvat fólk halda, eru tað nógv, sum hava upplivað og framvegis uppliva, at tað verður sligið upp í glens, at tey eru misbrúkt, ella verður tað gingið øgiliga stillisliga við hurðunum um tað. Hetta fyri at verja familjuglansbílætið og umdømið: “Hvat fara tey at hugsa?” Hetta havi eg tíbetur ikki skulað stríðst við, tí bæði foreldur míni og systkini trúðu mær við eitt, og tað eri eg so sera takksom fyri, og haldi eg, at hetta er ein av størstu grundunum til, at eg eri komin so langt, sum eg eri í dag. Eitt barn hevur brúk fyri so nógvum stuðli og umsorgan, tá ið tað kemur fram við slíkum ræðuleikum, sum tað yvirhøvur kann fáa, og tað havi eg fingið.

Tey bestu ráðini eg kann geva avvarðandi ella tær, sum kennir onkran, ið er misbrúktur, eru: Verð har fyri viðkomandi. Lurta. Trúgv tí. Spyr inn til. Ger tað klárt, at tey altíð kunnu koma og snakka við teg um tað, um tað er okkurt. Nýtt ella gamalt. Stuðla teimum. Og fyri alt í verðini, lat vera við at leggja lok á og bara koyra víðari, sum um onki er hent. Spyr tann, sum er misbrúktur um, hvat hon/hann hevur brúk fyri. Bæði í gerandisdegnum, og tá ið størri tiltøk sum føðingardagar skulu vera. Skulu misnýtarin og tann misnýtti bara sita yvir av hvør øðrum og drekka drekkamunn, sum um onki er hent? Tað rokni eg ikki við, at nakar, sum er blivin misbrúktur, klárar og samstundis hevur tað gott við. Eg trúgvi, at fyri at tann misbrúkti skal koma seg best møguligt, verður mann noyddur at kvetta sambandið við skemmaran á onkran hátt. Tað MÁ ávirka familjuna (um skemmarin er í familjuni). Tað er keðiligt, men samstundis tann beiski sannleikin.

Føli eg meg so sum “ta misbrúktu” nú, tá eg t.d. keypi inn ella møti fólki? Als ikki!
Ein gerð ella ein uppliving kann ongantíð definera ein persón – og so slett ikki, tá ið persónurin ikki hevur valt gerðina ella upplivingina sjálvur. Eg havi ikki valt at blivið misbrúkt. Tað kann eg onkuntíð halda. At tá eingin av mínum systkjum ella systkinabørnum er vorðin misbrúkt, so eri eg nokk bara týpan, sum verður misbrúkt. Tað veit eg ikki, um eg eri. Eg veit ikki, um tað finnast týpur, sum blíva misbrúktar og týpur, sum ikki blíva. Óansæð, so er tað ikki “týpan”, sum hevur skyldina ella ábyrgdina av, at tað hendir. Ongantíð.

Eg veit, at eg eri so ræðuliga nógv annað enn eitt offur fyri kynsligari misnýtslu. Eg eri mamma, kona, dóttir, systir, svigerdóttir, svigerinna, mostir, fastir, gumma, vinkona, fysioterapeutur, trúgvandi og virkin innan tað, hobby fót- og hondbóltsspælari og nógv, nógv annað. Alt hetta – og meira – eri eg.

Eg veit ikki, um tað er lov til at siga soleiðis í Føroyum – at mann er meira – men tað átti tað í øllum førum at verið.

Eg eri meira!

Og tú ert eisini meira!